Stórtíðindi komu umvegis sosiala miðilin hjá amerikanska forsetanum um vikuskiftið: ein avtala er gjørd millum USA, Danmark og Grønland. Sambært Donald Trump fær USA fult ræði á trygdini í Grønlandi og í Norðuratlantshavi, samstundis sum boðini úr Danmark og Grønlandi eru, at sjálvsavgerðarrætturin hjá grønlendska fólkinum er tryggjaður.
Er nakað samsvar millum tað, sum partarnir siga um avtaluna, sum vit enn ikki kenna smálutirnar í?