Fótbóltskjak: Stjørnurnar, milliardirnar og vandamikla gongdin
Í nýggjasta partinum av Fríari Mikrofon skifta Sunva Eysturoy Lassen, Rógvi Olavson og Tróndur Arge orð um stóru linjurnar í fótbóltinum. Tí tað er fótbóltsfepur kring knøttin og her í Føroyum sita menn og kvinnur klistrað til skíggjan kvøld eftir kvøld og hyggja eftir evropeiskum londum bresta saman á vøllinum í bardaganum eftir EM meistaraheitinum.
Kenslurnar eru stórar og sterkar um hendan ítróttin bæði upp á gott og ónt, sjarman er kanska við at hvørva við nógvu milliardunum og milliardakontraktunum í londum sum Saudi Arabia. Ella er hon nú tað? Og hvussu er í Føroyum — er stjørnudust kring fótbóltin her eins og hjá stóru fótbóltstjóðunum?
Er hetta ikki bara eitt spæl? Tað tosa vit um í nýggjasta partinum av Fríari Mikrofon.
Tú finnir røðina á appini og heimasíðuni, í báðum førum undir “poddvarp”.
Rita Inn
Tú skalt rita inn fyri at lesa og lurta eftir Frihedsbrevet.