Her er der en lydafspiller

Men før du kan se den, skal du acceptere cookies fra vores lydleverandør.

Kæri lesari, 

Í gjárkvøldið fór eitt uppslag á Facebook viralt. Uppslagið kom frá einari samkyndari kvinnu, sum saman við familju síni vaknaði sunnumorgunin til eina óhugnaliga sjón. Eitt brotið og dálkað LGBT-flagg, sum onkur hevur tikið úr hjallinum hjá hesum kvinnum og familju teirra, brotið og meiðslað — fyri síðani at leggja tað frammanfyri úthurðina, til tær at finna í gjáramorgun. 

Tað føroyska samfelagið doyr eitt lítið sindur, hvørja ferð okkurt líknandi hendir. Tí avleiðingin av hesum er, at hesar báðar kvinnur og familja teirra valla kunnu kenna seg heilt tryggar í egnum heimi. Hetta er heldur ikki fyrsta ferðin, at vit hoyra søgur um álvarsligan ágang móti samkyndum. Kendasta dømið er Rasmus Rasmussen, sáli, sum fyri fleiri árum síðani varð álopin, tí hann var samkyndur, og hendan ógvusliga hendingin hevði við sær, at løgtingið loksins tók undir við at broyta grein 266b, til eisini at fevna um samkynd. 

Og lukku tíð, tí so seint sum í fjør tók løgreglan av sínum eintingum mál upp, sum tey mettu vera brot á grein 266b.

Soleiðis eru fleiri dømi um samkynd, sum symbolskt ella bókstaviliga verða álopin av ræðuskítum, sum ikki duga at rúma, at onkur er í Føroyum, sum ikki er akkurát sum ein sjálvur. 

Eitt er persónliga avleiðingin fyri hesa familjuna. Hitt er avleiðingin fyri tjóðina, sum tekur eitt álvarsligt afturstig, tá ið snýr seg um tolsemi og næstrakærleika. 

Hví kunnu vit ikki bara góðtaka, at eg eri øðrvísi enn tú, uttan at skulla trýsta okkara hugsan inn yvir onnur við harðskapi og niðrandi orðum sum “kynsvillingur”?

Eg sigi bara fyri mín part, at eg hevði ikki viljað búð í Føroyum, um ymiskleikin ikki var at hóma, tá mann gekk sær ein túr eftir gøtunum í Havn. Um øll vóru akkurát líka, livdu akkurát líka, hildu akkurát tað sama, og trúðu akkurát tað sama. Tað er ræðuligt sum tað er nalvaskoðandi at halda, at tað er einasti rætti mátin. Mín máti. Tú mást vera sum eg, annars knúsi eg teg sundur og bróti títt LGBT-flagg. 


 

Frihedsbrevet kunngjørdi í síðstu viku eina nýggja vikuliga poddvarpsrøð, Frí Mikrofon, har haturstala var evni í fyrsta parti. 

Dina Jensdóttir Norðberg, sum rekur kristinkonservativu síðuna Vakurleiki.fo og Esther Margreth Petersen, nevndarlimur í LGBT+ Føroyar, kjakaðust um leikin En kenguru som dig, og haturstalu, trúarfrælsi og talufrælsi. 

Tað var ein ótrúliga áhugaverd samrøða (um eg nú skal siga tað sjálv), tí tær báðar tosaðu siðiliga, hóast so sera ósamdar á fleiri økjum. 

Og vit mugu tosa um tað. Vit mugu tora at hyggja hvønn annan í eyguni, siga okkara hugsanir, og kanska enntá vera opin yvirfyri at broyta hugsan, ella tillaga okkara fatan eitt sindur, aftaná vit hava hoyrt mótargumentini. Tí eg haldi, at tað skal vera pláss fyri okkum øllum. LGBT+arum og kristinkonservativum. Men tað skal ikki vera pláss fyri, at tann eini fremur ágang ella harðskap móti hinum. Har má strika setast í sandin, og tí er umráðandi at tosa siðiliga saman, so mann veit, hvussu hin parturin sær upp á tilveruna. Hvussu skulu vit annars kunna skilja hvønn annan?

Tí ræðuskítarnir eru ikki tey, sum hava eina øðrvísi fatan enn eg. Ræðuskítarnir eru tey, sum leypa á við orðum ella gerðum, og ikki tora at møta sínum medborgarum og hyggja tey í eyguni. Skamm fáið tykkum, sum fremja ágang móti minnilutabólkum. 

Og nú eg siti og skrivi hetta undrar tað meg, at eg ikki síggi hetta Facebook uppslagið endurgivið á nøkrum miðli. Miðlarnir plaga annars at vera óførir at taka uppsløg á Facebook og gera tey til tíðindi — ikki minst slíkt eksplosiv mál sum hetta. Men hesa ferð er tøgn. Hví? 

Tað mann fara at koma… kanska eru tey bara ikki vaknað enn eftir vikuskiftið…


Dina Jensdóttir Norðberg frá Vakurleiki.fo og Esther Margreth Petersen, nevndarlimur í LGBT+ Føroyar. 

 

Vit hyggja kroniskt frameftir
Eg møtti tveimum gløggum, eldri eldsálum uttan fyri FK í miðbýnum í Havn í dag. Tá tey spurdu hvussu gongur, segði eg tað sum eg plagi, “Jú takk, tað gongur fínt”. “Er tað so fínt? Eg haldi, at næstan alt er nakað lort”, søgdu tey við ein munn og síðani fóru vit at práta um alt tað, sum er nakað lort. 

Skannaramálið í Klaksvík. Hvat gera vit við tað, hugsa politikararnir og svarið er sjálvandi: Jamen, vit seta eina nevnd. Sjálvandi. Og so ganga tað nakrar vikur, og so koma vit kanska við onkrari meining um, hvat vit í veruleikanum halda um tað

H‑bygningurin er enn ein byggigøla. Hvat gera vit við tað? Vit byggja víðari, seta sjálvandi eina nevnd og lova, at hetta ongantíð hendir aftur (sum er ársins joke, tí tað hendir jú umaftur og umaftur). Hvør hevur skyldina í hesum óskilinum, hugsa allir føroyingar helst? 

Jamen hví skalt tú hugsa nakað so keðiligt sum tað? Hví skalt tú altíð royna at plasera ábyrgd á onkran, bara tí tey við óvart brúktu fleiri hundrað milliónir av tínum pengum í heimildarloysi? Heilt erligt, ikki vera so órein. Vit hyggja jú frameftir. Altíð. Eisini tá tað vit tosa um tað, sum hendir beint nú — nei, for ólukkan fyrihalda vit okkum ikki til tað. Vit hyggja jú frameftir, og har frammi er eingin H‑bygningur í eygsjón. 

Forbarmi seg mann verður móður og troyttur av myndugleikunum í hesum landinum næstan dagliga. Troyttur av, at løgreglan ikki kundi droymt um at fylgt nøkrum máli til dyrnar, um tað nú involverar eina stóra fyritøku. 

Troyttur av, at politikararnir kundu ikki droymt um at tikið nakra avgerð, uttan at tey hava vent og snara øllum hugsandi smálutum í óendaligheitir við øllum hugsandi fólkum áðrenn. 

Troyttur av, tá mann av órannsakiligum orsøkum skuldi tendrað fyri tingvarpinum og hoyra Kaj Leo Holm Johannesen tosa um, at mann kallar einki menniskja fyri ein lyktapela, og Miðflokkin tosa um, at tá mann skal sleppa at eita “løgtingsfólk”, so er tað fyri at sníkja júst tey, sum identifisera seg sum lyktapelar, inn gjøgnum bakdyrnar í Stýriskipanarlógini. 

Tað veit Gud tað er møðandi, fordummandi, troyttandi og ja. Tað mesta er nakað lort, hugsi eg so við. 

Nýggj poddvarpsrøð — Føroya vandamiklasti brotsmaður
Í morgun hava vit lagt eina nýggja poddvarpsstuttrøð á heimasíðuna og appina; hon eitur Føroya vandamiklasti brotsmaður. Røðin snýr seg eitt serstakt mál í Føroya rætti og Eystara landrætti fyri kortum, tá ið fyrsti persónurin nakrantíð varð dømdur í trygdarvarðhald. Tað var hann fyri rán og neyðtøkuroyndir móti trimum kvinnum. Men hví verður ein maður dømdur í trygdarvarðhald fyri hetta, og hvør er hesin maðurin? Tað viðgera vit í stuttrøðini. Tveir partar eru í stuttrøðini, og báðir eru tøkir nú á appini. 

 

Frihedsbrevet hesa vikuna
Mikudagin kanst tú hoyra ein nýggjan part av Klubb33 — hesaferð um broytingina í Stýriskipanarlógini, um at løgtingskvinnur nú skulu kunnu eita løgtingskvinnur og ikki løgtingsmenn.
Hósdagin er næsti partur av Frí Mikrofon á skránni — hesaferð um polariseringina millum Klaksvík og Havnin, og fríggjadagin er sum vant Frímælt tíð.

Vit grava í løtuni í fleiri størri søgum, men eg fái sum altíð ikki sagt tær so nógv um tað — annað enn: gleð teg! 🙂

Hevur tú nakað, sum tú heldur vit áttu at vitað, kanst tú senda mær teldupost her ella á frihedsbrevet@protonmail.com