Tað stutta av tí langa
Hon er 44 ár, gift og mamma at tveimum dreingjum, og hon er kommunulækni í Havn. Og so er hon millum yndis umrøðuevni í myrkastu avkrókunum av internetinum. Tí hon er eisini kend fyri uppstillaðar myndir við seksuellum undirtónum, fyri heldur øðrvísi klædnastíl og fyri ein øðrvísi parlagsform enn tey flestu. Men fyri hana hevur tað týdning at siga, at eisini í Føroyum hava vit rætt og møguleika til at liva, sum vit vilja. “Spyr teg sjálvan, um tað tú gert, er skeivt ella skaðiligt. Um svarið er nei, so ger tað tú vilt”, sigur hon í nýggjum poddvarpi hjá Frihedsbrevet “Hevur tú hoyrt? — Ein samrøða við Amaliu Danielsen”. 

 

Øðrvísi myndaframsýning í Havn
“Kann mann hetta í Føroyum?” Ein spurningur tú freistast at seta, tá ið tú sært myndirnar á myndaframsýningini “Ókent” í Smiðjuni í Lítluvík í mai 2022. 

Høgni Heinesen, myndamaður, hevur tikið myndirnar, og motivini eru meira og minni nakinmyndir av einum kommunulækna í Havn, Amaliu Danielsen. 

Hon er eisini kona myndamannin og eitt kent navn í Føroyum — eisini orsakað av hesum heldur øðrvísi myndunum. 

Hendan myndin er frá “Ókent” myndaframsýningini. 

“Eg minnist tað sum ein vakran og góðan dag”, sigur Amalia Danielsen um dagin í 2022, tá ið myndaframsýningin lat upp. 

Og júst hesar myndirnar eru onkursvegna blivnar ein ímynd av kærleikanum millum tey bæði, greiðir Amalia Danielsen frá í nýggjari poddvarps-stuttrøð hjá Frihedsbrevet. 

Tí Høgni Heinesen tekur myndir av tí, sum hann heldur er vakurt, og hann tekur sera nógvar myndir av konu síni. 

Hendan myndin er ímillum tær nýggjastu, sum Høgni Heinesen hevur tikið av Amaliu Danielsen. 

“Eg upplivi tað sum, hann sær meg og við myndunum sigur, eg eri vøkur”, greiðir Amalia Danielsen frá. 

Tá ið vinfólk og familja leita sær til ferniseringina at síggja meira og minni nakinmyndir av henni, upplivir hon tað ikki sum, at tað er hon, sum er á myndunum. 

“Eg havi eina frástøðu til tað, tí hóast tað eri eg á myndunum, so hugsi eg um tað sum, at eg eri partur av listini. Tað er myndin hjá Høgna, sum hongur har”, greiðir Amalia Danielsen frá. 

 

Slatur og sleyg
“Ókent” var ein almenn, tilvald framsýning av myndum við seksuellum undirtónum, og tað sama síggja vit á sosialu miðlunum hjá hjúnunum Amaliu og Høgna. Myndir í frekum klæðum, í lítið av klæðum og enntá næstan ber við kropsmáling. 

Hendan myndin er tikin til ráðstevnuna Comic Con í New York, har Amalia er ílatin ein stuttan niðurdeil og skógvar, og annars einans kropsmáling. 

Men tað eru eisini aðrar myndir tiknar. Myndir, uttan samtykki, sum hava ferðast runt á teldum og fartelefonum í landinum og sum eru gróðrarbotnur fyri rúgvismiklum slatri um hjúnini og teirra vinaskara. 

Seinastu mongu árini hava Amalia og Høgni lagt jólamyndir eins og hesa út á sosialar miðlar. 

Slaturin snýr seg eitt nú um, at tey hava eitt opnari parlag enn tey flestu, og harvið síggjast tey viðhvørt við øðrum. Amalia er tilvitað um slaturin, men í roynd og veru fyllir tað sera lítið í hennara gerandisdegi. 

“Slatur ávirkar meg ikki nógv. Eg haldi, at tað eru tey, sum slatra, sum eiga skommina”, sigur Amalia Danielsen m.a. í poddvarpinum.

Høgni Heinesen og Amalia Danielsen. 

Í stuttrøðini “Hevur tú hoyrt? — Ein samrøða við Amaliu Danielsen” tosa vit um slaturin, um parlagið, um myndirnar, um lítla samfelagið og hvussu øðrvísi tilveran ávirkar starvið sum kommunulækni. 

Hoyr fyrsta part av poddvarpsrøðini nú — tú finnur hann á heimasíðuni og appini undir “poddvarp”. 

Hetta er tann fyrsta av fleiri stuttrøðum um føroyingar, sum onkursvegna bróta frá mongdini. Hevur tú hugskot til persónar, ert tú vælkomin at senda teldupost á barbara@frihedsbrevet.fo