Fría Barbara #2: Føroya løgting ella Paradise Hotel?
8. desember. Lagnuval fyri føroysku tjóðina (tað sigur Kringvarpið í øllum førum). Og kaga vit rundan um okkum og seta Føroyar í eitt altjóða perspektiv, so eru tað jú lagnutíðir. Tí tað er kríggj í Evropa. Aðrir evropearar eru noyddir at renna undan bumbum og kulda, og allur vesturheimurin berjist hendan og handan vegin fyri at hjálpa sum frægast og steðga russum í ukrainsku innrásini.
Eg eri uppvaksin við foreldrum, sum bæði minnast eftirkrígstíðina. Mamma mín, sum er fødd og uppvaksin í Jyllandi í Danmark, plagar at siga mær søgur um abba mín, sum var “frihedskæmper” — partur av mótstøðurørsluni í Danmark — sum stríddist ímóti týsku innrásini í Danmark. Hann hevði bygt sær eina gongd undir jørð, sum eg altíð helt var so forvitnisligt, tá ið eg var lítil, tí har mátti man næstan krúpa — sjálvt sum barn — fyri at sleppa ígjøgnum. Her kundi mann fara í kjallaran frá húsum teirra, krúpa gjøgnum gongdina og koma út eitt annað stað í bygdini, so mann altíð kundi flýggja frá týskarum um neyðugt.
Eg havi ongantíð ímyndað mær, at eg skuldi uppliva kríggj í Evropa í mínum lívi. Onkursvegna var mín naiva fatan, at eg ongantíð fór at uppliva tað, sum abbi mín upplivdi við týsku innrásini. Og bevares — tað havi eg heldur ikki. Men tað var ein skelkur at síggja myndirnar úr Ukraina í februar í ár, tá ið hendan óveruliga russiska innrásin byrjaði. Beinanvegin føldi eg, at eg sat og hugdi eftir onkrum, sum kundi kollvelta alt. Snøgt sagt alt. Og at eg eygleiddi okkurt, sum eg helt ikki bar til longur. Eru vit ikki klókari enn at ganga runt og bumba hvønn annan?! Og eftirristingarnar av myndunum í februar merkja vit øll og hava als ikki fult forstáilsi fyri enn.
Tí er tað absurd, at vera vitni til hetta valstríðið til Føroya løgting. Okkara evsta parlament. Tí øðrumegin hava vit eitt kríggj beint her yviri, og hava enntá flóttafólk, sum eru flýdd undan krígnum, her í Føroyum. Hinumegin síggja vit okkara politikarar uppføra seg, sum vóru teir luttakarar í Paradise Hotel ella X‑Factor ella Big Brother (ella hvat hesar realitysendingarnar nú eita) Seinastu dagarnar havi eg skrollað gjøgnum sosialu miðlarnar og tíðindaportalarnar, og roynt at funnið onkran reyðan tráð í, hvat hetta valið snýr seg um — sambært teimum, sum siga seg vilja stýra. Jú, vit snakka nógv um gerandisdagin. Alt frá oljustuðli til bíðilistar til skúlar og mentan og inflatión og sethúsaprísir. Fínt, við upp á, tað er umráðandi.
Men hetta tykist sum eitt val um alt og einki. Valevni aftan á valevni koma við merkverdigum royndum at fáa okkara uppmerksemi. Bjarni Kárason Petersen við sínum eyga-leysum plakatum, sum hann vil hava okkum veljarar at tekna fyri seg uppá stuttligar mátar:
Høgni Hoydal, sum er farin at syngja og spæla gittara nú.
Aksel V. Johannesen, sum mann næstan ikki kann umganga, um mann so vildi, við sínum “happy go lucky” stemningi yvir sær.
Bjarni Arge, sum ger pitsur sum ein annar kokkur.
Pól Jóhannus Toftegaard Larsen á lista E, sum sminkar sær saman við “influensaranum” Elisu Vang. (Og hevur gjørt tað so gott, at hann er eitt meme nú)
Fólkaflokkurin í Havn, sum alla tíðina møtist og hevur tað super stuttligt, skilst.
Elsebeth Mercedes Gunnleygsdóttur, sum deilir filmar við vinkonubiltúrum og morgunbollum tvørtur um politiskar flokkar.
Og ikki at gloyma Sambandsflokkin, sum ger video í fleiri pørtum við heitinum “Hvør er Johan Dahl”, har tann fyrsti snýr seg um, at hann tosar ótýðiligt…
Ella Miðflokkin (og allar hinar flokkarnar), sum gjørdi egnan skemtiligan sang við heitinum “listin hann eitur H”, til KÍ sangin…
Hvar er Kristin Michelsen?
Og er tað bara eg, ella er tað løgið, at Aksel V. Johannesen spyr, hvat Fólkaflokkurin vil, og Beinir Johannesen svarar og alt hetta hendir alment? Altso, eru teir ikki nær skyldir? Aksel er pápabeiggi Beinir, og eg veit ikki, hvussu familjustruktururin hevur tað í hasari familjuni, men tað er nú okkurt óalmindiliga dunnuhyljakent yvir, at tveir floksformenn so nær skyldir, ganga og skriva lesarabrøv ímillum sín, og ikki minst, at tann eini hevur útihýst at samstarva við hin…
Absurditeturin sæst í øllum flokkum. Ikki minst hjá tí kanska útdoyggjandi Sjálvstýrisflokkinum, sum — rætt skal vera rætt — hevur ein formann, sum hevur staðið seg væl í valstríðnum higartil. (Og eg havi ikki sæð nakrar løgnar dagføringar frá Sámali Petur í Grund.) Men tað tykist sum, at strategiin hjá Sjálvstýrisflokkinun er at dylja sum mansmorð, at Kristin Michelsen er altso maðurin, sum mest sannlíkt fær handan tingsessin, skuldi tað eydnast flokkinum. Hvar er Kristin? Og mann hann hava somu fatan í Barentshavsspurninginum, sum formaðurin hjá honum hevur gjørt so greitt so ofta? Spurningurin er, um mann átti at eftirlýst mannin. Skrollar man á Facebook síðuni hjá Sjálvstýri, sæst Kristin Michelsen bara tvær ferðir á síðuni, síðani valið varð útskrivað…
Lat líka tað sodna — einasti tingmaðurin hjá flokkinum, sum kanska ikki sleppur innum tinggátt, sæst tvær ferðir…
Ofta verður sagt um sambandsløgmannin, at hann er sambandsmaður og úr Vestmanna, og tí skal altso nógv til at fáa hann upp at flákra. Men í onkrum málum er hann framman fyri sína tíð. T.d tá ið hann til fólkatingsvalið byrjaði at poppa upp á sosialum miðlum, endavendur. Also bókstaviliga vendur á høvdið, meðan hann vísti síni kynstur at ganga á hondunum. Takk Bárður, nú sleppa vit eftir øllum at døma ikki undan festligheitunum..
Óansæð, so skulu vit velja eitt nýtt løgting um nakrar dagar. Og tað er ein stórur dagar við ella uttan festigheitum á sosialu miðlunum.
Eg sakni — sum tú kanska fangaði í brokmanslestrinum omanfyri — at onkur tosar um eina veruliga politiska kós. Um hvat vit skulu gera við kríggið í Evropa, hvørja kós Føroyar skulu seta, hvat skal henda á uttanríkis- og verjupolitiska økinum, og hvar fór loftrúmið, sum øll vildu yvirtaka brádliga? Hvussu við fiskivinnupolitikkinum? Fleiri flokkar siga meira skal inn í tilfeingisgjaldið, men hvussu nógv? Og er tað ikki óveruligt at halda, at tøkugjald og tilfeingisgjald kann fíggja alt hetta, sum øll hesi mongu fólkini lova? Eg hevði vilja sæð roknistykkið upp á tað hjá teimum flokkunum. Kanska alt hetta bara doyði í, at tað er trupult at gera fangandi, hugnalig video á Facebook burturúr trygdarpolitikki…
Komið nú politikarar. Sigið okkum, hvat tit vilja við tjóðini. Tosið um meira enn smáting, sum eingin er serliga ósamdur um. Tosið tær stóru linjurnar, sigið hvat tit vilja seta út í kortið. Kanska tað ikki hittar á Facebook, og eingin ger nakað “meme” burturúr tykkum, men tað er umráðandi. Tí hetta eru jú lagnutíðir, og her skal meira enn pitsa og smíl til…
Seinastu dagarnir
Seinasta FríaBarbara var ein langur brokkmanslestur um okkum sjálvi, Frihedsbrevet.fo. Ein lesari spurdi, um hetta skrivið er tað einasta, mann kann fáa ókeypis frá okkum, og tá eg játtaði, segði hann “So, so, oddagrein um tykkum sjálv, tað var ikki nógv at bjóða”. Tað passar, og eg lovi, eg skal ikki gera tað til ein vana.
Ná, tað, sum eg skuldi siga, er — HAVA tit lisið og lurtað eftir okkara sera góðu poddvørpum og greinum? Tí síðani vit gjørdust almenn hósdagin, eru fleiri frálíkar søgur komnar út. Og tað er stuttligt at síggja undirtøkuna, nú vit einans hava nakrar fáar dagar á baki. Takk fyri tað! Eg vilviðmæla sjálvandi, at lurta eftir og lesa alt tað føroyska tilfarið. Tí har eru tvær poddvarpsrøðir, sum vit eru byrjað upp á nú, og tveir partar av báðum eru at finna á síðuni undir “poddvørp”. Tann eina snýr seg um eitt av okkara størstu reiðaríum, sum hevur borið seg ivasamt at, tá ið umræður útblaking. Hon eitur Uttanfyri lóg og land. Hin er ein krimi, sum eitur Gev mær tínar pengar, og tekur støðið í einari veruligari hending, sum leiddi til ársins summarhitt “Send mær meira pengar, mamma” hjá bólkinum RSP.
Í gjárkvøldið kom fyrsti partur av okkara afturvendandi poddvarpi, sum eitur Frímælt. Tað er eitt poddvarp, sum er ein samanrenning av Pressuni hjá KVF, Det vi taler om hjá B.T., Vikan ið fór, tátturin hjá Góðan morgun Føroyum, ja og ivaleyst gjørt við íblástri frá øðrum sendingum eisini. Í fyrsta partinum eru eg sjálv, Jan Vestergaard, sjómaður, og Eyðun Klakstein, journalistur, har vit tosa um Gev mær tínar pengar, um ein óhepnan vesitilburð, vánalig vallyfti, hví útblaking er so skeivt, og hvussu tað verður gjørdur munur á børnum, sum hava sítt at stríðast við.
Takk
Orsaka fyri hesar sjálvpromoverandi setningar, og lat meg so aftur siga ein lítlan aftrat: Altso, altso, móttøkan av Frihedsbrevet.fo hevur verið óvæntað góð. Takk fyri tit, sum hava skrivað seg upp her, sum hava teknað hald, sum vóru við á Oy hóskvøldið, tá ið vit skipaðu fyri politiskum tiltaki, og tit, sum fylgja okkum á sosialum miðlum. Tað gevur vón um, at hetta ikki verður ein stuttsøga, men ein skaldsøga í fleiri pørtum.
Minst til, at tú burdi skrivað teg upp til Frí Mentan frá Rólanti Waag Dam og Fríur Politkkur og Frí Vinna frá undirritaðu og Jan Lamhauge — tað kanst tú gera, um tú ert haldari. (Eg flenti hart, tá eg las tað fyrsta Fríur Politikkur, og tað gjørdi eg eisini, tá eg las fyrsta Frí Mentan, sum kemur í morgin til tey, sum hava skrivað seg upp)
Takk fyri, tú las við.
Vinarliga
Barbara Holm
Ábyrgdarstjóri, Frihedsbrevet Føroyar
Rita Inn
Tú skalt rita inn fyri at lesa og lurta eftir Frihedsbrevet.