Her er der en lydafspiller

Men før du kan se den, skal du acceptere cookies fra vores lydleverandør.

Kæri lesari,

Altso, altso, ein hendingarík vika, sum júst er farin framvið. Meðan helmingurin av vinnulívinum hevur verið í Barcelona til fiskivinnuráðstevnu, hevur politiska skipanin í Føroyum mist pippið av einari stórfingnari “gávu”, sum av sonnum setir leiðsluna í Heilsuverkinum í eina tronga støðu.

Orsøkin til gásareyguni um orðið “gáva” er, at tað eru nú fáar gávur, sum koma frá loyniligum donorum, sum hava advokatar sum millumenn. Slíkar gávur havi eg í øllum førum ongantíð latið ella fingið. Tað er nú eisini ótrúligt, at einki samskifti hevur verið yvirhøvur við leiðsluna í Heilsuverkinum, áðrenn eitt slíkt skriv varð orðað. Mundu vit ikki verið sloppin undan hesari tápuligu tvíbýtingini og illgitingini, um bara hesir vinnulívsmenninir høvdu tosað beinleiðis við Heilsuverkið áðrenn skrivið frá advokatinum?

Eg hevði ikki viljað verið Steinar Eirikstoft ella Margit Stórá í hesum døgum, tí tað er eingin løtt uppgáva, tey hava fingið at loysa. Sjálvsagt eru øll glað fyri sjálvan skannaran. Ein risa gáva, eitt tøkniligt frambrot fyri 13 milliónir, sum Steinar Eirikstoft kann skjóta ein hvítan píl eftir sjálvur at fáa ráð til upp á vanligan máta. Men treytin er, at hann frásigur sær leiðslurættin á Heilsuverkinum. Ikki í tíð og allar ævir ella í øllum lutum, men í hesum eina málinum.

Tá ið umræður millum annað prostatakanningar hjá føroyskum monnum, ja so skal Steinar Eirikstoft góðtaka, at hann hevur lítið at siga í mun til loyniligu vinnulívsmenninir, og tí vinna teir hendan dystin. Fer hann at góðtaka tað? Sjálvandi. Hvør kann siga nei til eina slíka gávu, uttan at av álvara seta kílar í samfelagið?
So verður hesin skannari helst orsøkin til Klaksvíksstríð nummar 2, og Steinar Eirikstoft og Margit Stórá kunnu passandi ringja til Boolsen, fúta, og hoyra, hvussu mann sleppur undan tí. Tað ger mann við at gera, sum vinnulívsmenn siga. So einfalt er tað.

“Tað snýr seg um prinsippir, vinnulívið kann ikki stýra heilsuverkinum”, eru tað fleiri sum siga. Well, prinsippini eru fín, inntil tú stendur við avgerðini. Tey eru fá, sum ikki er hoknað undir trýstinum frá vinnuliga valdinum her á landi, og eg vænti ikki at síggja tað veldiga bragdið í so máta á hesum sinni.

Tað er nú annars komiskt at síggja, at í øllum rumsterilsinum um, at havnarfólk duga ikki at taka ímóti gávum, sum skulu til Klaksvíkar, og lokalpatriotismuna leidda av herovastanum á Norðlýsinum, er tað eingin, sum hevur skoytt løgtinginum ein tanka.
Eingin — uttan fyrisitingarligi riddarin Torkil V. Rasmussen, løgfrøðingur. Á Facebook tráði hjá Johan Dahl minnir hann á, at stýrisskipanarlógin ásetur, at øll lán, borgan og líknandi, kunnu ikki gevast uttan um løgtingið.
Bæði Johan Dahl og Kaj Leo Holm Johannesen eru skjótir at siga “áhja, løgtingið eigur avgerðina”. Typiskt løgfrøðingar at koma mælandi við løgtinginum og lógum, tá ið vit onnur nú langt síðani hava gloymt, at tað eru onnur enn vinnulívsmenn, sum bestemma í Føroyum. Ja á pappírinum, í øllum førum.
Fer hetta málið í løgtingið? Nei.
Fer Heilsuverkið at siga nei til gávuna við hasum treytunum? Nei.
Tað er fínt, at tey minnast til, at einaferð vóru prinsippir eitt ting, men álvara — eingin fer at halda prinsippini í størri hevd enn tráanin eftir politiskari vælvild í norðurøkinum. Tað vildi merkt, at vit høvdu politikarar í Føroyum, sum stóðu fyri nakað annað enn at vera populerir…

 

Ein Tjóðpallur í upploysn
Hetta er eftirhondini ein gomul søga, men hon heldur áfram at útvikla seg, og tey eru fleiri, sum taka blaðið frá munninum. Eg tosi um støðuna á Tjóðpallinum, har fleiri av okkara fremstu leiklistafólkum nú eru í triðja árinum av boykotti móti Tjóðpallinum. Tað er í grundini ótrúligt, at eitt listaboykott móti sjálvasta Tjóðpalli Føroya kann halda áfram óloyst so leingi.
Meðan vit føroyingar hava møguleikar fyri at uppliva fleiri ómetaliga góðar leikir uttan fyri høvuðssætið hjá leiklistini. Vit hava sæð Lykkenborg í Miðvági og Norðurlandahúsinum, Hamlet í Norðurlandahúsinum og fleiri aðrar stórar, ummælararóstar leikir, sum hava fótað sær uttan fyri etableraða Tjóðpallin. Júst hendan áhaldandi illstøðan millum leiklistafólk og Tjóðpallin er eitt evni, sum vit hava valt at kasta okkum útyvir. Vit høvdu fyrstu greinina í síðstu viku. Næsta greinin kom í morgun, og í vikuni kanst tú lesa meira um orrustuna kring Tjóðpallin. Les greinarnar á síðuni.

 

Tí burdi tú komið umborð
Okkara slagorð á Frihedsbrevet er “bara í tínum lumma”. Tað siga vit, tí vit hava einans inntøkur frá okkara limum. Eingin fyritøka, eingin politisk nevnd hevur nakað vald á okkum, tí vit eru ikki fíggjarliga bundin at nøkrum.
Okkara konsept er soleiðis skrúvað saman, at vit hava fingið eina byrjanarfígging frá danska móðurfelagnum Mediehuset Friheden, sum gevur okkum rúma tíð at finna fram til, um hetta konseptið letur seg gera í Føroyum. Og longu nú — fimm mánaðir inni í okkara tilveru — hava vit fingið ótrúliga stóra undirtøku, og tað eru vit á redaktiónini sera takksom fyri.
Nú eru vit í einari tilgongd, har vit skulu vita, um nóg nógvir føroyingar halda, at tað hevur týdning at hava óheftan, kritiskan, grundigan journalistikk. Tí tað, sum vit gera, eru ikki veðurtíðindi ella umskrivað tíðindaskriv. Vit grava. Typiskt í tí, sum tú ikki sært aðrar miðlar grava í.
Tú hevur týdning, kæri lesari, tí hvør einstakur limur hjá okkum ger tað alsamt meira sannlíkt, at vit megna at prógva, at eitt slíkt konsept sum hetta, letur seg gera her í okkara lítla landi. Tað trúgvi eg upp á, og gongdin higartil ber eisini boð um tað.
Men vit eru ikki komin á mál, og tí sigi eg við teg, um tú ikki ert limur — eg haldi tú burdi komið umborð. Ikki fyri meg, men fyri teg og fyri Føroyar. Tí søgurnar gera mun og hava týdning.
Vit mugu tora at tosa um tað, sum ikki er so lætt at tosa um.

Allar greinarnar kunnu lesast og hoyrast. Tí vit lesa allar greinarnar inn, so tú kanst lurta eftir teimum, meðan tú koyrir bil, vaskar upp ella okkurt heilt annað. Og so hava vit eina ørgrynnu av poddvarpsrøðum eisini, og um skamma stund kemur tann næsta røðin út (meira um tað seinni).
Um tú gert limur, so kostar tað 125 krónur um mánaðin. Tað svarar til ein drink á Tarv ella eina pitsa. Tú kanst eisini tekna árshald fyri 950 krónur. So sparir tú nógv, og mánaðarliga gjaldið svarar harvið til 79 krónur. Tað er umleið tað sum ein Ben&Jerry’s ísur kostar.
Fyri nú bara at seta tað í perspektiv 🙂

 

Frihedsbrevet hesa vikuna
Sum sagt fokusera vit hesa vikuna fyri ein part upp á Tjóðpallin.
Longu í morgin kanst tú tó lesa um ein borgarstjóra og býráðslim, sum skora kassan upp á at broyta eina byggisamtykt.
Og seinni í vikuni tosa vit um kvinnur, og ta linu revsing fyri harðskap móti kvinnum, sum ferð eftir ferð niðurger kvinnur, sum hava verið fyri ágangi.
Frímælt — okkara vikuligi fríggjadagspoddur — er sjálvsagt á skránni eisini hesa vikuna, og politiski poddurin Klubb33 somuleiðis.
Hevur tú nakað, sum tú heldur vit áttu at vitað, so kanst tú senda teldupost her ella á frihedsbrevet@protonmail.com