Her er der en lydafspiller

Men før du kan se den, skal du acceptere cookies fra vores lydleverandør.

Kæri lesari, 

Tey av tykkum, sum fylgja við í donskum miðlum, hava ivaleyst hoyrt um komandi framsýningina hjá Frihedsbrevet.dk, sum hevur danska heitið Magtens Voksmuseum. 

Tað er ein framsýning av tíggju voksfigurum, sum eru gjørdir av tíggju embætisfólkum. Tað eru tey tíggju embætisfólkini, sum høvdu størsta leiklutin í Mink-gøluni í Danmark undir koronakreppuni. Mink-gølan er í stuttum tann hendingin, tá ið danskir myndugleikar avlívaðu allar minkar í Danmark, tí ótti var fyri, at korona smittaði umvegis hesar minkar. Tað hevur elvt til eitt risa endurgjald til mink-ánararnar og hevur leitt til lemjandi atfinningar frá mink-nevndini, sum varð sett at eftirmeta lógarheimild og líknandi í sjálvari avgerðini. 


Her er voksútgávan av Johan Legarth, aðalstjóri í danska løgmálaráðnum.

 

Nú hevur okkara danska stórasystir so fingið ein framleiðara í Kina at gera tíggju voksfigurar av hesum embætisfólkunum, og ein framsýning letur upp í Keypmannahavn í næstum. Endamálið er millum annað at varpa ljós á, hvat hendir, tá ið embætisverkið svíkur sína ábyrgd. (ps. Ikki so galið, tá stjórin hjá tær er so djarvur, at hann letur eitt voksmuseum upp bara fyri at halda kjakið koyrandi, ha? 😉 )

Eg lurtaði eftir danska P1 Debatten hjá Danmarks Radio herfyri, har Mads Brügger, ábyrgdarstjóri í Frihedsbrevet.dk, luttók í kjakinum. 

Og meðan eg lurti, siti eg við kensluni av, at eg eri øvundsjúk. Øvundsjúk inn á donsku skipanina, har ein nevnd verður sett at kanna, um lógarheimildin í fyrisitingini var í lagi. Har embætisfólkini so fáa lemjandi kritikk, og hesin kritikkur í roynd og veru fær avleiðingar fyri onkran (ikki nóg stórar avleiðingar, halda summi, men avleiðingar non the less). 

Ímynda tær at búgva í einum samfelagi, har myndugleikarnir og samfelagið alt heldur, at mann eigur at kanna, um lógarheimild er fyri teimum avgerðum, sum verða tiknar? 

Og sum halda, at tá ið stór ivamál verða reist, ja, so eigur mann at koma til botns í tí? Har sum kanningar verða settar í gongd beinanvegin, tá ið illgrunin verður reistur?



Landsstýrismenn sum andar í lampuni
Nú hugsar tú kanska — ja, men vit hava onga mink-gølu í Føroyum. Nei, tað hava vit ikki. Men vit hava landsstýrisútnevndar millióningar, og seinasta áratíggju hava vit hoyrt atfinningar ferð eftir ferð um, at alt ikki fór rætt fram, tá ið makrelurin varð býttur upprunaliga og síðani. At kanska var lógarheimildin ikki í lagi hóast alt, hava fleiri røddir verið frammi um.

Júst fyrisiting av fiskiríkidøminum er eitt evni, vit hava skrivað um. Vit hava zoomað inn á fyrisitingina av Føroyabankadøgum í fjør og hava funnið fram til, at Vørn hevur fyrisitið ólógliga við eitt nú at lata dagar til feløg, hvørs skip í summum førum als ikki eru til. Og hóast tú kanska hevur fingið eitt inntrykk av, at tað bilar einki, um mann letur fiskirættindi til feløg, hvørs skip ikki eru til ella ikki kunnu sigla, so er tað skeivt. Tað bilar, tí tað eru lógir í hesum landinum, sum mann má fylgja. Eisini vissi mann er ein eftirlitsmyndugleiki, eitt aðalráð ella ein landsstýrismaður. Eingin er uppiyvir lógini. 

Tað veitst tú væl, men allíkavæl veitst tú tað ikki heilt, ha? Tí vit hava jú sæð í áravís, at landsstýrisfólkini bara gera, sum tey vilja. 

“Landsstýrismaðurin dámar ikki málbrúki í filminum, tí fær hann ikki stuðul”, ella “Landsstýrismaðurin helt, at eitt annað felag skuldi fáa kvotur til vinnuligar royndir, tí gjørdi hann okkurt annað enn tað, sum varð tilmælt”. Ella “Landsstýrismaðurin stuðlar ikki filmum um samkynd”. Hví? “Tí hann er jú landsstýrismaður, hann kann gera, sum hann vil”. 

Vit eru næstan øll somul blivin von við ein retorikk og ein veruleika, har landsstýrisfólk fáa næstan diktatoriskar heimildir, og fyrisitingarlógin verður tulkað bara sum eitt hugnaligt uppskot.

Skuldi eitt landsstýrisfólk farið útum sínar heimildir, er tað í veruleikanum ikki bara landsstýrisfólkið, sum svíkur. Tað er embætisverkið. Tey, sum skulu tryggja, at politikarar ikki gerast valdsfullkomnir og lata vina- og kenningapolitikk stýra ráðunum.

Tí um tú ætlar tær, at málbrúk skal vera ein avgerandi faktorur í, hvør fær filmsstuðul ella ikki, so vildi eg hildið, at tað má standa í lógini ella onkrastaðni. Vit mugu vita eftir hvørjum reglum, vit søkja um stuðul ella kvotur ella okkurt heilt annað. Tað má vera gjøgnumskygt, so vit vita við vissu, hvussu vit verða mátað og vigað. Og avgerðirnar skulu vera sakligar.

Tað er tað, sum embætisverkið eigur at siga hvørja ferð, ein landsstýrismaður spælir smakkdómari ella andin í lampuni, har tann, sum heldur lampuni og gníggjar, kann blíva millióningur. “Nei, tú mást í løgtingið at fáa lógarheimild fyri hasum”, eigur svarið at vera, um nú eingin lógarheimild finst.

Føroyabanki í 2022 er so eitt øki, har fyrisitingarlig mistøk heilt víst eru hend. Hesa ferð er lógin greið, men fyrisitingin hevur ikki hildið lógina. 

Tá mistøk kunnu henda við nøkrum so einføldum sum Føroyabankaútlutan á einum ári — hvussu var tað so við fyrisitingini, tá ið makrel-milliónirnar skuldu útlutast? Var lógarheimildin í lagi, og varð tað fyrisitið rætt?

Og hví er tað, at vit enn ikki hava sett ein kanningarstjóra ella eina kanningarnevnd ella bara okkurt, sum kann siga okkum, um illgrunin um skeivleikar í fyrisitingini í 2010 og frameftir er ógrundaður ella rættur?

Eg hevði satt at siga væntað, at hendan samgongan fór at seta eina kanning í verk. Tað søgdu tey seg vilja, tá tey bóðu um kanningarstjóra í 2021. Eg hevði væntað, at tey fóru at lata seg inspirera av ordiligum fólkaræðisligum samfeløgum, har mann faktiskt kannar ting, sum virka ólóglig. 

Men nú vit skriva 27. februar, er enn einki at frætta um tað… Eg havi ikki heilt mist vónina enn, tí vit spurdu allar floksformenn um hetta í januar — tá søgdu tey seg øll vilja seta eina kanning í verk so ella so. Men vónloysi nærkast….

Mann tað fara at enda sum við øllum øðrum óbehagiligum her í samfelagnum — vit tiga tað bara burtur? 

Tíbetur eru vit sett í verðina fyri at vera tey, sum oyðileggja tann góða stemningin, tá tað er neyðugt. Og eg gloymi ikki hetta málið, hetta lyftið um eina kanning av fyrisitingini av fiskiríkidøminum hjá føroysku tjóðini. Um eg so skal gera eitt voksmuseum fyri at fáa onkran at vakna og halda sítt lyfti…

 

Forførd av einum pedofili LIVE
Tað er mikukvøldið 1. mars, at Frihedsbrevet skipar fyri einum tiltaki um pedofili í Føroyum, og hvussu vit seta nóg góðar fyriskipanir í verk, so vit kunnu verja børnini á bestan hátt. 

Tiltakið er sprottið burturúr poddvarpsrøðini Forførd av einum pedofili hjá Frihedsbrevet. Tú kanst hoyra hana á síðuni. 

 

Tiltakið er ókeypis, byrjar klokkan 20.00 mikukvøldið 1. mars og verður hildið í hølunum hjá Café Fríðu í Klaksvík.

Á skránni er samrøða við Absalon Hansen, hjálparfólk á dagstovnaøkinum í 25 ár. Hann hevur sjálvur roynt at fráboðað fleiri ferðir, og kent sviðan av, tá skipanin ikki loftar tí, sum fráboðað verður um. Tað vísti seg tó fleiri ár seinni, at Absalon hevði rætt í sínum illgruna, tá hann fráboðaði. 


Umframt Absalon verður eitt pallborðsorðaskifti millum Sirið Stenberg, Djóna Nolsøe Joensen, Tórmóð Stórá, Mimmy Vágsheyg og meg sjálva. Vit fara at tosa um, hvussu vit fáa teir ymsu myndugleikarnar at arbeiða betur saman, hvussu vit skulu fyrihalda okkum til linu revsingarnar á økinum og mangt annað. 

 

 

Frihedsbrevet hesa vikuna

Minnist tú, at Sjúkrahúsverkið skuldi gera eina risastóra trivnaðarkanning í fjør, og tá úrslitið kom, so fekk eingin journalistur innlit í, hvat hendan kanningin í veruleikanum segði? 

Ta kanningina hava vit, og hava vit skrivað um í morgun. Úrslitið av kanningin sigur eina søgu um, at tað í tí stóra heila er toppleiðslan, sum stendur fyri atfinningum frá starvsfólki. Leiðslan sjálv hevur tó ikki viljað svarað okkara spurningum um úrslitið…

Les greinina her

Í vikuni fara vit eisini at kava niður í, hvat starvsfólk á Sjúkraflutningstænastuni, sum vit hava skrivað um seinastu vikurnar, siga í somu trivnaðarkanning. 

Umframt tað hava vit sjálvsagt fleiri góðar søgur ávegis, sum eg ikki fái sagt so nógv um nú — tí sigi eg, sum eg plagi — gleð teg til tað 🙂

Mikudagin er Klubb33, politiska poddvarpið, á  skránni og fríggjadagin er Frímælt-tíð. 

Og sjálvandi — mikukvøldið er tað LIVE tiltak í Klaksvík!

Umframt tað hava vit lagt donsku poddvarpsrøðina “Fields 3. juli” út á síðuna. Røðin fer aftur um skottilburðin í handilsmiðstøðini í Keypmannahavn í fjør summar. Hvussu kundi tað koma so vítt, og vóru ávaringartekin áðrenn? Millum annað tað viðgerð røðin, sum tú nú kanst hoyra í fullum líki. 

Okkara næsta føroyska poddvarpsrøð kemur í næstu viku.. Gleð teg til tað 🙂

 

Takk fyri at tú las við