Rætturin at trúgva tí tú vilt og at praktisera tína trúgv, er væl kjølfestur í grundlógini og er eitt av týðandi frælsunum í einum og hvørjum fólkaræði. Men tá ið boðini frættist um, at eitt muslimskt medidatiónssentur skuldi lata upp í Føroyum, vóru tey mong, sum mótmæltu á sosialu miðlunum. Er nakað mark fyri trúarfrælsinum? Tað er evnið í hesum partinum.