Kvinnusýn er á skránni í hesum partinum av Besta bók á breddan. Annika Magnussen Gaard, prestur í fólkakirkjuni, Arni Zachariassen, elstur í brøðrasamkomuni Filadelfia í Gøtu, og Vinjard Magnussen, samkomuleiðari í samkomuni Vegurin, sum er ein karismatisk fríkirkja í Vágum eru í panelinum.