Fosturtøkulógin hevði einans verið galdandi í fáar mánaðar, tá Miðflokkurin valdi at leggja eitt nýtt uppskot fyri Løgtingið, ið eftir ætlan skal herða krøvini í verandi lóg. Tað snýr seg ikki um eitt forboð móti fosturtøku, sum Miðflokkurin annars fyrr hevur verið fortalari fyri, men heldur um kravda umhugsunartíð og kravda ráðgeving. Endamálið er, sambært formanninum sjálvum, at bjarga tí, sum bjargast kann.
Er tað rímiligt, at kvinnur skulu fáa ráðgeving og hava eina ávísa umhugsanartíð, áðrenn ein fosturtøka verður framd? Skal ein guðfrøðingur koma í staðin fyri sálarfrøðing í tí samráðnum, sum tekur støðu til fosturtøkur eftir 12. viku?
Tað kjakast Steffan Klein Poulsen, formaður í Miðflokkinum, og Hervør Pálsdóttir, tingkvinna fyri Tjóðveldi, um í hesum partinum av Klubb33.