Her er der en lydafspiller

Men før du kan se den, skal du acceptere cookies fra vores lydleverandør.

Góði lesari, 

Sikken ein hendingarík vika, sum er farin framvið. Ein vika, sum hevur fingið meg í reyða feltið og givið mær intellektuella føði, sum eg í roynd og veru hevði gloymt, hvussu nógv eg hungraði eftir. 

Og eg eri ikki enn komin yvir Kvinnudagin, so ber yvir við mær, hetta verður langt. 

Fyrst av øllum. O, Móðurlandið. Suni Merkistein og Jógvan Eli Dam rørdu meg inn á sálina hóskvøldið, tá ið eg setti meg væl til rættis at hyggja eftir hesum megnar avriki, sum tveir óalmindiliga dugnaligir menn góvu tjóðini hetta kvøldið. 

Eitt er evnið. Tað er vigtigt. Og hví er tað vigtigt, at evnið er vigtigt — jú tað er tað, tí aloftast upplivi eg, at vit fáa ov lítið av vigtigum søgum, vigtigum evnum, sum í roynd og veru hava týdning fyri tjóðina at kjakast um. Og nú tosi eg bæði í miðlunum og eisini í politiska landslagnum. Eg eri samd í tí mesta, sum Ingi Samuelsen skrivar í oddagrein í netavísini Vikuskifti. Les tað her

Í miðlunum í vikuni fingu vit eitt nú eina hálvkvødda vísu um fiskivinnuna — besta dømi um tað er, tá Kristian Martin Rasmussen slapp at siga, hvussu ótryggur hann kendi seg í Degi og Viku í síðstu viku. Og tað segði hann, uttan at vit vórðu upplýst um, at hansara felag er blivið næstan eina milliard — eina heila milliard — ríkari síðani aldarskiftið. Tað er nú nokk so nógv, og tey flestu okkara høvdu væl ikki kent okkum ótrygg undir teimum umstøðunum ha? Og eingin hevði spurt okkum, um vit vóru ótrygg fíggjarliga, um vit júst vóru í gongd við at keypa eitt oljufelag og vóru farin at byggja hotell. Hvussu hevur tú tað — kennir tú teg ótryggan fíggjarliga, neyðars milliardingur? (Eg hevði væl tímað at sagt meira um fiskivinnudekningin, men lat meg steðga her, tí — fyrivarnið er sjálvandi, at beiggi mín er landsstýrismaður í fiskivinnumálum) 

Well — soleiðis var kenslan ikki hóskvøldið. Tað var eitt upplivilsi av einum avriki á høgum støði, sum uttan iva hevur tikið teimum langa tíð at gera. Og tað var vigtigt, tí okkara søga og samleiki og tað, sum hevur kloyvt tjóðina altíð, er umráðandi at tosa um. Tað kendist sum, at teir høvdu gjørt sær ómak at seta evnið í ein breiðan, klókan kontekst. Hatta var bara fyrsti partur av seks, so tað er eingin ivi um, at teir hava gjørt sær ómak.

Tað man bæði hava tikið Suna Merkistein langa tíð at grava øll skjølini, søgurnar og samrøðupersónarnar fram, og ikki minst man tað hava tikið Jógvani Eli Dam ótrúliga langa tíð at fáa myndirnar so livandi og søguna so flótandi, hóast ein stórur partur av tilfarinum var stillmyndir (sum mann jú vanliga ikki brúkar so nógv í sjónvarpi). Her má eg eisini nevna Høgna Egholm Magnussen, sum eigur sín stóra lut í, at sendingin tekur seg so væl út við sínum grafiska arbeiði.

Og eg má siga, at tá dokumentarurin var liðugur, sat eg við einari kenslu av, at aftaná at hava gingið hungrað í fleiri ár, havi eg nú loksins fingið ein bita. Ein góðan, vælgjørdan, vigtigan bita. Takk fyri tað tit! Eg gleði meg til komandi hóskvøld!



 

Søgan endurtekur seg
Nú vit eru við Kringvarpið, er eitt annað evni, sum eg havi hugsað um seinastu vikuna ella gott tað. Av órannsakiligum orsøkum fekk eg mær herfyri Jodel — internet skrellispannin, sum heilt erligt burdi verið slettað permanent. 

Á Jodel — og aðrastaðni við — havi eg varnast, at tvær ungar kvinnur eru fyri álopum í tíð og ótíð. Eg tosi um Rannvør Fríðu Eyðunsdóttir og Anniku Dalsgaard. Tað eru tær báðar, sum hava givið okkum Gentuvesið og fleiri aðrar áhugaverdar sendingar frá ungdómstoyminum hjá Kringvarpinum. 

At hoyra tær og Gentuvesið er ein fragd. Ikki bara tí tað er forvitnisligt útvarp at hoyra fólk tosa um tvístøður hjá øðrum — tað er okkurt menniskjaligt í tí, sum mær dámar. Men tað er als ikki høvuðsorsøkin til rósurnar frá mær. Høvuðsorsøkin er, at tær bróta mørk í samfelagnum við sínum unga, opna lyndi, har einki evni er ov tabuiserað til, at tær tora at tosa um tað. 

Enn eina ferð eru vit tí vitni til, at tey ungu flyta mørkini, taka skuggasíðurnar í samfelagnum fram í ljósið í bestu senditíð, og bara við at tosa um tað, eru tær ímillum oddafólkini í einum ráki, sum flytur Føroyar framá. Sum ger tað meira rúmligt at vera ungur og eldri í dag, har tín eksistensur (vónandi) eisini verður góðtikin, óansæð um tú livir øðrvísi enn tey flestu. 

Og hvussu forbannað vigtigt er tað ikki? Tað er kanska tað mest umráðandi av øllum — at tey ungu eru rúmlig og djørv, uttan at hugsa um, hvussu djørv tey eru, tí tað er bara innkotað í tey — vit tosa um alt og góðtaka, at tú ikki ert líka sum eg. Altso, altso, tað er stórt. 

So hví er tað, at tær eru fyri ágangi á netinum? Well, tað er ein einføld orsøk til tað. Tað er tí, at summir menn (og kanska summar kvinnur) ræðast ungar kvinnur, sum hava eina rødd og flyta mørk. Soleiðis er tað. Og so verður tað ballað inn í, at tær ikki duga, ikki megna, eru barnsligar, eru býttisligar, og hvat annað mann kann finna upp á at siga um ungar kvinnur, sum hava eina rødd, sum tær tora at brúka. 


Eg var í síðstu viku í einari aðrari ungdómssending í KVF — Vetrarbiit — og tosaði um niðrandi viðmerkingar móti kvinnum á netinum. Tá segði eg við Rannvør aftan á, mikrofonirnar vóru sløktar, at eg hevði hug at nevna hana sum eitt dømi, men eg vildi ikki taka hennara søgu frá henni. 

So skuldi eg vera tann eldri, vísari kvinnan, sum hevur verið gjøgnum tað sama og skal geva ráð, hvussu mann skítur á tað. Og eg segði nakað í stíl við “tak tað sum eitt kompliment, tað er tí, tey ræðast teg. Skít á tað”. 

Júst handan setningin havi eg hugsað nógv um síðani. Tí hví er tað akkurát, at hon skal fáa sær harða húð og “tola tað” og “taka tað sum eitt kompliment”?. Tað er jú ikki eitt kompliment, tað er haturstala og skal steðgast. Og hví er tað, at eg sigi tað við hana, heldur enn at siga, “tú skalt fanimeg ikki finna teg í tí og burdi sagt frá alment og brúkt tína rødd til at steðga hesum”. Tað var tað, eg átti at hava sagt. 

Nú eri eg nakað eldri enn hon, og tær í mínum ættarliði eru farnar gjøgnum lívið við tí, at “jamen eg so skíti á tað, og eg skal nokk vísa tær!”, sjálvt um vit sjálvandi eisini eru keddar av at síggja haturstalu móti okkum. Eg havi hildið, at eg bara skal vera stoisk og “harðhúða” um tað, so skal tað nokk hvørva. Men tað passar so ikki, kann eg staðfesta í dag. 

 

Eg haldi tí, at tær ungu kvinnurnar eru komnar longri enn eg. Tær síggja, at tað er sku ikki alt, tú skalt finna teg í, og tú skalt ikki bara “power through”, tú skalt stilla teg upp og siga, hetta gongur ikki. Eg finni meg ikki í hesum. Og geva eitt bitchslap, sum vil nakað, til tey, sum dríva haturstaluna, heldur enn at bara at “taka tað sum eitt kompliment”. 

Tí, sum eg plagi at siga — hvørt bitchslap ger mun. So lærdómurin hjá mær av hasari løtuni er, at eg eri altso langt aftanfyri tær, sum yngri eru. 

Ikki tí — eg ivist ikki í, at tær ikki setast aftur av haturstaluni, óansæð hvussu tær takkla tað. Eins og Anna Falkenberg 8. mars segði alment frá, hvussu hennara upplivingar hava verið við haturstalu, síðani hon gjørdist fólkatingskvinna. Hon gav eitt bitchslap, og tað sama burdu tær ungu kvinnurnar í Gentuvesinum gjørt.

(Ótrúligt nokk síggi eg, at júst í somu løtu, sum eg eri í gongd við at senda hetta tíðindabrævið út, hevur Rannvør Fríða Eyðunsdóttir skrivað um sínar upplivingar á sosialum miðlum. Finn hana og les tað!)

Tað var júst boðskapurin, tá ið Ruth Vang, Annika Olsen og Súsanna Olsen vóru í sofapráti, sum eg stýrdi á Føroya Fólkaháskúla 8. mars. Tær søgdu frá sínum upplivingum og frá gransking á økinum, og frá avleiðingum av haturstalu, og niðurstøðan var — standið saman og sigið frá! Bara soleiðis kunnu vit steðga tí. 

Ruth Vang segði nakað hetta kvøldið, sum eg kenni meg aftur í. Hon nevndi støðuna, tá ið Hervør Pálsdóttir og Ingilín D. Strøm boðaðu formansskapinum í løgtinginum frá óhóskandi málburði móti kvinnum millum løgtingsfólk, og tað fekk avleiðingar. So sigur Ruth Vang nakað í stíl við, at hon bleiv flov av sær sjálvari, tá ið tær gjørdi tað, tí hon hugsaði — “hví havi eg bara flent býtt og góðtikið málburðin, og ongantíð hugsað tankan at siga frá?”. 

Júst somu kenslu sat eg við aftan á hesa løtuna í Kringvarpinum í síðstu viku. 

So. Tú á Jodel og hvar aðrastaðni tú skrivar ófantaligt um tær ungu kvinnurnar á Gentuvesinum — hygg inneftir og hugsa um, hví tað er, at tvær ungar, dugnaligar, djarvar kvinnur fáa teg so nógv í tað reyða feltið. Ert tú bangin fyri teimum? 

Og tit á Gentuvesinum, tit í løgtinginum, fólkatinginum og hvar aðrastaðni vit finna kvinnur við einari sterkari rødd — fyri Guds skyld finnið innaru bitchina fram og gevið eitt smekk sum munar. Ikki bara fyri teg, men fyri okkum allar. 

 

“Eg havi tikið abort”
Tað er setningurin, sum verður sagdur umaftur og umaftur í einari miðlakampagnu, sum Amnesty og FríttVal hava latið gjørt í samband við Kvinnudagin. Og tað er nakað so slóðbrótandi og rørandi at hoyra. Hevur tú ikki sæð tað, so er tað á Instagram, og er eitt video, har fleiri kvinnur — ungar sum eldri — siga “eg havi tikið abort”. Tað er fyrstu ferð, at tøgnin er brotin so markant um abort. Tí er tað nakað kvinnuevni, sum er tabuiserað, so er tað abortprátið. Tað verður dult sum mansmorð, og tað er einki løgið í tí — tað verður eisini av summum kallað morð. Eg fari ikki inn í kjakið um, nær eitt fostur er til og what not, men eg haldi altso tíðin er komin til, at onkur djørv sál í løgtinginum torir at taka abortlógina upp og gera hana meira virðiliga fyri føroyskar kvinnur. Tað líkist svartasta ongum, at vit skulu vera sleptar í hendurnar á tilvildarligum læknum við ymsum meiningum, sum síðani noyðast at stempla okkum sum “óstabilar sálarliga”, um vit altso fáa eitt ja til abortina. 

Og nú noyðist eg aftur at venda til Kringvarpið. Tí í Breddanum í síðstu viku var kjak um júst abortlógina. Og Steffan Klein Poulsen úr Miðflokkinum segði seg vilja banna abort — eisini tá ein kvinna er neyðtikin og tí blivin við barn. 

At sita heima hjá sær sjálvum á Altjóða Kvinnudegnum og hoyra menn argumentera fyri, at ein neyðtikin kvinna ikki skal fáa abort, um hon vil tað, er altso nakað, sum fær meg í reyða feltið. Eg fái hug at pensla tað út fyri teimum, hvat tað er, tey tosa um.

At vera neyðtikin er uttan iva eitt tað ógvusligasta, tú kanst vera úti fyri. Typiskt er tað onkur, sum er sterkari enn tú, brúkar sína megi til at halda tær, trýsta sín lim upp í teg, hóast tú ikki vilt, og ger tað, sum hann vil við tín kropp. Kvinnan hevur ongan týdning. Hon er bara ein kroppur, eitt amboð fyri avgongu. Hon skal bara takast, tí maðurin hevur hug til tað. At hon ikki vil — who cares? Hon er máttleys, tíðin fer í slowmotion, hon kann frysta av ótta, hon kann berjast ímóti, uttan nevnivert úrslit. Tí hann er sterkari. Hon má tí bara bíða. Bíða til, tað er liðugt. Til hann letur hana fara. 

Kann Steffan Klein Poulsen veruliga pástanda, at hann veit betur, hvat ein røtt avgerð er fyri eina kvinnu, sum hevur upplivað tað, enn hon sjálv veit? Er Steffan Klein Poulsen nakrantíð neyðtikin og kann seta seg inn í, hvat tað ger við eitt menniskja? Gud hjálpi okkum, um hatta eru framtíðar tungvektararnir í føroyskum politikki, sum skulu hava eina ávirkan á lóggávu, sum ávirkar okkum kvinnur. 

 

Tað, sum vit halda, er vigtigt
Í síðstu viku høvdu vit nakrar søgur, sum vit halda, eru vigtigar hjá tjóðini at tosa um. Fyrsta søgan var tann um foreldraparið Sámal Rasmussen og Karin Laksáfoss, sum mistu eina dóttur bert fimm mánaðar gomul. Orsøkin er, at hon varð fødd við sjúkuni Sucla2, sum eisini verður rópt “føroyska sjúkan”. Orsøkin til seinna heitið er, at hon rakar lutfalsliga nógvar føroyingar. Men familjan hjá lítlu didduni heldur, at hendan støðan kundi verið handfarin betur politiskt, um upplýsing og kanningar fyri ílegusjúkur vórðu raðfestar. 

“Tað er løgið, at ein ikki fær nakra hjálp, fyrr enn ein hevur fingið eitt deyðiliga sjúkt barn upp í armarnar. Eisini at hugsa sær, at sucla2 er bara ein av fleiri ílegusjúkum. Vit hava vitanina og tøknina, og tí er hetta í okkara verð ein óetisk og ómoralsk avgerð at lata standa til. Serliga tá hetta er talan um eitt so álvarsligt heilsumál”, sigur pápin at gentuni, Sámal Rasmussen í greinini. Hetta er eitt evni, sum vit fara at halda fram við at varpa ljós á á ymsan hátt. Tí hetta er vigtigt — vit mugu fáa svar frá politiska myndugleikanum um, hví tey ikki gera meira fyri at kanna og fyribyrgja. Les greinina her

Vit hava eisini varpað ljós á, at í 2022 rindaði Tórshavnar Kommuna yvir 360.000 krónur til ein myndamann, sum í høvuðsheitinum tók myndir av borgarstjóranum til ymisk tiltøk. Nakað, sum Elsa Berg, býráðskvinna, heldur, er “ein máti at varðveita glansmyndina, heldur enn at fyrihalda seg til tær risa avbjóðingar á t.d. dagstovnaøkinum, eldraøkinum, bústaðarøkinum o.s.fr.” Tú kanst lesa tær greinarnar her. 

Og her

 

Frihedsbrevet hesa vikuna

Hendan nýggja vikan merkir eisini, at í dag er partur tvey av poddvarpsrøðini “At koma úr skápinum í Klaksvík” komin á síðuna og appina. Tað er ein søga um Rólant Reginsson Biskopstø, sum í dag livir sum samkyndur maður í Danmark. Fyrsti partur eitur “í skápinum”, har Rólant greiðir frá happingini, tí hann var øðrvísi enn hini. 

Parturin, sum er komin á síðuna í dag, eitur “Úr skápinum”. Tað er søgan um, at lívið sum samkyndur maður í Klaksvík ikki var uttan avbjóðingar. T.d. tá ið umboð fyri samkomu bóðu um at síggja prógv fyri, at ein annar samkomulimur hevði sent ónærisligar myndir til Rólant. Tú kanst hoyra báðar partarnar á síðuni nú. 

Seinni í vikuni skulu vit hoyra frá einum rokkara, sum enn er topaktuellur við sínum tekstum og sum hevur livað eitt kendislív í Thailandi í yngri døgum. Segði nakar sex, drugs and rock&roll? Eg veit ikki — men søgan er í øllum førum góð. 

Sum altíð, fái eg ikki sagt tær so nógv annað um, hvat vit grava í júst nú, men trúgv mær, tað er spennandi — og vigtigt 😉

Hevur tú nakað, sum tú heldur vit eiga at vita ella grava í, so er bara at senda mær ein teldupost her ella á frihedsbrevet@protonmail.com


Takk fyri, at tú las við.