Her er der en lydafspiller

Men før du kan se den, skal du acceptere cookies fra vores lydleverandør.

Kæri lesari, 

Eg vóni, tú hevur havt nakrar góðar páskadagar, nú vit leggja í vaðið aftur við tíðindum, sum tú ikki visti, at tú hevði tørv á. Og har er nógv á skránni á tí frontinum, kann eg heilsa og siga. 

Men áðrenn eg komi til tað, havi eg ein spurning: Hvat halda vit um, at ein heilivágsfyritøka í milliardaklassanum hevur fíggjað eina diabetesmiðstøð í Føroyum? 

Tað er kanska løgið at seta ein spurning í einari slíkari oddagrein, sum hendan er, men eg seti hann, tí fyrstu ferð eg sjálv hugsaði hann (í nýggjari tíð í øllum førum) var í síðstu viku. Tí eg varnaðist myndirnar frá snotiligu móttøkuni herfyri, men meira enn stóru smílini og estetiska pinnamatin havi eg ikki fingið við um hesa nýggju Stenø-miðstøð. Stenø-miðstøðin er fíggjað av Novo Nordisk fonden. Novo Nordisk er danska heilivágsfyritøkan, sum millum annað stendur aftanfyri ein væl umtóktan heilivág fyri diabetes. 

Hava vit sæð bara ein amerikanskan film um stóra medisinídnaðin, so hava vit sæð kjakið um egin áhugamál, um veldigar bankakontur, sum kunnu keypa bæði áhugafelagsskapir og heilsustarvsfólk til at siga júst tað, sum gagnar fyritøkuni handan ein ávísan heilivág. Eg haldi, eg havi sæð 1000 slíkar filmar. 

Men tá ið medisinídnaðurin vil lata eina Stenø-miðstøð upp í Føroyum, hoyra vit einki. Eg havi ongan konspiratiónteoretikara sæð skriva um hetta, einki kritiskt innslag sæð ella gjørt, ikki eitt øvugt orð. Eg ørminnist, at Sirið Stenberg var ivasom um kapitalíspræningina frá Novo Nordisk onkrastaðni millum 2015 og 2019, men í hesum umfarinum havi eg einki hoyrt um nakað. 

Er tað naivt av okkum? 

Tað er ein góður spurningur, sum vit á Frihedsbrevet ætla okkum at fáa svaraðan. Tí nú hava vit so hugt eitt sindur nærri eftir arbeiðsmannagongdunum hjá Novo Nordisk, og har eru nøkur ivasomu viðurskifti at finna bæði í Danmark og í Bretlandi, og tað í sambandi við nýggja heilivágin hjá Novo Nordisk — Wegovy. Og um tú heldur teg hava hoyrt tað navnið fyrr, so er tað tí, at Wegovy er nýggi heilivágurin, sum kann fáa teg klænan og sum selur sum heitt breyð í Føroyum. 

Kim Kardashian sigst at hava tikið Wegovy fyri at passa kjólan hjá Marilyn Monroe herfyri, og Elon Musk sigst taka Wegovy fyri at halda seg í form. 


 

Hetta er altso ein gullkálvur av tí aðru verð. Ímynda tær at finna upp á ein klænkiheilivág, sum fær Kim Kardashian upp á kur, tí nú skal gawla í ein ov lítlan kjóla. Eg eri ikki nakað businessfólk, men eg giti, tað er sovorðið, mann verður ovurhonds ríkur av. 

Tí er tað eisini forvitnisligt at síggja bretskar og danskar miðlar avdúka, hvussu Novo Nordisk hevur formað kjakið um ovurfita seinastu árini og hevur spýtt nógvar pengar í lobbyvirksemi bæði í Bretlandi og í Danmark. Í Bretlandi er tað komið fram, at heilsustarvsfólk, sum alment hava viðmælt Wegovy, hava havt fíggjarligar bindingar við Novo Nordisk. Og tað sama er komið fram í Danmark. 

Hvussu man vera í Føroyum? Og hvussu er á nýggju Stenø miðstøðini — eru ov jalig viðmæli har, tá ið vit síggja, at Novo Nordisk hevur latið yvir 100 milliónir til Føroya Landsstýrið í 2023 fyri hesa miðstøð? Tað vita vit ikki. Enn. Men vit kanna tað. 

Í stilluviku skrivaðu vit nakrar greinar um Novo Nordisk. Tær kanst tú lesa her: 

Novo Nordisk framleitt klænkiheilivág: Sprænt nógvar hundraðtúsund í dulda marknaðarføring

Heilsustarvsfólk í útlandinum fíggjarligt tilknýti til Novo Nordisk: “Nú eigur tað at gerast gjøgnumskygt í Føroyum”

 

Frihedsbrevet hesa vikuna
Vit grava í skrivandi stund í, hvussu nógvar antibiotika-resistentar bakteriur eru at finna í og kring Havnina. Og lat meg bara siga tær beinan vegin — tað er ikki smávegis ólekkurt og vandamikið.
Vit grava eisini í støðuni á eldraøkinum og vit halda fram at kaga niður í Novo Nordisk málið. Sum altíð fái eg ikki sagt tær so nógvar smálutir, so eg sigi sum eg plagi — gleð teg 🙂
Hevur tú nakað, sum tú heldur vit eiga at vita ella grava í, so er bara at senda mær ein teldupost her ella á frihedsbrevet@protonmail.com
Takk fyri tú las við.