Málið um bótina hjá Bakkafrosti er eitt av fleiri málum, sum hava ligið ov leingi, áðrenn tey komu í rættarskipanina. Fimm ár er ov leingi fyri eitt slíkt mál, sum tað hjá Bakkafrosti, og tað er ein trupulleiki fyri rættartrygdina í Føroyum, halda Helgi Abrahamsen úr Sambandsflokkinum og Fróði Magnussen úr Fólkaflokkinum. 
Hvat skal gerast við málið, er tó ikki lætt at siga. Hoyr seinasta part av Klubb33, har teir báðir samgonguliminir skifta orð um rættartrygd, rúgvusmikla lóggávuverkið í Føroyum og hvørt løgreglan skal yvirtakast sum málsøki.