Frí Mikrofon: Kjakast um OL, boksidystin og myndina
Ein boksidystur og ein mynd kunnu skapa øsing, tað má staðfestast aftaná OL í Fraklandi fór av bakkastokki í ár. Við okkum í studio í nýggjasta parti av Frí Mikrofon, hava vit Eyðstein Simonsen, sum hevur lisið religión og ítrótt, Esther Margret Petersen, samskipara hjá LGBT og Agga Niclasen, lærara.
Vit seta senuna við eini hending frá OL í París, har ein boksidystur millum tvær kvinnur stjól yvirskriftir kring knøttin. Ein kvinnuligur boksari, sum sýntist at hava ein fyrimun, og diskussiónin um tvørkynd ítróttafólk vórðu heit evni.
Esther Margret Petersen, Eyðstein Simonsen, Durita Fagradal Augustinussen og Agga Niclasen í studio hjá Frihedsbrevet.
Vit viðgera eisini eina kontroversiella mynd frá OL-byrjunarhátíðarhaldinum, sum hevur elvt til stórt kjak um satiru, heiðran og háðan. Hvør er týdningurin av, at LGBT og aðrir samfelagsbólkar eru sjónligir á slíkum stórhendingum?
Hví er kjakið um tvørkynd so trupult, og hvørjar eru avleiðingarnar fyri javnrættindi og inklusjón í samfelagnum? Eru genetiskir fyrimunir í ítrótti ein nýggj avbjóðing?
Durita Fagradal Augustinussen er vertur.
Tú finnur Frí Mikrofon á appini og heimasíðuni undir “poddvarp”.
Rita Inn
Tú skalt rita inn fyri at lesa og lurta eftir Frihedsbrevet.