Her er der en lydafspiller

Men før du kan se den, skal du acceptere cookies fra vores lydleverandør.

Kæri lesari, 

Lat meg siga tær frá einari hending á redaktiónini hjá Frihedsbrevet fyri kortum. Hósmorgunin 11. mai tikkar ein teldupostur inn á innbakkan hjá redaktiónini. Eg las hann ikki beinanvegin, men stutt eftir byrjar at plinga í krypteraðu appunum, sum vit vanliga brúka at samskifta við journalistar og varskógvarar úti í heimi. Tað er sjálvsagt ikki aktivitetur dagliga á slíkum tráðum, men hendan morgunin var eldur í. 

Tí á bretsku útgávuni av heimasíðuni hjá Samherj segði fiskivinnurisin í Íslandi nú eina søgu, sum tey ongantíð áður hava sagt. Við yvirskriftini “We’re Sorry” viðgekk íslendski risin brádliga alt tað, sum tey eru løgd undir at hava gjørt av ólógligum virksemi, í sambandi við stóru mutursgøluna í Namibia. 

 

Í har viðganga tey snøgt sagt alt. Mutur fyri at fáa fatur á kvotum, at hava tikið virðir úr Namibia, at hava rindað sum minst í skatti. At hava fingið ólógligan fyrimun av makrelkvotunum í Namibia, sum leiddi til, at mong mistu arbeiði og álvarsligar langtíðaravleiðingar fyri búskapin í Namibia. Og tey siga orsaka. Formliga orsaka fyri sín leiklut í Fishrot skandaluni, og binda seg til at endurreisa samfelagið. 

Fyrstu minuttirnar vóru fólk spent. Journalistar og varskógvarar vóru á gosi um, at loksins bant Samherji seg til at fáa tað, sum mann heldur er ólógliga útvunnir pengar, aftur til namibiska fólkið, sum jú er stóri taparin av mutursgøluni hjá Samherja. 

Men tað vardi bara í nakrar minuttir. So byrjaðu vit at seta spurnartekin við trúvirðið í hesum boðskapi. Vit sendu ein teldupost til persónin, sum stóð sum kontaktpersónur á bretsku heimasíðuni. 


 

Og jú, viðkomandi váttaði óført søguna. Á Frihedsbrevet og hjá okkara starvdsfeløgum í Íslandi trúðu vit kortini ikki reiðiliga upp á hesa søguna, at Samherji brádliga skuldi viðganga allar ákærur, sum samtakið annars hevur bart við hond og fót ímóti síðani 2019. 

Tað vísti seg so eisini at vera lygn. Tí bara nakrar tímar seinni skrivar íslendska heimasíðan hjá Samherja, at hetta var onkur, sum hevði gjørt seg inn á Samherja og gjørt eina falska heimasíðu og eitt falskt tíðindaskriv. 


Í síðstu viku funnu vit so útav, hvat tað var sum veruliga hendi. Tí nú kom so ein teldupostur aftrat frá “bretska Samherja” — og tað vísir seg, at átakið er ein listarlig framsýning, eftir listamanninum ODEE (Oddur Eysteinn Friðriksson), sum rópar seg listamann og mentanar-aktivist. Hann skrivar: 

Síðsta hósdag gjørdist heimasíðan www.samherji.co.uk almenn við einum tíðindaskrivi til miðlarnar. Fleiri miðlar kring knøttin hava umrøtt tíðindaskrivið, innihaldið í skrivinum og aftursvarið frá Samherja. Samherji segði seg vera offur fyri einum álvarsligum álopi, og gjørdi greitt, at tey ikki stóðu aftanfyri umberingina ella heimasíðuna. Summir miðlar søgdu, at hetta var eitt úrslit av professionellum teldusníkum. Tað er skeivt, tí tað var eg”, sigur Oddur Eysteinn Friðriksson. 

We’re Sorry”, er heitið á einum interaktivum átaki og framførslu-listaverki, har samherji.co.uk er ein integreraður partur,” greiðir listamaðurin frá. 

Um orsøkina til hetta listaverk er listamaðurin púra greiður. Hann vil umbera vegna íslendsku tjóðina. 

Sum listamaður og íslendari, sendi eg eina umbering til Namibia vegna íslendsku tjóðina. Vit standa saman við tykkum í at fordøma eyðráni, sum hevur verið. Hendan skammiliga hending hevur sett ein ljótan blett á okkara tjóðarsøgu”, sigur listamaðurin millum annað og vísir á: 

“Vreiðin og skommin av hesum sæst aftur í øllum landinum. Tey, sum hava ábyrgdina av hesari eyðræning, skulu missa sítt ríkidømi, bæði í Íslandi og uttanlands. Vit mugu tøma skattaskjólini og bera stolnu pengarnar aftur til Namibia. Tíðin er komin til at lata lyklarnar til Samherja umframt onnur virðir ólógliga fingin til vega aftur til namibisku tjóðina. Namibia hevur rætt til eina umbering frá okkum. Øll tann íslendska tjóðin eigur at viðurkenna ábyrgd, binda seg til at gera broytingar og biðja um fyrigeving. Hetta er ein umbering frá okkum øllum, sum hava latið hetta henda”, sigur Oddur Eysteinn Friðriksson, og leggur dent á, at leiðslan í Samherja og onnur íblandað eiga at vera hildin til svars fyri sínar gerðir. 

Átakið “We’re Sorry”, er endaverkið hjá Odduri Eysteinn Friðriksson við lærda listaháskúlan í Íslandi, og verkið verður sýnt fram í Listasavninum í Reykjavík. Listaverkið er eitt nú ein 10 metur breiður veggur í listasavninum.

Listaframsýningin sæst her

Og heimasíðan “We’re Sorry” sæst her


Hvat siga føroyingar?
Hendan vreiðin, sum Oddur Eysteinn Friðriksson nú hevur víst í verki, er umboðandi fyri ein stóran part av íslendsku tjóðini. Tað eru tað fleiri kanningar, sum hava víst, síðani stóra mutursgølan rakti alheimsmiðlarnar í 2019. 

Her heima í Føroyum eru vit væl og virðiliga sósað inn í mutursgøluna. Tað segði varskógvari Jóhannes Stefansson í dokumentarunum Teir Ómettiligu 1 og 2 hjá Kringvarpinum (sum journalistar nú á Frihedsbrevet forrestin gjørdu). Tað leiddi til, at Samherji rindaði 17 milliónir til Taks — kanska í einari roynd at sleppa undan ákæru. Men tað riggaði ikki, tí Taks gjørdi bart og meldaði stutt eftir Samherja og felagið Tindhólm til løgregluna, har málið eftir øllum at døma er farið at doyggja. Tí nú eru meira enn tvey ár síðani, at Taks meldaði málið, men enn er einki sum helst hent hjá løgregluni. 

Tað er enn ein partur av tí nú longu framhaldssøguni hjá ákæruvaldinum um at vera óvanliga lin, tá ið umræður lógarbrot hjá stórum fyritøkum (Eg freistist at siga Bakkafrost, Næraberg, TF holding). 

Men hvat heldur tann føroyska tjóðin? Hvar eru okkara mótmæli í móti og krav um at fáa fult innlit í, hvussu ein av okkara størstu aktørum í fiskivinnuni ber seg at bæði her heima, men eisini úti í heimi? 

Hvat siga politikararnir? Eru teir tryggir, tí ákæruvaldið nú hevur málið? Og í so fall — er ákæruvaldið har, tú leggur mál at doyggja til fragd fyri allar aðrar myndugleikar í landinum?

Kanska heldur tú, at eg burdi latið hetta farið. Men veruleikin er bara tann, at hendan mutursgølan hevur gjørt risastór inntriv í Namibiska samfelagið, og eg haldi ikki, at tað er í lagi, um føroyska samfelagið verður brúkt til at ræna frá teimum, sum hava minni enn vit. Tað er stór skomm. 

Ikki tí, kæri lesari. Eg eri ikki so naiv, at eg haldi, at tað fær nakrar avleiðingar fyri Samherja, ella at vit nakrantíð fara at síggja júst hvussu Føroyar eru misnýttar her. Eg havi arbeitt leingi nokk í journalistverðini til at vita, at einki fær avleiðingar, um tú bara eigur nokk av pengum…


Frihedsbrevet hesa vikuna
Ferð eftir ferð hoyra vit atfinningar móti Sernámi í almenna rúminum. Men hvat siga tey, sum í roynd og veru arbeiða saman við Sernámi? Tað vita vit, tí ein stór innanhýsis kanning var gjørd í fjør, og hana hevur Frihedsbrevet fingið hendur á. Tú kanst lesa um kanningina í dag.

Í morgin kanst tú lesa um lemjandi atfinningar frá Landslæknanum. Seinni í vikuni viðgera vit fólkatingssessirnar og fríggjadag er sum altíð Frímælt tíð.

Vit grava í løtuni í fleiri størri søgum, men eg fái sum altíð ikki sagt tær so nógv um tað — annað enn: gleð teg! 🙂

Hevur tú nakað, sum tú heldur vit áttu at vitað, kanst tú senda mær teldupost her ella á frihedsbrevet@protonmail.com