Fría Barbara #29: Skulu vit skjótast?
Kæri lesari,
Lat meg bara byrja við at siga tær, at hetta skrivið er skrivað við vinstru hond. Snøgt sagt, tí vit hava óluksáliga nógv at gera beint nú (tað skalt tú nokk fáa meira at vita um seinni)
Tá ið tað er sagt, so er eitt evni, sum eg kundi hugsað mær at skrivað eitt sindur um. Tí í farnu viku hava vit verið nokk so provokerandi kanska. Í øllum førum um tú ert reiðari í Klaksvík og hevur fingið títt skip tikið av løgregluni eina summarnátt í 2018.
Tí vit hava sent eina avís út í hvørt hús í landinum — eina stutta avís — við einari góðari og vigtigari søgu í. Hon eitur “Reiðari hótti politistar: Slapp við einari umbering”. Sama grein og fleiri uppfylgjandi og útdýpandi greinar hava verið á Frihedsbrevet.fo síðani. (Og sjálvandi — meira er á veg.) Kanska er hetta orsøkin — eg veit ikki.
Men í øllum førum hevur okkurt leitt til, at eitt herlið er farið í gongd á netinum at harta okkum fyri okkara arbeiði. Nú eg hugsi um tað, var greinin um tey ríkastu samtøkini í Føroyum helst eisini ein av orsøkunum.
Men onkrastaðni er ein strika. Og júst nú sitið eg og hugsi um, um vit møttu strikuni í farnu viku, tá ið onkur helt fyri, at tað verður ikki friður, fyrr enn vit journalistar á Frihedsbrevet.fo eru skotnir.
Er tað talumál? Kanska. Er tað skemt? Kanska. Er tað fyri at skrappa sær á internetinum? Kanska.
Men tað broytir ikki, at eg haldi, vit nærkast onkrum marki fyri, hvat mann eigur at finna seg í. Hetta er hvørki fyrstu ella aðru ferð, at vit hava upplivað líknandi vendingar um journalistar. Eg minnist eina hending fyri nøkrum árum síðani, tá ið táverandi tíðindaleiðarin í Kringvarpinum, Liljan Weihe, var á netinum útsett fyri, at onkur skemtandi helt fyri, at hon átti at verið tikin upp í ein “rape van” (einum neyðtøkubili).
Hon handlaði upp á hesa hending, og eg umhugsi nú, um hetta er nakað, vit eiga at handla uppá. Eg havi ikki tikið avgerð enn, men eg skrivi um tað, tí eg vil heita á fólk, um at hugsa seg um, áðrenn tey úttala seg á sosialu miðlunum.
Tað er rættvíst at harta okkum fyri okkara arbeiði og fyri okkara miðil og alt møguligt annað, men at tosa um at skjóta okkum hoyrir ikki heima í okkara samfelagi, og er helst eitt vet yvir mark…
Frihedsbrevet hesa vikuna
Vit skriva í løtuni fleiri søgur um risa fyritøkur, sum vit hava fingið hendur á frá keldum og umbønum um alment innlit.
Vit arbeiða eisini við einum nýggjum parti av Eitt ættarlið í pínu, og seinni í vikuni er hard talk á skránni við Michael Boolsen, fúta í Frí Mikrofon.
Vit grava í løtuni í fleiri størri søgum, men eg fái sum altíð ikki sagt tær so nógv um tað — annað enn: gleð teg! 🙂
Hevur tú nakað, sum tú heldur vit áttu at vitað, kanst tú senda mær teldupost her ella á frihedsbrevet@protonmail.com
Rita Inn
Tú skalt rita inn fyri at lesa og lurta eftir Frihedsbrevet.