Tað er fullsett til frumsýningina av dokumentarunum “Valdið aftanfyri valdið” hjá Frihedsbrevet í Løkshøll. Tí er ein eykasýning sett á skrá sunnudagin 5. mai klokkan 17.00. 

Dokumentararnir hyggja nærri at einum av størstu reiðaríunum í Føroyum, JFK-samtakinum í Klaksvík við Hanus Hansen, reiðara, á odda, og hollendsku risunum P&P, sum eru parteigarar í JFK. Sendingarnar varpa ljós á, hvussu ein fyritøka gerst ein av mest valdsmiklastu spælarunum í landinum, og hvussu hetta valdið verður umsitið. Sí trailara aðrastaðni á síðuni og appini. 

Ert tú limur hjá Frihedsbrevet, skalt tú keypa atgongumerki fyri 0 krónur, á hesum leinkinum. 

Ert tú ikki limur ella skalt tú keypa fyri onkran, kanst tú keypa atgongumerki fyri 150 krónur, á hesum leinkinum.