Fría Barbara #10: Onkuntíð má mann bara siga stopp
Kæri lesari,
Hesa vikuna vendi eg mær til tín innara varskógvara. Eg vil ikki tosa við varna, jantelógsfongda partin av heilanum hjá tær, sum stúrir fyri stemninginum, um tú nú sigur frá. Tann, sum trýstir høvdið niður í sandin, fyri frið skyld. Eg vil tosa við innara úlvin, sum sær tørvin á, at onkuntíð stilla seg upp og siga: Nú. Er. Slutt.
Tí er hetta skrivið hjá mær dedikerað til valdsmisnýtslu, valdstamban og grásonur í valds(mis)nýtslu í breiðastu merking.
Hevur tú hugsað um, at í Føroyum hava vit fingið eitt politiskt mantra? “Landsstýrismaðurin vildi gera hetta, og tað kann hann, tí hann er landsstýrismaður”.
Dømini eru nógv. Tá fiskimálaráðharrar hava givið makrel til tey, sum ikki fiska makrel. Tá mentamálaráðharrar hava spælt smaksdómarar, tá ið stuðul til list skal latast. Tá ið uttanríkisráðharrar hava donerað okkara fjall til NATO, uttan at Føroya Løgting slapp at viðgera tað. Tá ið skúlamálaráðharrar hava sett onkran annan enn tann tilmælda í starv sum skúlastjóri, o.s.fr. o.s.fr. o.s.fr.
Og kjakið er altíð áleið tað sama — summi øtast og kalla tað korruptión, onnur siga “jamen hvat hava vit landsstýrisfólk til, um tey ikki kunnu bestemma?!”.
Well. Tað er ein forbannað góður spurningur, ha? Hvat er eitt landsstýrisfólk og hvussu langt strekkja heimildirnar hjá einum landsstýrisfólki? Eg kann í øllum førum staðfesta, at eitt landsstýrisfólk er ikki hevjað yvir lógina. Eitt landsstýrisfólk er heldur ikki hevjað yvir løgtingið. Men hvar gongur markið og er okkurt ein grásona?
Í vikuni, sum fór, skrivaðu vit eina søgu um filmsstuðul. Tveir leikstjórar høvdu søkt um filmsstuðul í september í fjør, men ikki fyrr enn í farnu viku fingu teir svar. Ella rættari — teir fingu áður tað svarið, at hetta málið mátti bíða til eftir valið. Orsøkina hava vit funnið fram til. Jenis av Rana segði niks (hóast tilmælið til landsstýrismannin segði yes!), og Jenis sigur nú, at hann helt also málið langt síðani var avgreitt. Hann hevði jú sagt nei, ha? Men tað var tað ikki. Tí Poul Geert Hansen, aðalstjóri, tók støðu til, at nei nú bíða vit við at svara hesum til eitt nýtt landsstýrið er mannað.
Mann freistast at hugsa, at aðalstjórin hevur resonerað seg fram til, at nú klára vit at fáa hetta avgreitt í tráð við fyrisitingarlógina, tí eitt nýtt landsstýrið skal skipast. Hatta eru míni orð, eg veit ikki um tað er tí Poul Geert hevur forðað landsstýrismanninum í at taka avgerðina. Men vit hava jú hoyrt hatta áður.
Jenis av Rana forðaði fyri filmsstuðli orsaka av málbrúki, seksuellum senum o.s.fr., og hesir báðir filmarnir vit skrivaðu um í síðstu viku hava tað til felags, at teir hava homoseksualitet sum tema ella undirtema í filminum. Niks, sigur landsstýrismaðurin. Samanhangur? Tað kann mann bara gita um.
Men tað er ikki bara innan filmslistina, at mann sær landsstýrisfólk ganga ímóti tilmælinum ella fyrisitingini. Vit hava sæð tað við fiskivinnuni óteljandi ferðir. Enntá hava vit sæð, at Løgtingsins umboðsmaður sigur “hetta er ósakligt” og so ger man tað bara atlíkavæl næsta árið og árið eftir, og árið aftaná tað og…
Vit hava havt søgur um, at tað er fyrisitið ólógliga hjá Vørn. Fínasta slag, tá mann viðgongur síni mistøk og rættar inn. Men har eru aðrar søgur í fiskivinnuumsitingini, sum undra. T.d. hví hevur mann latið rættindi til skip, sum ikki kunnu loysa frá kei? Var eingin, sum setti spurnartekin við, um hetta er lov?
Seinasta hálva árið havi eg gravað í fyristing. Í hvar markið gongur fyri tí alsamt vaksandi valdinum hjá landsstýrisfólkunum, og hvønn leiklut embætisfólk hava í hesum. Tá Poul Geert Hansen kann forða fyri at málið fær eitt endaligt “nei” í fjør heyst, hevði hann so gjørt tað sama í fyrraárið, um hann visti Jenis av Rana var ávegis út av landsstýrinum? Ella lat hann vera tá, tí hann visti landsstýrismaðurin fór bara at yvirrula hann og so skuldi mann líkasum til at hugsa um, hvat man ger við tað sum aðalstjóri? Eg veit ikki. Men hetta er alvorligt. Tað er sera alvorligt.
Og tí vænti eg, at har sita nógv embætisfólk har úti, sum hava eina vitan um valdsmisnýtslu ella tamban av valdinum. Um ov nógva ferðslu í grásonum, har man ivast í, um heimild er fyri tí, sum landsstýrismaðurin ger. Har tey síggja, at tað er blivið meira og meira vanligt, at landsstýrisfólki uppførir seg sum einaræðisharri og tí kunnu tey einki gera, um tey vilja hava arbeiðsfrið og hampiligar arbeiðssømdir.
Støðan krevur varskógvarar. Nógvar varskógvarar. Eg kann siga tær, at eg havi longu fleiri. Og nú heiti eg á teg, sum situr við onkrari vitan, um at gera tað sama. Um tað er innan politiska heimin, á einum almennum stovni ella onkra heilt aðrastaðni. Sig tað við okkum á Frihedsbrevet! Tak blaðið frá munninum so ella so — gjarna dulnevnt sjálvandi — og eg lovi tær, vit seta ljóskastaran á valdsmisnýtsluna og steðga ikki, fyrr enn alt er kannað til botns! Til tað endamálið hava vit eina serliga teldupostadressu.
Tú kanst sjálvandi senda her, men tað tryggasta fyri teg er, at tú sendir á protonmailin hjá okkum: frihedsbrevet@protonmail.com. Tað er ein krypteraður mailservari, sum er serdeilis tryggur at brúka (Tá vit hava arbeitt í altjóða miðlasamstarvum fer einki á annan mail enn protonmail).
Tí tað er neyðugt, at vit við hvørt taka eina støðu og siga: hetta eigur Føroya fólk at fáa at vita. Um man ikki vil gera tað alment sjálvur, so eru vit journalistar also eitt fínt mið. Vit kunnu fara langt, grava eitt spakaskot djypri og blíva við, inntil vit fáa svar.
Tí tað er nemliga eingin politikari ella fyritøka, sum hevur nakað sum helst vald á okkum. Vit hava ikki brúk fyri góðum stemningi við tey ráðandi ella hyggeligar løtur við kaffiborðið. Vit snøgt sagt skíta á tað, um landsstýrisfólk, aðalstjórar ella hvør tað skal vera, halda vit eru býtt.. Sum Mads Brügger plagar at siga: make enemies, gain fans.
Dagsins upptúrur
Mikudagin er 1. februar. Tað merkir, at tá fer sólin upp klokkan 8.53, og setur aftur klokkan 16.29. Longu 14 dagar seinni fer sólin upp klokkan 8.17 og setir aftur klokkan 17.07. Nú gongur tað sera skjótt móti ljósari tíðum! (takk og lov!)
Dagsins niðurtúrur
Hann eigur mín kæri, fyrrverandi kollegi Vilmund Jacobsen á in.fo. Upp á tann mátan, at onkuntíð fær mann bara niðurtúr av at lesa um alt tað ræðuliga, sum mann kann finna har úti í verðini.
Frihedsbrevet hesa vikuna
Í dag er fjórði partur av Forførd av einum pedofili komin á síðuna. Parturin eitur “Korthúsið rapar”, og snýr seg um tey brotsverk, sum Kim Anders Olai Nielsen er dømdur fyri at hava framt.
Í dag hava vit eisini skrivað enn eina grein um føroyingin Fróða Midjord. Fróði verður nevndur saman við fýra øðrum, sum serliga víðagitin ideologur innan White Supremacy Extremism (víðgongt hvítt harradømi).
Tað verður hann í einari frágreiðing, sum ein av heimsins leiðandi yvirgangsserfrøðingum, Ali Soufan, hevur skrivað til amerikonsku kongressina í september 2019. Vit hava tosað við Fróða Midjord og í tveimum poddvarpum koma vit nærri at hugsunarháttinum, at rørsluni, sum Fróði Midjord er ein av oddafólkunum fyri, og at tí vaksandi høgra ekstremismu, sum vit síggja í summum norðurlondum. Fyrsti partur er á síðuni, næsti partur kemur í vikuni. Umframt tað kanst tú hoyra Klubb33, okkara vikuliga politiska poddvarp mikudagin, og fríggjadagin er tað Frímælttíð. Vit hava fleiri søgur ávegis til tín — meira um tað so hvørt sum vikan líður!
Takk fyri tú las við.
Barbara Holm
Ábyrgdarstjóri
Frihedsbrevet.fo
Rita Inn
Tú skalt rita inn fyri at lesa og lurta eftir Frihedsbrevet.