Her er der en lydafspiller

Men før du kan se den, skal du acceptere cookies fra vores lydleverandør.

Kæri lesari, 

Skulu vit keypa eina innflytingargávu ella ringja 112? Tað er spurningurin eg siti við í dag. Tí landsstýrismaðurin Djóni Nolsøe Joensen má vera hart raktur av koyrisjúku, ella kanska vera í syndarligum kropsligum formi. Tað giti eg meg til, tí hann og hansara aðalráð hava endavent tilveruni hjá fleiri smærri fyritøkum, so landsstýrismaðurin ikki skal hava for langt at ganga út í Tinganes. 

Tað er í øllum førum grundgevingin, tá ið Súni Selfoss og Poul Geert Hansen taka saman hendur og ripa fleiri smáar fyritøkur úr Smæruni í Havn. Um tú ikki veitst tað, kæri lesari, so liggur Smæran mitt í býnum í Havn og hevur í fleiri ár hýst fleiri smærri fyritøkum. Tað var eitt frambrot, tá tað kom, tí nú kundu smærri fyritøkur, einstaklingavirki og líknandi hava eini hóskandi høli, har tey eisini hitta onnur fólk og soleiðis kunnu fáa ein fjølbroyttan gerandisdag, hóast skerda starvsfólkatalið. 
Men tað er nú ein saga blot, og hesar fyritøkur mugu allarhelst fara at leita sær eftir kjallarakontórum í onkrum skýmaskoti í Havn. 

Tí til frama fyri nýggja Barna- og útbúgvingarmálaráðið hevur Starvsfelagið, sum eigur bygningin, blakað allar hesar fyritøkurnar á dyr, fyri síðani at lata Smæruna til nýggja ráðið. 

Har er so nógv galið við tí støðuni. Tað fyrsta er: hví góðtekur Starvsfelagið, sum eigur hendan bygningin, at blaka smærri fyritøkur út til frama fyri eitt aðalráð, sum jú søguliga sæð eru mótpolar hjá júst hesum fakfelagi? Sjálvandi kann landið rinda meira enn nøkur start-up fyritøka, og helst er svarið upp á hendan spurningin tað sama sum upp á so nógvar aðrar spurningar: it’s all about the money. Tað sigur Súni Selfoss, formaður í Starvsfelagnum, í øllum førum. Starvsfelagið kassjar meira inn við at leiga til tað almenna, heldur enn tað privata.

Tann størri moralski spurningurin er: hví heldur aðalráðið ella aðalstjórin Poul Geert Hansen, at tað er eitt gott hugskot, at hann trods devulin skal hava eina sera góða staðseting mitt í høvuðsstaðnum? 

Ein grundgeving, sum hevur verið frammi, er, at tað er tí tað er neyðugt hjá landsstýrismanninum at hava stutta farleið í Tinganes. Tí er tað, kæri lesari, eg eri óttafull um heilsuligu støðuna hjá Djóna Nolsøe Joensen — kanska Poul Geert Hansen við. 

Eru teir so illa fyri, at tað er ein óhugsandi tanki, at teir hava longri enn fýra minuttir til gongu út í Tinganes? Ella, Gud forbjóði tí, mugu koyra á fund við løgmann?

Eg hevði skilt poengið, um einastu tøku hølini vóru staðsett í Sumba, men at ein nøktandi bygningur ikki kann finnast onkrastaðni, har tað er koyrandi til Tinganes, er heilt ótrúligt. 

Tað er nú eisini heilt ótrúligt, at tað er so lítil virðing fyri lítlum fyritøkum, at tær ongan góðan eiga, tá ið aðalstjórin setir kikaran á tey. 

Tað hevði klætt landsins ovastu myndugleikum at havt størri virðing fyri vinnulívinum og heldur brúkt fólksins pengar til onnur hølir, har tey ikki gjørdu skaða á nakran. Og so er tað eisini líka tað, at Djóni Nolsøe Joensen og Poul Geert Hansen eiga ikki pengarnar, sum teir velja at yvirbjóða tað privata við. Teir umsita pengarnar hjá øðrum. Tí burdu teir eisini ansa eyka væl eftir teimum. 

 

Leiklistaumhvørvið í sorið
Nakrar hundrað metrar frá Smæruni liggur Tjóðpallur Føroya. Mitt í hjartanum av Havnini er eyðkendi guli bygningurin, sum hevur hýst so mongum frálíkum mentanarligum tiltøkum, til frama fyri okkum øll. 

Men seinasta hálvtriðja árið, hevur Tjóðpallurin verið í upploysn. Fleiri av okkara best útbúnu fólkum innan leiklistina, hava tikið seg saman í Leiklistafylkingina, og hava boykottað Tjóðpallin. 

Nú eg tosi um, hvat hevur størri týdning enn pengar, so er svarið í øllum førum ikki mentan. Tí hóast fleiri ár við hesari støðuni, eru absolut eingi fet tikin nakran vegin í hesari orrustuni. Tað er stillstandur. 

Bara fyri at tekna støðuna upp fyri tær, kæri lesari, so eru eitt nú hjúnini Olaf Johannesen og Marita Dalsgaard partur av boykottinum. Tú veit, Olaf Johannsen, tann føroyski leikarin, sum í heilum verður fagnaður fyri stóravrik úti í heimi. Og Marita Dalsgaard, sum sjálv hevur drúgvar royndir í fakinum og er forkvinna í LISA, og sum júst hevur verið við í True Detective saman við Jodie Foster á HBO.

Í leiklistafylkingini eru eisini Kristina Ougaard Sørensen og Búi Dam, sum vit kenna frá framúrskarandi leikunum Lykkenborg og Hamlet. Gunnvá Zachariassen, Ria Tórgarð og Mariann Hansen. Ja, eg kundi í veruleikanum hildið fram eina góða løtu, tí tey eru í alt 22 fólk í Leiklistafylkingini, og eru tey ein hópur av vælútbúnum sjónleikarum, leikstjórum, sniðgevum og dansarum, har fleiri teirra hava drúgvar royndir í fakinum. 

Hvussu kann tað henda, at 22 av okkara fremstu leiklistafólkum boykotta Tjóðpall Føroya, og eingin raknar við? Hvussu kann eitt so umfatandi boykott og ein so oyðileggjandi støða verða møtt við tøgn frá politiskari síðu? 

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna við ábyrgd fyri Tjóðpallinum hevur sagt við Frihedsbrevet fyri kortum, at hon fer inn í málið og fer at kanna, hvussu reglugerðin fyri Tjóðpallin kann broytast. Men tað er altso eftir hálvttriðja ár, og at “fara upp í eitt mál”, er tíverri ikki tað sama sum at loysa tað. 

Tað undrar eisini, at sjálvasti ovastin á Tjóðpalli Føroya ikki hevur gjørt eitt sum ber til, fyri at loysa hesa støðuna. Um 22 journalistar alment høvdu boykottað Kringvarpið, so vænti eg, at Ivan Niclasen hevði verið skjótur at leita eftir loysnum. Men eftir øllum at døma er tað ikki støðan hjá Jenny Petersen og Tjóðpallinum. 

Tí ætla vit á Frihedsbrevet at halda fram við at grava í Tjóðpallinum og stríðnum har. 

Hetta er eitt týðandi mál. Hetta er vigtigt, fyri nú at brúka mítt gerandismál.

Tí hvat er ein tjóð, um hon ikki hevur ein mentanarbera sum Tjóðpallin, sum er í fagrasta blóma og dugir at gagnnýta tað tilfeingi, sum her býr, til fulnar?

Í morgun góvu vit hesa greinina úr: Stríðið í Tjóðpallinum: Trupult samstarv myndaði verkætlanina Hamlet

 

Frihedsbrevet hesa vikuna
Hesa vikuna byrja vit upp á eina nýggja, afturvendandi poddvarpsrøð, sum eitur Frí Mikrofon. Tað er ein poddvarpsrøð, har vit kjakast um aktuell samfelagslig viðurskifti, saman við áhugaverdum gestum. Meira um tað seinni í vikuni.

Vit arbeiða við sambandinum millum Føroyar og Russland, við harðskap ímóti kvinnum og við nógvum øðrum spennandi málum, sum eg ikki fái sagt so nógv um nú.

Hevur tú nakað, sum tú heldur vit áttu at vitað, kanst tú senda mær teldupost her ella á frihedsbrevet@protonmail.com

Takk fyri at tú las við.