Fría Barbara #28: Av telefonini á køksborðið
Kæri lesari,
Nú vit skriva 6. juni, eru tvey ting, sum eru hend hjá okkum á redaktiónini, síðani seinast eg setti meg at skriva Fríu Barbaru. Og so er eitt risa ting, sum er hent í landinum, sum eg nokk skal koma aftur til. (Eg tosi sjálvandi um tey skeivu tølini).
Men lat meg byrja við at siga tær um tey bæði tingini, sum merkja okkum á redaktiónini hesa vikuna.
1. juni rundaðu vit okkara fyrstu seks mánaðir. Og sum vit hava lært nógv hesar seinastu mánaðirnar.
Fyrst av øllum — tað er ein fragd at fáa gjørt sín ótta til skammar. Tí um eg nú skal vera púra erlig, so vóru vit trý rættiliga fjálturstungin, tá ið 1. desember nærkaðist. Fer hetta at rigga? Tíma føroyingar at rinda fyri tungan journalistikk? Tíma føroyingar poddvørp og upplisnar greinar og tíðindabrøv? Ella verður hetta eitt gigantiskt flopp?
Tað vóru sjálvsagt tankarnir. Vit vóru bangin fyri, at hetta fór at gerast pínligt. Soleiðis er menniskja helst.
Men nú vit runda okkara fyrsta hálvár, kann eg staðfesta, at tað var ógrundaður ótti. Tað ber eisini til í Føroyum at hava ein tungan miðil, sum leverar kvalitet heldur enn kvantitet. Tað verður jú altíð sagt, at tað er so nógv, sum ikki ber til í Føroyum, tí vit eru so fá. Men tað er ein fragd at uppliva, at tað er ikki altíð so. Vit kunnu hava Michelin matstovur, beinleiðis ferðir til New York og nørdutar miðlar (uttan nakra samanbering annars…).
Takk fái tit øll, sum hava stuðlað okkum hesar seinastu mánaðirnar. Eg vóni, at tit hava eina kenslu av, at tit hava fingið nakað fyri pengarnar, og at vit veita okkurt til kjakið í Føroyum um Føroyar.
Orsakað av hesum serliga degi hava vit gjørt hesi tvey tingini:
1 — Frihedsbrevet Avís — fyri Frihedsbrevet 2.0
Júst nú eru tey røsku fólkini hjá Posta ávegis at bera tær okkara fyrstu og kanska einastu avís út í hvørt hús. Tað er ikki ein 32 síða avís, sum vit kenna tær frá Dimmalætting og Sosialinum, men hinvegin ein lítil avís, ein brellbiti, sum inniheldur eina góða søgu, og annars sigur søguna um Frihedsbrevet.fo.
Tað er ein høvuðsorsøk til hetta. Hóast tað hevur gingið sera væl hesar seinastu mánaðirnar, so hava vit eisini tørv á at fáa fleiri limir umborð.
Vit hava stórar ætlanir um eitt størri journalistiskt umhvørvi og enn fleiri pallar, sum vit vilja siga tær søgur á. Hevði tað ikki verið stuttligt og vigtigt at sæð t.d. fleiri sjónvarps dokumentarar? Men til tað krevst fleiri limir. Tí gera vit eina roynd at fáa fleiri fólk áhugað í okkara tilfari við einari avís.
2 — Russland, Ukraina og Føroyar — Frihedsbrevet LIVE
Mikukvøldið — tað vil siga í annaðkvøld — skipa vit fyri einum spennandi tiltaki í Løkshøll. Kl. 19.30 trína teir tríggir, Flemming Rose, korrespondentur í Russlandi í mong ár (og ja, hin kendi redaktørurin frá Mohammed tekningunum), Heini í Skorini, lektari á Fróðskaparsetrinum og Jan Lamhauge, journalistur, á pall at tosa um Russland, kríggið í Ukraina og Føroyar í einari altjóða mynd. Eru okkara tiltøk lin, gera vit meira enn vesturheimurin annars, og hvar skulu vit lenda? Tað seta teir nøkur orð á.
Hetta tiltakið er ókeypis fyri limir. Tú nært tað enn — skriva “eg vil við” á loksholl@frihedsbrevet.fo, so ert tú við.
At siga ósatt
Hósdagin eydnaðist tað annars stovureinu samgonguni loksins at siga okkum føroyingum, hvat gerast skal við okkara samband við Russland. Høvuðsargumentið fyri bíðitíðini hevur verið, at her skal alt gerast við fullum gjøgnumskygni og vera væl gjøgnumarbeitt, og einki má skundast ígjøgnum.
Vit hava øll fingið kensluna av, at her situr ein seriøs samgonga og arbeiðir við hesum týðandi málinum. Og so kemur stóri dagurin. Tað er eitt stórt setup í sólini á Viðareiði, og tað sær út til, at helmingurin av embætisverkinum er til staðar. Tú fært kensluna av, at her er stýr upp á tað, her er væl gjøgnumarbeitt tilfar, sum nú verður lagt fram, og her er einki, sum hesir gløggu knokkarnir ikki hava fyrihildið seg til.
Men luftin fer fullkomiliga úr ballónini, tá ið Dagur & Vika seinni sama dag kann avdúka (eina sera vigtiga søgu!), at tølini eru skeiv.
Løgmaður hevur sagt okkum frá einum veruleika, sum snøgt sagt byggir á skeivt fakta. Tað er nakað av einum ommer frá samgonguni. Tað, sum síðani ger tað verri, er, at somu skeivu tøl verða partvíst løgd fram munnliga í einum kjaki í løgtinginum sama dag.
Løgmaður hevur sagt orsaka, og hevur víst á, at Uttanlandsnevndin ikki hevur fingið skeiv tøl. Men spurningurin er, um tað er nóg mikið.
Mín stóri spurningur er — hvat er í roynd og veru hent har? Er tað eitt landsstýrisfólk ella eitt embætisfólk, sum hevur svikið løgmann í hesum førinum? Vit kunnu helst øll rokna út, at løgmaður neyvan sjálvur situr og roknar upp á tonsatøl og líknandi frá russiskum skipum. Hann fær upplýsingarnar onkrastaðni frá, og hvar í tí ketuni eru skeivu tølini komin?
Óansæð, so eigur tað at fáa onkrar avleiðingar. Vit kunnu ikki hava eitt samfelag, har ein slíkur risa brølari gongur, uttan at tað kostar nøkrum nakað.
Øðrumegin hava vit kensluna av, at hetta, sum okkum er fortalt síðani valið, hevur verið luftkastellir, tí eru tiltøkini veruliga grundað á faktiska veruleikan, tá ið slík skeiv tøl verða løgd fram sum grundarlag undir avgerðunum, sum vit hava bíðað so leingi eftir? Og júst hetta, ímyndi eg mær, er tað, sum samgongan júst nú er illast um. Tí tey hava selt seg sum fyrimyndarlig vaksin fólk, sum lata uttanríkispolitikk vera á einum seriøsum støði og vilja hava allar partar at semjast um. Vit hava hoyrt svaduna um, at vit mugu standa saman sum ein úteftir, tá ið vit tosa um stór, uttanríkispolitisk viðurskifti. Vit hava hoyrt øll sum ein siga “Vit siga einki, fyrr enn samgongan er liðug og uttanlandsnevndin og andstøðan hava havt høvi at fyrihalda seg til málið”.
Alt so seriøst, so seriøst, men tá dagurin so upprennur, gera tey seg til grin á Viðareiði frammanfyri allari tjóðini. Og tað er pínligt!
Hinumegin hava vit álvarsmálið, sum er at siga ósatt fyri tjóðini og fyri løgtinginum. Tað kunnu vit ómøguligt hava sitandi á okkum við einans einari umbering. Tað má kosta — um ikki løgmanni, so tí persóni, sum hevur ábyrgdina av, at tað er blivið sagt ósatt. Her má ein strika setast í sandin.
Flutt fokus
Tað er stórt spell, at hesin brølarin hevur tikið alt uppmerksemið hjá tjóðini og politisku skipanini, og vit tí als ikki hava umrøtt tey tiltøk, sum nú eru sett í verk móti Russlandi. Vit hava ikki tosað um ræðuleikarnar í Ukraina, um fólkamorðið sum er í gongd í okkara grannalagi júst nú, um týdningin av, at vit standa saman við ukrainum í hesum málinum. Vit hava snøgt sagt als ikki fyrihildið okkum til, um hesi tiltøk eru nóg mikil, um tey eru tey røttu, hvat tey kosta okkum og møguliga kosta okkum framhaldandi, um hvat víðari skal henda. Vit mugu tí viðgera hesi bæði málini hvør sær. Vit mugu tosa um tað størra, vigtigari málið — nevniliga okkara støðu í kjalarvørrinum av innrásini i Ukraina, og hvar vit vilja standa í søgubókunum. Vit mugu eisini tosa um álvarsmálið — at siga ósatt, og hvat tað eigur at kosta politisku skipanini.
Men fyri Guds skyld ikki lata tað eina málið stjala alt fokusið frá hinum…
Frihedsbrevet hesa vikuna
Í morgin kanst tú lesa meira um eitt svart hol hjá løgregluni, har eitt risa mál, sum skuldi kosta fongsulsrevsing, tóndaði niður í eina lítla bót. Tú kanst í vikuni eisini hoyra okkara tiltak í annaðkvøld sum poddvarp seinni í vikuni, og fríggjadagin er Frímælt tíð aftur.
Vit grava í løtuni í fleiri størri søgum, men eg fái sum altíð ikki sagt tær so nógv um tað — annað enn: gleð teg! 🙂
Hevur tú nakað, sum tú heldur vit áttu at vitað, kanst tú senda mær teldupost her ella á frihedsbrevet@protonmail.com
Rita Inn
Tú skalt rita inn fyri at lesa og lurta eftir Frihedsbrevet.