Her er der en lydafspiller

Men før du kan se den, skal du acceptere cookies fra vores lydleverandør.

Kæri lesari, 

“Mortgage backed securities”, “subprime loans”, “trenches”… Pretty confusing, right? Does it make you feel bored? Or stupid? Well, it’s supposed to. Wall Street loves to use confusing terms to make you think only they can do what they do. Or even better, for you to leave them the fuck alone”. — Adam McKay & Charles Randolph í filminum The Big Short frá 2015 (Og forrestin Jan Lamhauge í bókini Svik, sum tú burdi lisið, um tú ikki hevur). 

Hetta er vanliga søgan um, hvussu fløkti peningaheimurin virkar. Tey royna at forvirra teg, so tú ikki veit, hví tú skalt rinda meira ella hvørji lán eru best fyri teg. Fyri ikki at tala um, tá tú skalt investera. 

Well — hetta er ikki eitt tíðindabræv um peningaheimin. Hetta er eitt tíðindabræv um dagstovnaøkið í Havn. 
Men onkuntíð er tað torført at skilja ímillum retorikkin í Wall Street og retorikkin á Vaglinum í Havn. 

Tey tekna okkum eina mynd av hesum óalmindiliga, kompleksa monstrinum, sum er vánaliga støðan á dagstovnaøkinum, og tey siga okkum søguna um allar teir nógvu tvørfakligu fundirnar, tey mugu hava tvørturum valdsapparat fyri at fáa stýr á hesum vaksandi monstrinum. Tey siga okkum um starvsfólkatrot, eindarleiðslu og lága lønarlagið. Um talið av námsfrøðingum, sum sleppa í skúla, og annars tímatalvurnar, sum ikki blíva til 40 tímar o.s.fr. o.s.fr. o.s.fr. Tey siga okkum, hetta er barasta so innviklað, at tað er næstan ómøguligt at gjøgnumskoða. 

Tí sluppu vit aftur hesa farnu vikuna at hoyra uppróp frá foreldrum, fráfarandi leiðarum, starvsfólkum og Pedagogfelagnum. Um lítla Fríða, sum ikki tímir í barnagarð longur, um eitt fyrrverandi valevni fyri Javnaðarflokkin, sum nú er foyur. 

Og søgan endar altíð í tí sama — hetta er óloysiligt og nakað so innviklað, men nú fara vit at hava ein fund. 

Men eg kann ikki lata vera við at hugsa, at onkur spælir okkum eitt puss. Er hetta veruliga so innviklað?

 

Um eg nú skuldi reksa nakrar loysnir upp: 

1 — pedagogar og hjálparfólk tjena næstan einki. Loysn: Gev teimum fleiri túsund krónur í lønarhækkan beint nú. (Ikki hatta “lønarlyftið”, sum er nakrar hundrað krónur um mánaðin)

2 — bíðilistarnir eru óendaliga langir. Loysn: Bygg fleiri barnagarðar ella tak nøkur av nógvu húsunum hjá kommununi og brúka tað til tað. (Ja, eg veit tað verða bygdir barnagarðar nú, men tá 130 pláss mangla, so kanska problemið kundi verið loyst áðrenn ha? Og annars eru teir barnagarðar, sum eru ávegis, ikki nóg mikið til at nøkta tørvin — tað kanst tú lesa í grein á Frihedsbrevet.)

 

Aftaná hetta eru trupulleikarnir ivaleyst enn nakrir. Men eg vildi hildið, at tað er logikkur fyri búrhøsn, at hesi bæði tingini høvdu loyst ein stóran part av avbjóðingunum. 

 

Hvat hevði privata vinnulívið gjørt?
Hvat hevði Regin á Bakka, stjóri í Bakkafrosti, gjørt, um hann fekk dagstovnaøkið í Havn at umsita? 

Well, tað er ikki gott at siga, eg eri ikki nakað business geni. Men skuldi eg veddað, so hevði eg veddað upp á, at hann hevði tveitt pengar eftir trupulleikanum. 

Um eftirspurningurin er ovurhondsstórur og ikki verður nøktaður, og um “fyritøkan” verður sett í ringt ljós alment av kundunum ferð eftir ferð, tí einki skil er á tænastuni, sum “fyritøkan” bjóðar, ja, so hevði mann helst ómakað sær í at gjørt tænastuna betri. Og tað ger mann við at halda fast í teimum góðu fólkunum, fáa fleiri at ynskja sær at starvast á økinum, og annars fáa fleiri hendur til at loysa uppgávuna. 

Sjálvandi — Regin hevði havt botnlinjuna at hugsa um, og hevði kanska gjørt onkrar nokk so smartar rationaliseringar, sum summi ivaleyst høvdu sett spurnartekn við, um hetta nú var í barnsins besta. 

Men tey góðu tíðindini her eru — dagstovnaøkið er ikki børsskrásett! Mann kann gott hava nokk so ringa botnlinju av sjálvum økinum, tí mann veit, at riggar hetta, ja, so fara foreldrini (les: kvinnur!) trygg til arbeiðis. Tey lítlu, sum taka ímóti tænastuni, verða betri útgjørd, tá tey blíva stór. Og tað kann enntá hugsast, at fleiri vildu sett síni børn í hesar “fyritøkurnar”, um also nakað garanti var fyri, at tænastan var nøktandi. 

So ístaðin fyri at spyrja “what would Jesus do”, so haldi eg tíðin er komin til, at vit spyrja “what would Regin do” (ella onkur annar dugnaligur vinnulívsmaður ella kvinna fyri tað).

Apropos dagstovnaøkið, so eru vit á Frihedsbrevet eisini byrjað at grava í tí. Vit skrivaðu í síðstu viku um, hvørja grundgeving ein nú fyrrverandi leiðari á dagstovni í Havn gav foreldrum at børnum í stovninum, tá ið hann tveitti handklæðið í ringin. 

Tað kanst tú lesa her

Í desember skrivaðu vit eina grein um bíðilistarnar í Havn til júst dagstovnaøkið. 

Tá skrivaðu vit, at tað mangla yvir 130 vøggustovu- og barnagarðspláss í Tórshavnar kommunu. 

Hana kanst tú lesa her

Tað er altso nógv sum bendir á, at hesin trupulleikin — hvussu kompleksur hann enn er — er nú so stórur, at tú kanst risikera at bíða meira enn eitt ár eftir at fáa títt barn ansað í Havnini. 

Hevur tú nakra vitan um tað, so ert tú meira enn vælkomin at senda tað til okkara antin á hey@frihedsbrevet.fo ella frihedsbrevet@protonmail.com

 

Frálíkt tiltak í Løkshøll

 

Tað eru ikki allir borgarstjórar, sum hava skuffað í vikuni, sum fór. Tí mikukvøldið í síðstu viku var Løkshøll karmur um eitt frálíkt tiltak, sum Runavíkar kommuna tók stig til — Samgonguskjalið & samfelagið. 

Jón Sigurdsson, stjóri í Articon, Sonja Jógvansdóttir, samskipari í Samtaki, Magni Laksafoss, búskaparfrøðingur, og Hans Kári Vang, fulltrúi í Kommunufelagnum, hildu upplegg, har tey fóru ígjøgnum samgonguskjalið frá hvør sínum perspektivi. 

Sjálv var eg í Løkshøll hetta kvøldið, og eg má siga, at júst hendan løtan var kanska fakliga ljóspunktið í vikuni, sum fór. Altso eitt upplivilsi tað er at hoyra so gløgg fólk greina og tulka eitt skjal, sum altíð annars er nokk so ullint og runt orðað. Hvør í sínum lagi gjørdu tey áhoyrararnar klókari upp á, hvussu politisku ætlanirnar ávirka økini, tey tosaðu um ella varða av. 

Eg vildi sanniliga ynskt fleiri tiltøk av hasum slagnum, har mann sleppur at hoyra gløgg fólk leggja tekstin fram, uttan at partapolitiskt runublakarí er ein partur av kjakinum!

Tú kanst síggja tiltakið her

 

Hendan vikan á Frihedsbrevet
Í dag hava vit skrivað um, at trygdin hevði ongan týdning — bókstavliga 0% týdning — tá ið landið skuldi velja ein nýggjan KT-veitara til øll málaráðini. Tað er vandamikið, at so lítið fokus er á trygd, heldur danskur professari. Tað er vandi fyri KT-álopum í Føroyum — tað kanst tú lesa meira um í grein í dag og seinni í vikuni. 

Umframt tað arbeiða vit í skrivandi stund við at kortleggja brotsverkini hjá manninum, sum í november í fjør fekk harðasta dómin í Føroyum nakrantíð — forvaring. Meira um tað í vikuni. 

Og so arbeiða vit eisini framhaldandi við at kaga niður í smálutirnar av Sjúkrahúsverkinum, og dagstovnaøkinum í Havn. Tað skalt tú vænta fleiri greinar um í vikuni og komandi vikurnar. 

Mikudagin er politiskt kjak á skránni í Klubb33, og tá fríggjadagurin kemur, er tað Frímælt-tíð. 

Takk fyri at tú las við. Og minst til — hevur tú eitt gott tipp, so er bara at senda okkum teldupost á hey@frihedsbrevet.fo ella frihedsbrevet@protonmail.com