Astrið er uppvaksin í brøðrasamkomuni, og tí var tað við ringum tannabiti, at hon lat seg konfirmera eftir boðum frá foreldrunum. Í dag hevur hon vent báðum kirkjum bakið og er í staðin ein av mest virknu persónunum í lítlu hvítusunnusamkomuni, Gleðiboð, har tey liva eftir serligum ávísingum um, hvussu hárið skal klippast, og hvørji klæði