Ein risa listaskattur er evnið fyri hendan partin av Brotsvarpinum, sum er um næsta rættardagin í arvastríðnum um hundraðtals málningar eftir eitt nú Zacharias Heinesen, William Heinesen og S.J. Mikines. Kendi listamaðurin Zacharias Heinesen er sjálvur annar parturin í rættarmálinum. Hin er sonur farnu konu Zacharias, Mortan A. Carlsen.

Durita Fagradal Augustinussen var í rættinum og fylgdi málinum.

Hoyr meir um málið í nýggjasta partinum av Brotsvarpinum.

Ert tú á appini finnur tú tað undir poddvarp. Trýst her, um tú vilt lurta á heimasíðuni.