Í dag kann eg loksins heilsa tykkum vælkomnum til nýggja miðilin Frihedsbrevet.fo. Nú er løtan her, tá eg sjálv, Jan Lamhauge og Rólant Waag Dam byrja at miðla tað tilfar, vit hava framleitt, og E N D I L I G A (sagt upp á ein Rigmor Dam’iskan máta) sleppa vit undan setninginum “eg fái tíverri ikki ordiliga sagt, hvar hetta verður givið út” — svarið er nú eitt errið “á Frihedsbrevet.fo”. Lat meg byrja við at geva tær eitt lyfti: Vit lova gravandi, valdkritiskan og óheftan journalistikk á føroyskum, útgivin sum skrivaðar og upplisnar greinar, og vit lova fjølbroytt poddvørp á okkara nýggju heimasíðu frihedsbrevet.fo ella á brúkaravinarligu appini við sama navni. Appin er tíverri ikki heilt liðug enn, og tí er hon ikki tøk í dag. Men tað verður hon vónandi um vikuskiftið. Heimasíðan er tó púra klár!

 

Bara í tínum lumma…

Fyri at tekna eina rættvísa mynd av hvørji vit eru, mugu vit fyrst hyggja eftir okkara stórusystur í Keypmannahavn, Frihedsbrevet.dk, áðrenn vit koma til allar tær frálíku søgurnar, sum tú kanst rokna við.

Fyrst av øllum — Mads Brügger er ábyrgdarblaðstjóri, stigtakari og stjóri í danska felagnum, sum hevur hálvtannað ár á baki.

Og eg rodnaði eitt sindur, tá ið eg hitti hann fyrstu ferð, tí tey, sum hava innlit í, hvat hann hevur fingið frá hondini reint journalistiskt tey seinastu nógvu árini, mugu blíva eitt vet starstruck av at hitta mannin. Mín yndis er — fyriuttan Frihedsbrevet sjálvandi — dokumentarurin “Muldvarpen undercover i Nordkorea” (sum tú burdi hugt eftir, aftaná tú hevur lisið og lurtað eftir okkara tilfari 😉 ). Ella kanska átti eg at sagt, at tað VAR mín yndis. Tí nú hava tey í systurmiðlinum framleitt fleiri imponerandi poddvarpsrøðir, sum hava tikið gullið á top 10-listunum yvir mest lurtaðu poddvørp í Danmark. Og ja — vit skulu nokk fáa tær røðirnar til tíni oyru eisini, kæri lesari — meira um tað um eina løtu.

Umframt Mads Brügger er eisini eitt hav av dugnaligum fólkum í starvi hjá donsku stórusystrini. Vit hava Cavling vinnararnar, Jeppe Findalen og Magnus Mio, vit hava faðirin av Genstart hjá DR, Thomas Arent, vit hava Flemming Rose, sum tú ivaleyst kennir frá Mohammed tekningunum, sum hann prentaði sum mentanarredaktørur á Jyllands Postinum, og eg kundi hildið áfram. Alt sera dugnalig fólk, hvørs tilfar tú partvíst fert at fáa atgongd til, um tú gerst limur. Næst at siga er, at Frihedsbrevet í Føroyum og Frihedsbrevet í Danmark hava sum aðalmál, at vit ikki taka ímóti stuðli frá tí almenna, og vit siga nei takk til lýsingar. Tí siga vit: bara í tínum lumma. Tað merkir, at tað er eingin fyritøka og einki politiskt vald, sum hevur nakra ávirkan á okkum. Tað, halda vit, er serliga umráðandi í Føroyum, tí miðlalandslagið er eitt kuriosum, sum í sjálvum sær burdi verið grivið í av óheftum journalistum. Til alla lukku hava vit eina ørgrynnu av dugnaligum journalistum í Føroyum, men fleiri og fleiri fella frá fakinum, og hóast tað uttan iva er ein tvørfaklig avbjóðing, so er tað befríandi at sita og skriva hetta tíðindabrævið og vita, at tað nyttar einki hjá nøkrum flokki at hótta við at “rudda út”, “umskipa miðlastuðulin” ella okkurt heilt triðja, tí tað rakar meg en papand, fyri nú at lata danismuna forføra meg eina løtu aftrat. (Hinvegin hevur tað ongantíð rakt meg en papand, men tað er so ein søga, sum eg kann siga ein annan dag).

Men sjálvandi, øll skulu hava smør á borðið, hugsar tú helst, og rætt hevur tú. Lat meg so siga tær, hvussu vit fáa løn. Frihedsbrevet.fo og Frihedsbrevet.dk eru báðir miðlar undir veingjabreiðinum hjá fyritøkuni Mediehuset Friheden, sum bleiv til í fjør, tá ið danski miðilin bleiv stovnaður. Tað eru tíggju parteigarar í Mediehuset Friheden, som hava sett pengar í verkætlanina. Parteigararnir hava skrivað undir eitt skjal, har tey binda seg til, at onga ávirkan hava á journalistiska innihaldið yvirhøvur. Ein teirra er føroyingurin Niels Mortensen, eigari av SMS, nevndarformaður í Atlantsflogi o.s.fr. Av parteigarunum sita tríggir í nevndini, Bjørn Høj Jensen, Max Cantor og Henrik Juul. Forstjóri í samtakinum er journalisturin Mads Brügger. Hann er so eisini ábyrgdarblaðstjóri í Danmark, meðan eg eri ábyrgdarblaðstjóri í Føroyum.

Og eg skilji, um tú hugsar — hvat so, ber tað so til hjá tykkum at grava í SMS samtakinum ella skriva kritiskt um Atlantsflog? Svarið er eitt rungandi JA. Og tað hava vit — eg sjálv og Mads Brügger — sjálvandi gjørt øllum parteigarum og Niels Mortensen greitt — tit hava ikki sersømdir hjá okkum.

Tey eru summi, sum hava sátt iva um, um vit nú kunnu siga vit eru óheft, tá tað eru sterk pengafólk, sum eiga Mediehuset Friheden. Spurningurin er reellur. Men tað er also ein himmalrópandi munur á, at tað eru parteigarar í einum felagi, sum eigur miðlar, og so at miðilin livir av lýsingum. Vit koma ikki at liva av lýsingum ella politisku miðlastuðli, og eru als ikki ávirkað av, hvat okkara íleggjarar halda um hetta og hatta. Hinvegin fara vit vónandi at liva av tær — haldarunum, sum vilja rinda fyri tann journalistikk, sum vit veita. Men um vit tykjast óheft, valdskritisk og at hava tað trúvirði, sum skal til, er ikki í mínum hondum. Tað er tú, kæri lesari, sum avger, um tú trýrt mær. Og tað trúvirði fara vit at arbeiða hart fyri at fáa og halda fast í. So segði hann — lat tað koma ann uppá ein prøva.

Fyri tað triðja havi eg hug at undirstrika týdningin av at hava ein systurmiðil í einum øðrum landi, har miðlamyndin er ein heilt onnur enn her hjá okkum. Við einstøkum felags redaktiónsfundum tvørturum landamørk fylgja vit við í, hvat hini gera, og tey fylgja við í, hvat vit gera. Styrkin í at vera ein stór redaktión upp á áleið 20 fólk + fríyrkisfólk og at síggja søgurnar frá einum øðrum mentanarligum sjónarhorni, er ómetaliga dýrabart. Tað gevur okkum ein hvassari penn, eina sterkari rødd og slítur summar av leinkjunum, sum man jú hevur í einum og hvørjum samfelagi, men helst ikki er so tilvitaður um. Tí Føroyar eru eitt fólkaræði, og vit skulu uppføra okkum sum tað — til tað krevjast miðlar, sum ikki eru ov fólkaligir ella halda hondina yvir summum, bara tí “tað er ikki væl sæð at fara eftir hasum”. Vit, sum manna redaktiónina á føroyska Frihedsbrevet, eru nú neyvan kend fyri okkara ræðslu fyri valdshavarum, men tað er stuttligt at uppliva, hvussu nógvar bindingar tú ótilvitað hevur á tær og bara sært, tá tú sært tingini frá einum øðrum vinkli — frá einari aðrari mentan.

 

Tíðindabrøv, greinar og poddvørp

Hetta er myndin til fyrstu podvarpsrøðina vit borðreiða við. Malthe Emil Kibsgaard hevur gjørt.

 

Vit eru ikki ein klassiskur miðil, sum vit kenna teir í Føroyum. Tú fært eingi veðurtíðindi frá okkum, og so slett ikki politisk lesarabrøv. Men hjá okkum fært tú nakrar fastar tættir hvørja viku. Hetta tíðindabrævið fært tú vikuliga, um tú vilt, tað er ókeypis og fyri øll, sum vilja tað.

Tá tú gerst haldari hjá okkum fyri einans 129 krónur um mánaðin, kanst tú skriva teg upp til at fáa tíðindabrøv innan vinnu, politikk og mentan sendandi á tín teldupost. Tey tíðindabrøvini skriva eg sjálv, Jan Lamhauge og Rólant Waag Dam og senda beinleiðis til tín. 

Hesi tíðindabrøv eru heldur ikki klassisk tíðindabrøv, sum vit kenna tey — hetta eru oddagreinar og søgur, vit arbeiða við í stuttum, umframt aðrar søgur, sum vit halda, tú hevur áhuga í at lesa.  Altso — kókað niður til, at tú kanst lesa tað á teldupostinum í einum kaffisteðgi, so tú altíð hevur yvirlit yvir, hvat rørir seg hjá okkum. Umframt tíðindabrøvini fært tú greinar, sum eru úrslit av okkara gravandi arbeiði at kanna tað, sum tú heilt víst hevur tørv á at vita, og tað verið seg innan somu evni — politikk, vinnu og mentan. Og í triðja lagi fært tú poddvørp um eitthvørt evni, sum vit halda er spennandi, gott, tiltrongt, neyðugt, saftigt ella okkurt heilt annað, og her hava vit nógv gott í væntu:

Vit byrja við PP, RSP og politiskum tiltaki

Hvat hava hollendska PP og javnstøða til felags? Tja, absolutt einki, uttan at hesi eru vald at vera tey fyrstu evnini vit tveita okkum út yvir her á Frihedsbrevet.fo. Tí kanst tú hesa vikuna í FríurPolitikkur lesa og hoyra søguna um skipaðan kriminalitet umborð á einum føroyskum fiskiskipi. Ikki bara eina einstaka ferð, men ein beinleiðis skipaður kriminalitetur. Hendan søgan fær nakkahárini at reisa seg. Tú fært hana í dag sum grein, tú kanst lesa ella lurta eftir her, og so hava vit eisini fyrsta podvarpið við heitinum Uttanfyri Lóg og Land nú til tín á síðuni her. Longu í morgin kanst tú hoyra næsta partin í røðini.

Í mínum fyrsta tíðindabrævið spurdi eg eftir tykkara hugsan, um at hoyra fyrsta part av podvarpsrøðini um ein føroyskan falsara, sum hevur snýtt yvir 80 føroyingar. Og svarið á innbakkanum er eitt rungandi ja frá teimum allar flestu — so, leygardagin kemur fyrstu parturin av Gev mær tínar pengar. 

Um eitt lítið bil skulu Føroya fólk inn í allarheilagaðsta klivan, har fólkaræði fyri eina stund er fullkomið og tjóðin eigur orðið. Tað merkir eisini, at vit hava gravað í nøkrum søgum, sum vit halda hava týdning. Tær kanst tú gleða teg til í komandi viku.
Men fyrst av øllum bjóða vit inn. Vit hava nevniliga leigað Oy bryggjaríið í kvøld, hóskvøldið 1. desember, og tá hava vit boðið politisku flokkunum við, tí vit vilja spyrja tey um fiskivinnuna og vit vilja spyrja tey um javnstøðu. Hetta eru sjálvandi tvey ógvuliga breið hugtøk, men vit lova at kava niður í bæði evnini á Oy! Tit eru vælkomin við — tiltakið er púra ókeypis og verður stroymt beinleiðis (Fylg við á okkara sosialu miðlum, fyri at finna leinkjuna). Og í døgunum aftaná kanst tú hoyra bæði orðaskiftini sum poddvørp her á síðuni. Og ert tú troytt av tí politiska meldrinum, so eru góð tíðindi her. Tí ein frálíkur fyrimunur í at hava eina dugnaliga stórusystur í Keypmannahavn er, at vit nýtast ikki at byrja við tómari talvu — vit hava eina ørgrynnu av góðum donskum tilfari umframt okkara føroyska, sum eg havi valt út til tín, kæri lesari. Har eru bæði greinar og fleiri poddvarpsrøðir, sum okkara dugnaligu starvsfelagar í Danmark hava framleitt.

 

Einki uttan teg

So eru vit har, at eg skal koma við einum herrópi um, hví tú skalt melda teg sum lim í Frihedsbrevet Føroyar. Tað fellur okkum føroyingum ónatúrligt at selja okkum sjálvi, men hesa ferð er tað mær eitt kall, tí tað er ikki fyri meg — tað er fyri teg.

Tá mann sum vit hevur fráskrivað sær møguleikan at fáa lýsingarkrónur frá stóru fyritøkunum ella miðlastuðul frá politikarunum, ja, so er bara ein inntøkukelda eftir. Uttan teg, so eru eingin vit.

Tú kanst skriva teg upp til at fáa hesa oddagrein í tín teldupost hvørja viku púra ókeypis, men eg skal ávara teg — tað er við tí fyri eyga, at tú vónandi fer at gerast haldari hjá okkum. Tað kostar tær 129 krónur um mánaðin at fáa atgongd til alt okkara tilfar, og ein part av danska tilfarinum, og teknar tú teg nú, so er tað ókeypis fyrstu vikurnar. Og um mann nú skal seta tað í kontekst, so er tað nakað tað sama, sum tú brúkar upp á ein góðan drink á Tarv, púra avgjørt minni enn tú brúkar, tá tú skalt bjóða onkrum ein nátturðabita, og tað er eisini áleið tað sama, sum tú brúkar, um tú skalt hava bilin við Smyrli. Tað er gott nokk nógv, nógv meira enn tú rindar, um tú brúkar Vága- og Norðoyatunnilin ein dag…

Tú fært tilfar frá okkum hvønn gerandisdag, og vit hava arbeitt niður fyri í fleiri mánaðir nú, og eg lovi tær, at tað er vert hvørja krónu. Minst til at taka app okkara niður, tá tú ert blivin haldari, tí har fært tú lætt og ómakaleyst lurtað eftir poddvarpum, lisið ella lurtað eftir greinunum og stýrt tínum haldi. Og so tað síðsta — vit eru klár at taka ímóti tykkara søgum og hugskotum, so sendið endiliga ein teldupost til mín á barbara@frihedsbrevet.fo — eg lovi tær, tað er í trúnaði.

Sum Dorothy frá The Wizard of Oz segði í 1939:
“Toto, I’ve a feeling we’re not in Kansas anymore” 

Fyri fyrstu ferð — Takk fyri, tú las við! To be continued!

Heilsan
Barbara Holm
Ábyrgdarstjóri, Frihedsbrevet.fo