Bæði í Danmark og í Føroyum áttu vit at havt varandi eftirlit við landamørkini, heldur Anna Falkenberg, fólkatingskvinna fyri Sambandsflokkin. Tí hevur hon lagt uppskot fram saman við borgarligu flokkunum í Danmark, um hvønn formligan hugburð danska lóggávutingið eigur at hava til kreppuna við mongu tilflytarunum í Ceuta.