Fría Barbara #19: Eydnuborgin hjá teimum eydnuríku
Kæri lesari,
Altso ein kontrastfylt tíð, vit liva í. Brádliga eri eg vaknað í ár 2023, og at lurta eftir tingvarpinum er næstan sum at lurta eftir einum møti. Øll eru so samd og hjartalig og hugnalig.
Kanska burdi eg vitað, tað kom her til, tí síðst í 2021 skuldu vit uppliva, at samgonga millum Fólkaflokkin, Sambandsflokkin og Miðflokkin varð sitandi, eftir at rættindi til sammøður vórðu betrað. Spola tíðina aftur til §266b, og tað var ein óhugsandi tanki.
Nú vit skriva 2023, er Sambandsflokkurin farin at skerja blokkin, Fólkaflokkurin tekur undir við fíggjarlógini hjá samgonguni (alt í tí setninginum er nýtt og ófrættakent), Javnaðarflokkurin heldur, hugskotið hjá Jenisi av Rana um príseftirlit er super, og tað næsta verður ivaleyst, at Miðflokkurin fer at taka undir við at linka abortlógina.
Men júst tá mann heldur, at nú eru vit øll partur av einum ævintýrafilmi, har hestarnir tosa, og politikarar rósa hvørjum øðrum tvørtur um politiskar flokkar, trínur blaðstjórin á Norðlýsinum á pallin og minnir á, at alt er púra vanligt, og júst sum tað plagar hóast alt.
Tí nú hevur Jóhann Lützen, blaðstjóri, gjørt eitt roknistykki. Roknistykkið vísir, at heili átta pedagogar liva av einum fiskimanni. Júst hvussu hann er komin til tað roknistykkið, er helst fyri klókari høvd enn mítt, tí eg skilji hvørki tað eina ella tað annað av roknistykkinum sjálvum (nakað við helvtini av helvtini av helvtini av helvtini?).
Men boðskapurin er púra greiður. Reiðaríini rinda fyri hesar samfelagsnassandi og krevjandi pedagogarnar. Sum annars fyri tað mesta eru kvinnur.
Tí blaðstjórin resonerar seg fram til, at meðan Ruth Vang tekur tilfeingisgjøld inn frá fiskivinnuni við einari hond, gevur hon stóran part út aftur til pedagogarnar við hinari hondini.
Jóhann Lützen dugir sera væl at tjena pengar upp á at seta økini í samfelagnum upp ímóti hvørjum øðrum, og hesin spjaðandi málburðurin er við at blíva ov nógv av tí góða hjá mær. Hví er tað akkurát, at tað er fiskimaðurin vs pedagogin?
Skal fiskimaðurin ikki hava síni børn ansað? Ella hugsar Jóhann Lützen bara um teir fiskimenn, sum tjena so mikið, at konan gongur heima og ansar børnunum? Og hvat so, um konan hevur eitt starv eisini? Skal omman so ansa børnunum, ella hvat er logikkurin her?
Vita tey á Norðlýsinum ikki av, at kvinnurnar altso eru farnar frá kjøtgrýtunum? Hava tey á Norðlýsinum ikki foreldur og ommur og abbar og børn, sum skulu ansast? Eru tey á Norðlýsinum ikki sjúk nakrantíð og hava tørv á hjálp?
Eg haldi, tað er at fegnast um, at tey klassisku kvinnustørvini fáa eitt lyft. Eg havi ikki sæð endaliga úrslitið, og júst smáar 50 milliónir ljóðar mær kanska ikki so øgiliga nógv, tá mann hugsar um, hvussu nógvar fakbólkar tað snýr seg um — men eg skal hava eitt opið sinni, til eg síggi úrslitið. Tí um eg nú skal seta tað líka einfalt upp sum Norðlýsið, so er veruleikin tann, at tá ið kvinnur fóru á arbeiðsmarknaðin, vóru umsorganarstørvini brádliga neyðug, tí kvinnurnar máttu arbeiða. Tí var eingin heima at ansa teimum gomlu, lítlu ella sjúku. Tá vóru kvinnurnar júst komnar á arbeiðsmarknaðin, so uttan iva eru tað menn, sum hava sett lønarstigan til hesi fakøkini. Og tey hava verið niðast í føðiketuni líka síðani.
Javnstøða kemur, tá ið klassisku kvinnustørvini ikki kunnu teljast sum ein áttanda partur av einari fiskimannaløn (í øllum førum teir fiskimenn, sum Jóhann Lützen kennir), og annars hevði eg fegin vilja sæð, hvussu tað gekk hjá skipunum, sum Jóhann Lützen bekymrar seg um, um øll umsorganarstarvsfólk stungu í sekkin orsakað av vánaligu lønini. Hvør hevði so skulað ansað teimum, tá ið teir lendabrotnir koma í land aftur á gamalsaldri? Ella ansa eftir teirra gomlu mammu, tá ið sonurin er úti? Ella givið heilivág til børnini, tá ið tey eru sjúk?
So mítt uppskot er, at meðan tey í løgtinginum geva okkum ljósareyð skýggj og fólkafloksformenn, sum halda samgongan dugir væl at gera fíggjarlóg, kann Jóhann Lützen kanska bara joina okkum onnur her í 2023, har vit ikki seta fakbólkar upp ímóti hvørjum øðrum, tí vit reint faktiskt hava gjøgnumskoðað, at øll hava vit ein leiklut í, at samfelagshjólini framvegis mæla. Eisini tey, sum bara ansa eftir børnum.
Lykkenborg fyri tey vælbjargaðu
Nú um vikuskiftið havi eg fyri aðru ferð verið til sjónleikin Lykkenborg, sum er ein søga um Pól Jóhannus Poulsen, vanliga nevndur Lykken. Ein serskøltur, sum bygdi sína egnu verð. Leikurin er ófatiliga góður, og søgan so sterk, at aftur hesa ferð mátti eg hava pappír við at turka tárini (ja, eisini journalistar kunnu blíva rørdir).
Tað, sum serliga pínir meg við hesari søguni, er, at hesin serskølturin — sum tey rópa tað — varð sendur til Danmarkar á eitt heim fyri tey, sum øðrvísi eru. Hetta var um 2. veraldarbardaga, men kortini fái eg ikki slept tankanum um, at soleiðis er tað enn í Føroyum í ein ávísan mun.
Tí seinastu tíðina hava vit arbeitt við einari poddvarpsøð um sjálvmorð og sjálvmorðsroyndir millum ung. Parturin, sum er komin á síðuna í dag, snýr seg um eina unga, dulnevnda kvinnu, sum hevur roynt fleiri ferðir at gera av við seg — seinast í februar í ár.
Hennara lagna er, at hon varð skadd í móðurlívi og varð tikin frá sínum biologisku foreldrum sum smágenta. Hon kom til alla lukku í eitt sera gott og kærleiksfult fosturheim, men nú hon er ein vaksin kvinna, eru okkara skipanir bara ikki til reiðar at lofta henni. Hon hevur rætt til at fáa ein stuðul — ein mentor — frá Almannaverkinum, sum kann hjálpa henni, tá ið lívið gerst ov tungt. Men í meira enn fimm ár hevur hon bíðað. Bíðað og bíðað og bíðað og hon er enn á bíðilista.
“Nær skal eg fáa hjálp. Er tað, tá eg liggi tveir metrar undir jørðini”, spyr unga kvinnan.
Ja, eg spyrji so við. Eru Føroyar ikki eitt land, har vit geva hjálp til tey ungu menniskjuni, sum ikki megna lívið? Er tað veruliga so galið, at mann ikki kann fáa nakað so einfalt sum ein stuðul frá Almannaverkinum, tá allir myndugleikar hava vitað síðani hon varð fødd, at hon fór at hava tann tørvin? Tað er eitt Guds undur, at hon hevur eitt so sterkt netverk, sum hon hevur í sínari fosturfamilju, men spurningurin er, um nøkur munagóð hjálp kemur, áðrenn tað er ov seint.
Eg haldi tú burdi lurtað eftir røðini. Eftir páskir bjóða vit inn til eitt tiltak um júst hetta evnið — meira um tað seinni.
Fakligi upptúrurin
Hevur tú lisið her til, hevur tú fingið við, at Norðlýsið og tess niðurgering av umsorganarstørvum er vikuligi niðurtúrurin. Upptúrurin hinvegin er, at Marjun Dalsgaard er komin afturíaftur í Kringvarpinum. Og hon leverar ein framúr Bredda fyri og annan eftir. Hevur tú ikki fingið alt við, so kanst tú fara har tú plagar at lurta eftir poddum og leita Breddan fram.
Rita Inn
Tú skalt rita inn fyri at lesa og lurta eftir Frihedsbrevet.