
Ein samrøða um sexchikanu á LS: Eru tey ikki bara sart?

Tað stutta av tí langa
Birita á Løgmansbø er gestur í nýggjasta partinum av poddvarpinum Frí Mikrofon. Hon segði í heyst leiðsluni á Landssjúkrahúsinum frá sexchikanu frá nú fyrrverandi deildarleiðaranum á Sjúkraflutningstænastuni. Hon hevur eygleitt og lagt oyru til ónærisligan atburð, sigur hon, men hon hevur ikki upplivað tað á egnan kropp. Men er hon ikki bara sart? Tað spyrja vit m.a. í samrøðuni.
Eitt stutt brot av samrøðuni við Biritu á Løgmansbø kann hoyrast her ókeypis. Ert tú haldari, finnur tú alla samrøðuna við Biritu á Løgmansbø í røðini Frí Mikrofon undir poddvarp.
Ósamd við forstjóran
Steinar Eirikstoft, forstjóri í Sjúkrahúsverkinum, fekk ikki úttalað seg um ítøkilig starvsfólkamál, tá ið Dagur og Vika hitti hann á Landssjúkrahúsinum í síðstu viku. Men kortini var einki at taka feil av, forstjórin helt øll mál av hesum slagi vóru handfarin rætt, sambært teimum góðu mannagongdunum í Sjúkrahúverkinum. Her var týðiliga einki mistak hent, og tí eingin orsøk til nærri kanningar av støðuni.
At alt hevur gingið rætt fyri seg, er Birita á Løgmansbø, ein av varskógvarunum, als ikki samd við. Hon sigur, at hon hevur hvørki hoyrt orð ella boð síðani hon boðaði frá, og heldur ikki varð nakað sum helst broytt á deildini í kjalavørrinum av hennara fráboðan. Heldur ikki eftir allar hinar fráboðanirnar, sum hava verið gjørdar av starvsfólki á deildini seinastu smáu tvey árini.
Tað var ikki fyrr enn tað gjørdist leiðsluni greitt, at loyndarmálið stóð á gáttini til at blíva alment.
“Hvat broyttist í síðstu viku? Leiðslan hevði øll prógvini og allar fráboðanirnar áðrenn. Einki var øðrvísi handan dagin burtursæð frá, at tey vistu, at søgurnar vóru áveg út”, sigur Birita á Løgmansbø í samrøðuni í Frí Mikrofon.
Men er hon ikki sart? Hevur hon krav at fáa nakað at vita frá leiðsluni á Landssjúkrahúsinum um tað sum tey gera — kann tað ikki hugsast, at fleiri stig eru tikin, sum hon bara ikki er kunnað um?
Tað tosa vit við hana um í nýggjasta partinum av Frí Mikrofon. Tú finnur poddvarpsrøðina undir “poddvarp” á appini. Ert tú á heimasíðuni, finnur tú røðina við at trýsta her.
Rita Inn
Tú skalt rita inn fyri at lesa og lurta eftir Frihedsbrevet.