Burturvístur úr Føroyum tvær ferðir — vendi aftur, tá ið forboðið gekk út
Tað stutta av tí langa
Í 2016 var ein útlendskur maður burturvístur í fimm ár fyri m.a. harðskap. Fimm ár seinni kom hann aftur til Føroya, men varð skjótt tikin av løgregluni fyri fesk brot á lógina og aftur burturvístur í fimm ár fyri hóttanir, harðskap og annað. Nú stúra ofrini fyri, at hann aftur fer at leita sær til Føroya, tá ið galdandi innferðarforboð gongur út. “Vit mugu tora at gera eina serføroyska skipan, sum riggar fyri okkum”, sigur tingmaður. “Tað er sera óvanligt, at burturvíst fólk leita sær aftur til Føroya”, sigur ákæri.
Ætlanir um revsiváttan seta fleiri spurnartekn
Í politisku skipanin tykist vera stór semja um, at vit skulu krevja, at útlendingar, sum koma til Føroya at arbeiða frameftir, skulu vísa fram eina revsiváttan. Hesar ætlanirnar føra nógvar spurningar við sær — eitt nú, hvar skal markið vera fyri, hvørji lógarbrot tú kanst hava framt, áðrenn vit nokta tær atgongd til Føroya? Skal nøkur tíðarfreist vera? Eitt bagatellmark kanska — og hvør skal eiga avgerðina? Eru tað myndugleikarnir ella kanska arbeiðsgevarin? Hvussu við teimum, sum hava eitthvørt menniskjaligt tilknýti til Føroya?
Spurningarnir eru nógvir, men svarini ikki øll tøk enn.
“Vit eru ikki komin á mál við øllum smálutunum í, hvussu hetta skal handfarast. Men tað er nakað vit fara at viðgera”, sigur Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður á økinum.
Frihedsbrevet hevur eisini tosað við Beinir Johannesen, formann í Fólkaflokkinum, og Eirik í Jákupsstovu, tingmann fyri Tjóðveldi, sum báðir hava alment úttalað seg um, at tað er skilagott at seta kravið um at vísa fram revsiváttanir í verk.
Vit hava eisini spurt teir, hvussu vit eiga at fyrihalda okkum, tá ið útlendingar eru dømdir fyri brot á føroyska revsilóg her í Føroyum.
Tað venda vit aftur til seinni í greinini. Nú skulu vit fyrst taka eitt dømi um eina heldur óvanliga støðu.
Dømdur fleiri ferðir
Vit skrúva tíðina aftur til oktober 2011. Ein maður við útlendskum uppruna slær ein annan mann tvær ferðir í høvdið. Maðurin noktar seg sekan, men tá ið Føroya rættur fellur dóm í mars 2013, er tað við vitnisfrágreiðingum og upptøkum sum grundarlag.
Ákæruvaldið biður um fongsulsrevsing og burturvísing, men í hesum dóminum metir Føroya rættur tað rættvíst, at maðurin skal inn at sita í 40 dagar, men orsakað av, at hann áður ikki hevur fingið nakran álvarsligan dóm, vil rætturin ikki burturvísa mannin úr Føroyum.
Tað vísir seg tó seinni, at áðrenn dómur fellur í tí fyrsta málinum, fremur maðurin fleiri lógarbrot, sum rætturin skal taka støðu til bara nakrar mánaðir seinni — í desember 2013.
Tá verður hann dømdur fyri fleiri onnur harðskapsmál, fyri at hótta vitni, at hava tikið óhóskandi myndir av einari kvinnu og brúkt tað til at hótta hana við, og við harðskapi móti somu kvinnu. Hann verður tá m.a. dømdur fyri at hava sagt við eina fyrrverandi unnustu, at um hon sigur løgregluni frá harðskapinum, sum hann hevur framt móti henni ella beiggja hennara, so skal tað fáa álvarsligar avleiðingar. “If you get me expelled I will get a hit on you”, sum kann merkja, at um hon fær hann burturvístan úr Føroyum, skal hann fáa onkran at taka lívið av henni.
Hann verður dømdur í fongsul í fýra mánaðir fyri hetta, men heldur ikki hesa ferð verður hann burturvístur úr Føroyum.
Tað verður hann tó nøkur ár seinni — í 2015, tá ið rætturin kemur eftir, at maðurin hevur framt harðskap móti einum fangavørði í Mjørkadali, og tað hevur hann gjørt, uttan at hann hevur havt lógligt visum til at vera í Føroyum, tá ið dómur fellur.
Rætturin sigur tí m.a.: “Rætturin leggur serligan dent á, at ákærdi, í sínum relativt stutta uppihaldi í Føroyum, nú tríggjar ferðir er dømdur treytaleysa fongsulsrevsing fyri harðskapslógarbrot. Rætturin leggur víðari dent á, at maðurin hevur bert brúkt ein lítlan part av sínum vaksna lívi í Føroyum”. Maðurin er um hetta mundið um 40 ára gamal.
Hann verður tí burturvístur í fimm ár.
Aftur til Føroya
Í 2021 kemur maðurin aftur til Føroya, stutt eftir, at innferðarforboðið fer úr gildi. Hann er tó bara í Føroyum í umleið tveir og ein hálvan mánað, tá ið hann aftur verður tikin av løgregluni og varðhaldsfongslaður.
Hesa ferð verður hann dømdur fyri harðskap móti einum manni, sum hann framdi saman við trimum øðrum. Dømdi útlendingurin og tríggir aðrir leypa á ein annan mann uttan fyri eitt hotell í Havn. Teir sparka og sláa mannin fleiri ferðir.
Men tað er ikki bara álop í Føroyum, sum hesin maðurin tá verður dømdur fyri.
Hann verður eisini funnin sekur í hóttanum móti føroyingum, sum hann hevur framt, tey árini hann var burturvístur.
Ákæruvaldið skrivar í ákæruritinum:
“..2017, umvegis Facebook, at hava hótta (eitt navngivið offur)”.
Í hesum málinum hóttir hann serliga ein mann og vil hava viðkomandi at gera, sum hann sigur. Ger ofrið ikki tað, vil ákærdi senda Bandidos eftir ofrinum og annars sjálvur fremja álvarsligan harðskap móti ofrinum, tá hann kemur aftur til Føroya.
Ákærdi greiðir í hesum umfarinum rættinum frá, at hann kom til Føroya aftur so skjótt hansara innferðarforboð gekk út, tí hann hevur sambond her, sum hann vil røkja. Hann segði rættinum tá, at hann at kalla eingi sambond hevur eftir í sínum heimlandi.
Maðurin verður í 2021 funnin sekur, skal inn at sita í fimm mánaðir og sleppur ikki til Føroya í fimm ár.
Tað er tó ikki so leingi til, at galdandi innferðarforboð móti manninum aftur gongur út. Og nú eru nøkur av ofrunum, sum stúra fyri, hvat fer at henda. Tey vilja ikki úttala seg við navni, í ótta fyri, hvat maðurin kann gera teimum. Men tey hava sagt Frihedsbrevet, at tey stúra fyri, at maðurin kemur aftur.
Kravið um revsiváttanir í politiska maskinrúminum
Seinastu dagarnar hevur kjakið um revsiváttanir og útlendingaøkið av álvara tikið seg upp. Bæði í politisku skipanini og ímillum arbeiðsgevarar.
Sí eisini hesar greinar og poddvarp ella finn tað aðrastaðni á appini:
Skuldsettur fyri ógvusligt álop á Argjum og dømdur fyri morð í Póllandi
Innflyta kriminellar útlendingar: Átta skuldsettir útlendingar gjøgnum somu fyritøku
Poddvarp: Er útlendsk arbeiðsmegi ein tryggleiki ella ein trupulleiki?
Mouritz Mohr: “Eiga at biðja um revsiváttan”
Tað er helst serliga orsakað av, at maðurin, sum framdi eitt óvanliga ógvusligt álop á eina kvinnu við Sandá á Argjum, frammanundan var dømdur mordari í heimlandinum í Póllandi. Kravið um at vísa revsiváttanir kundi í hesum førinum havt avdúkað, at maðurin var vandamikil, áðrenn hann kom til Føroya. Kanska hevði hann so verið steðgaður við markið.
Men hvat merkir tað, tá ið politikarar siga, at tey nú vilja seta krav um, at allir útlendingar, sum koma til Føroya at arbeiða, skulu vísa revsiváttan fram. Og hvussu, tá ið dómsvaldið sigur fimm ár — skulu myndugleikarnir kunna siga okkurt annað?
“Tað ber neyvan til at krevja, at tú skalt hava reina revsiváttan fyri at sleppa til Føroya. Men tað ber helst til at krevja, at fólk vísa eina revsiváttan fram, so mann kann fyrihalda seg til tað”, sigur Bjarni Kárason Petersen, landsstýrismaður á økinum. Júst hvør skal meta um hesa revsiváttan, er ikki greitt enn. Men spyrja vit Eirik í Jákupsstovu, tingmann fyri Tjóðveldi, heldur hann, at tað skulu vera myndugleikarnir í Føroyum.
“Tað verður føroyski útlendingamyndugleikin, sum fær eina politiskt setta kós at arbeiða eftir. Tá mann metir um avleiðingarnar, so má tað til dømis telja við, hvussu grovan kriminalitet talan er um eftir okkara normum, um tað hevur gjørt skaða á onnur og hvussu sannlíkt tað er, at nakað fer at henda aftur”, sigur hann.
Eisini Beinir Johannesen, tingmaður fyri Fólkaflokkin, heldur, at tað er rætt og neyðugt at umbiðja revsiváttanir frá teimum, sum koma til Føroya umvegis arbeiðsloyvi ella Fast Track. Tá vit spyrja hann, hvar markið skal ganga fyri, nær eitt lógarbrot er nóg álvarsligt fyri at nokta fólki atgongd, sigur tingmaðurin, at hetta sjálvsagt er nakað av tí, sum má viðgerast.
“Spurningurin er, um eitt bagatellmark skal vera. Tað kann vera skilagott”, sigur Beinir Johannesen.
Hann vísir á, at endamálið við at seta fram hetta kravið er, at vit framhaldandi skulu fáa teir mongu ágóðarnir av at hava útlendska arbeiðsmegi í Føroyum, men kunna fyribyrgja tey óhepnu dømini.
“Tað er einki garanti fyri, at eingin útlendingur nakrantíð brýtur lógina aftur, men við hesum kunnu vit vónandi fyribyrgja summar hendingar”, sigur formaðurin í Fólkaflokkinum.
Eirikur í Jákupsstovu sigur seg óttast fyri, at kravið um revsiváttanir kann vera ein sovipúta hjá politisku skipanini, tí kjakið má ikki steðga har, heldur tingmaðurin.
“Fyrstu stigini er at seta integratiónsátøkini í gongd, sum longu liggja í kortunum. Tað stóra takið er síðan at yvirtaka útlendingaøkið og semjast um, hvussu vit frá grundini fáa skapt eina lóggávu, sum riggar til okkara samfelag”, sigur Eirikur í Jákupsstovu.
Allir eru teir samdir um, at útlendsk arbeiðsmegi hevur stóran, jaligan týdning fyri Føroyar, og allir vísa teir á, at tey flestu eru friðardýr, sum ikki gera haltari hønu mein.
Teir eru eisini samdir um, at ynskið um eina framtíð, har tú veitst, um ein útlendingur hevur kriminella fortíð, er bert ein fuglur á takinum enn, tí tað er framvegis ógreitt og óviðgjørt, júst hvussu hetta skal fremjast í verki.
Til spurningin um ítøkiliga dømi í hesari greinini við einum manni, sum er dømdur í Føroya rætti fleiri ferðir og burturvístur tvær ferðir, eru teir eisini samdir. Tað er neyvan ofta, at slíkt kemur fyri. Men kanska skulu føroysk lógarbrot eisini vera partur av kravinum um revsiváttan?
“Tað kann hugsast, at vit eiga at biðja um innlit í brot framd her í Føroyum eisini, tá ið vit biðja um revsiváttan”, sigur Beinir Johannesen og vísir á, at tá ið umræður kravið um barnaváttanir til fólk, sum arbeiða við børnum og ungum, so er tað ein skipan, sum er sera ítøkilig. “Vit eiga at leita okkum íblástur frá henni”, sigur tingmaðurin.
Eirikur í Jákupsstovu heldur, at færri ivamál eiga at vera, tá talan er um mál úr skipanum, sum virka í Føroyum. Tað eigur at gera tað greiðari at nokta fólkum at koma aftur til landið.
“Eitt atlit má tó eisini altíð takast til tilknýtið, sum fólkini hava til Føroyar. Minni tilknýtið er, meira avgjørdar kunnu treytirnar vera. Men taka vit til dømis útgangsstøði í kriminaliteti, sum er til vanda fyri fólk í Føroyum, so eiga vit gera nógv fyri, at slíkar støður ikki skulu henda aftur”, sigur Eirikur í Jákupsstovu.
Frihedsbrevet hevur roynt at fingið hagtøl fyri, hvussu ofta Føroya rættur hevur dømt burturvísing, og hvussu ofta sami persónur er dømdur fyri burturvísing fleiri ferðir. Hvørki Hagstovan ella Føroya rættur hava hesi tølini.
Tølini hjá ákæruvaldinum geva tó eitt innlit. Tey tølini siga, at tey vóru 40, sum vóru útvíst í fjør, 21 í 2022, 14 í 2021, 12 í 2020 og 12 í 2019. Tað er tó ikki vist, at hesi tølini eru fullfíggjað.
“Grundleggjandi síggja vit, at teir útlendingar, sum koma hagar og vera útvístir, koma ikki aftur. Tað er í øllum førum sera óvanligt”, sigur Katrin Thorsvig Hansen, høvuðsákæri hjá ákæruvaldinum. Hon vísir á, at fleiri teirra, sum fáa ein slíkan dóm, eru fólk, sum hava t.d. smuglað rúsevni til Føroya, og ongantíð hava verið her annars. Sostatt er tað ikki so vanligt, at fólk, sum hava uppihaldsloyvi ella arbeiðsloyvi av onkrum slagi í Føroyum, verða dømd burturvísing og innferðarforboð.
Rita Inn
Tú skalt rita inn fyri at lesa og lurta eftir Frihedsbrevet.