Tað eru risa upphæddir, sum fólkakirkjan hevur brúkt til at umvæla prestagarðarnar í landinum. Ein einstakur prestagarður hevur fingið játtað yvir 11 milliónir til viðlíkahald seinastu fimm árini, meðan leigan hjá prestunum liggur ímillum 2.000 og 4.000 krónur. “Verða prestagarðarnir niðurlagdir, verður mett, at sóknarprestarnir verða savnaðir í miðstaðarøkinum og koma at búgva har”, sigur bispur.