Ein samrøða við ein heimleysan: “Vit eru umleið 20 fólk, sum fylgjast um næturnar”
Tað stutta av tí langa
“Vit hava fólk, sum eru líka frá 21 ár til mín aldur, sum er rættiliga høgur, sum eru í dýrastu neyð. Tey ungu klára ikki at fylgja við okkum eldri, so tey blíva lallandi skít aftaná nakrar tímar, so vit eldru mugu taka okkum av teimum. Syrgja fyri, at tey ikki sova út. Hvar sova tey so? Á vesinum í Steinatúni eina løtu. Í einari garasju. Í einum tómum húsum. Eru vit heppin, so er el í húsinum, og so fer onkur út at stjala ein el-ovn, so vit ikki doyggja í kulda”. Soleiðis greiðir ein heimleysur maður frá í nýggjum parti av poddvarpsrøðini Frí Mikrofon.
Heimleys í Føroyum
Seinastu vikurnar hevur Frihedsbrevet arbeitt við einari poddvarpsrøð um heimleys í Føroyum. Hetta í einari roynd at finna fram til, hvussu lívið sum heimleysur føroyingur er. Hvar tey eru um næturnar, hvussu umstøðurnar eru, hvussu nógv fólk talan er um o.s.fr?
Eitt av svarunum upp á ein av hesum spurningum er: Gamli kirkjugarður í Havn — tí myndin omanfyri.
Nú málið er háaktuelt, hava vit á redaktiónini tí tikið avgerð um at leggja eina samrøðu út við ein heimleysan føroying. Hendan samrøðan er partur av poddvarpsrøðini um heimleys, sum kemur í næstum.
Maðurin í samrøðuni er dulnevndur, men redaktiónin kennir hansara samleika. Samrøðan er gjørd í gjár, 21. september, aftaná at Sirið Stenberg, landsstýriskvinna og Martin Kúrberg, leiðari á Herberginum, vóru í Degi og Viku og greiddu frá støðuni.
Tú finnur hesa samrøðuna, um tú fert undir poddvørp, og finnur røðina Frí Mikrofon.
Rita Inn
Tú skalt rita inn fyri at lesa og lurta eftir Frihedsbrevet.