Her er der en lydafspiller

Men før du kan se den, skal du acceptere cookies fra vores lydleverandør.

Tað stutta av tí langa
Alt bendir á, at áðrenn september er liðugur, verður ein 15 ára gamal drongur sendur av landinum ímóti sínum vilja. Almannaverkið hevur uppgivið drongin, sum tí skal sendast til Danmarkar á ivasaman stovn. At kalla øll onnur mótmæla. “Sum leiðari hjá Barnaverndini kenni eg meg noydda at rópa varskó”, verður skrivað til landsstýrismannin. “Tað er brot á barnarættindasáttmálan”, sigur advokatur. “Eg dugi slett ikki danskt”, sigur drongurin sjálvur. Frihedsbrevet avdúkar her syndarligu støðuna.

 

Leiðari hjá Barnaverdini sum varskógvari
“Sum leiðari á barnaverndartænastuni við Skálafjørðin kenni eg meg noydda at rópa varskó í mun til tær umstøður, vit bjóða okkara børnum, sum eru umsorganaryvirtikin. Vælvitandi, at Almannaverkið, eins og nógv onnur, hevur avbjóðingar við at fáa starvsfólk, so mugu vit tryggja okkum, at hetta ikki gongur útyvir nøkur av teimum veikastu í okkara samfelag, og at avleiðingarnar verða, at ung mugu sendast av landinum tí Almannaverkið ikki megnar uppgávuna”. 

Soleiðis byrjar Katrin Dam, leiðari á Barnaverndartænastuni við Skálafjørðin, eitt rúgvusmikið skriv til bæði Kommunufelagið og Djóna Nolsøe Joensen, landsstýrismann í Barna- og útbúgvingarmálum. Skrivið er dagfest tann 14. august í ár. 

 

Ítøkiliga orsøkin til skrivið kemur fram longri niðri í teldupostinum. Har ásannar Katrin Dam, at tað eru støður, har neyðugi serkunnleikin, sum skal til fyri at viðgera ávísar sjúkur ella avbjóðingar, ikki finst í Føroyum, og tað tí kann vera neyðugt at finna viðgerðarmøguleikar uttanlands. Men, skrivar hon — “tað skal vera undantakið”. 

“Í løtuni hava vit ábyrgdina av einum barni, sum Almannaverkið hevur uppgivið, og hevur boðað frá, ikki longur kann fáa viðgerðarpláss í Føroyum. Avleiðingin er, at barnið má sendast av landinum, hóast barnið sjálvt, foreldur, skúli og barnaverndartænasta meta, at hetta als ikki er rætta loysnin ella tilboðið fyri barnið”, skrivar Katrin Dam. 

Barnið, sum Katrin Dam tosar um, er 15 ára gamli Andrew Rasmussen. 

 

Syndarlig kor
“Hvat skal man gera”? 

Soleiðis byrjar Jóhan á Lava Sundskarð eina dagføring á Facebook um vikuskiftið. Hansara neyðarróp á sosialu miðlunum snýr seg um sonin Andrew Rasmussen og tí næstan óhugsandi støðu, sum hann er komin í, nú alt bendir á, at hann verður sendur av landinum í næstum. Hesa støðuna hevur Frihedsbrevet fingið innlit í seinastu vikurnar, og sum tað fyrsta mugu vit siga, at hóast dagføringin hjá Jóhan gevur tær ilt í búkin av veruleikanum hjá hesum unga manninum, er støðan helst verri, enn tú kanst ímynda tær. 

 



Lat okkum bakka aftur til tað, sum er hent frammanundan hesari støðuni. 

Ein vetrardag tíðliga í 2018 verður tá átta ára gamli Andrew Rasmussen tikin úr heiminum saman við tveimum øðrum systkjum og umsorganaryvirtikin av Barnaverndini. Sjálvandi ein keðilig hending fyri ein og hvønn í støðuni, og eisini fyri Andrew.

Frá hesari hending flutti Andrew fyrst á eitt heim, Móttøkudeildin undir Eind 10, sum tað nú eitur, hjá Almannaverkinum. Eitt lítið ár seinni flutti hann á eitt heim á Argjum, í 2022 fór hann í eitt annað heim í Havn. Síðani eitt annað heim í Havn, sum tó bara skuldi vera fyribils, meðan heimið á Grásteinsgøtu skuldi gerast liðugt, og tá tað var liðugt í fjør, ja, so flutti hann har. 

Tað merkir, at hann hevur verið umsorganaryvirtikin í seks ár og í tí tíðarskeiðnum búð í fimm ymiskum heimum hjá Almannaverkinum, undir verju hjá Barnaverndini, sum umsorganaryvirtók hann afturi í 2018. 

 

“Gingið illa”
Andrew er ein krevjandi ungur maður upp á ymiskar mátar. Hann hevur ymiskt at stríðast við, sum vit ikki fara at koma nærri inn á her. 

Men tað er sjónligt í skjølunum, at tað er ikki einfalt at hjálpa honum. Tó hava tey hjá Almannaverkinum upplivað jaliga menning í teimum førunum, tá ið Andrew hevur búð einsamallur við starvsfólki, altso uttan onnur ung og við meira miðvísari ein-til-ein viðgerð. 

Tað er eisini sjónligt í skjølunum, at Andrew til tíðir er tungur at dansa við. Men tað er í roynd og veru ikki skelkandi, um vit nú hyggja nærri eftir tí, sum er blivið sagt um hann hesi seks árini, tá ið drongurin hevur verið á stovni hjá Almannaverkinum.

Guliskúli, har Andrew hevur gingið í nøkur ár, skrivar eitt nú í summar: 

“Andrew hevur í tíðarskeiðinum frá 2022 til nú fleiri ferðir fingið nýggjan bústað og hitt nógv nýggj starvsfólk. Hetta, meta vit, hevur ávirkað hann negativt. Í fjør heyst flutti hann aftur bústað. Andrew virkaði eitt sindur pressaður av skiftinum. Nógva broytingin førdi til enn meira persónligt órógv og ótryggleika. Ósemjur stungu seg upp á stovninum millum hann og starvsfólkini. Av hesi orsøk var hann nærum als ikki í skúla frá januar og fram til apríl 2024. Burtursæð frá hesum tíðarskeiði møtir Andrew væl og er í skúla nærum hvønn dag. Hann møtir rættstundir, er glaður, væl hýrdur, blíður og sera hjálpsamur”.

Í desember í fjør viðmerkir Føroya kærustovnur eisini skiftandi umstøðurnar hjá Andrew. Tey skriva í niðurstøðu eftir, at bæði Barnaverndin og onnur hava víst á hendan veruleikan, at: 

“Føroya Kærustovnur metir, at tað als ikki er nøktandi, at Andrew innan lutfalsliga stutta tíð hevur skift stovn fimm ferðir, tí tað framgongur av málinum, at gongdin í menningini og trivnaði hjá Andrew hevur tikið skaða av óstøðugu stovnsviðurskiftunum”.

 

Andrew: “Eg vil ganga í Gulaskúla”
Men tað er lítið at gera við støðuna, halda tey í Almannaverkinum. Í mai í ár senda tey øðrum viðkomandi myndugleikum eitt skriv, har tey uppgeva at hjálpa Andrewi meira. Tey skriva m.a. :

“Fyri at hann kann koma í trivnað og menning, meta vit, at Andrew skal á serligan tilrættislagdan stovn í Danmark, har hann fær serkøna hjálp í atferðar trupulleikunum, sum víst verður á. Vit eru sera stúrin um hansara atferð og manglandi sjálvsinnsigt. Okkara fakliga meting er, (…) at neyðugt er við uppihaldi á “halv sikret” stovni, har hann fær viðgerð frá fakfólkum við serkunnleika og vitan innanfyri viðgerð fyri teir avbjóðingar, sum eru lýstir”. 

Tá ið slíkt hendir, er tað Føroya Kærustovnur, sum skal taka støðu til tilmælini og m.a. tryggja, at øll eru hoyrd í málinum. Og í hesum førinum er eisini Andrew sjálvur ein hoyringspartur, tí hann er 15 ár. Hansara advokatur ger tí Føroya Kærustovni greitt fyri kortum, at Andrew ikki tosar danskt, tó hann sigur seg skilja tað, men hann er als ikki nóg stinnur í donskum til at flyta varandi til Danmarkar. Advokaturin skrivar “Gjørt verður galdandi, at hetta er eitt alt ov stórt inntriv móti einum 15 ára gomlum dreingi”.  Víðari skrivar advokaturin: 

“Andrew ynskir at halda áfram at ganga í skúla í Gulaskúla, og av tí sama ynskir hann hvørki at verða heimsendur til mammuna ella heimsendur til pápan. Hann ynskir at verða verandi undir fyriskipan hjá Almannaverkinum, og sigur, at alt er ein stór misskiljing”, skrivar advokaturin. 

Foreldrini mótmæla eisini staðiliga. Barnaverndin viðmælir heldur ikki hesa ætlan, tað ger Guliskúlin heldur ikki og psykiatriskir serfrøðingar hjá Barna- og Ungdómspsykiatriini á Landssjúkrahúsinum heldur ikki. Tey skriva hinvegin í langari frágreiðing latin myndugleikunum í summar m.a. “Tað verður viðmælt, at Andrew heldur fram í sama skúlatilboði, tí hann trívist har og mennir seg fakliga” (Gulaskúla, red). 

Also vil eingin hetta — uttan Almannaverkið. 

Barnaverndartænastan hevur roynt at verið kreativ og mýkt støðuna hjá Almannaverkinum, men tey eru hvørki til at høgga ella stinga í. Á fundi við allar viðkomandi ábyrgdarpersónar undir Almannaverkinum og Barnaverndartænastuni upplýsir viðkomandi deild hjá Almannaverkinum at:  “vit hava ikki nakað tilboð til Andrew og fara ikki at hava nakað í framtíðini”. 

Hetta er svarið upp á spurningin frá Barnaverndartænastuni um, hvørt Almannaverkið ikki kann gera eina “royndarverkætlan”, altso finna eina kreativa loysn, har Almannaverkið kann finna eitt høli og nøkur starvsfólk at geva honum tað viðgerð, hann hevur tørv á. 

Men svarið er eitt greitt og rungandi nei. Grundgevingin er m.a., at tey gera ikki einstaklingaloysnir og hava eisini torført við at finna starvsfólk til tað.

Fyrst í september í ár — altso fyri tveimum-trimum vikum síðani — kemur so niðurstøðan frá Kærustovninum. Tey kunnu ikki senda Andrew til eitt tilboð, sum ikki finst, og tí er tað — hóast bæði Barnaverndin og fleiri aðrir stovnar mótmæla — bara møguligt at senda hann av landinum. 

 

Fårupgaard Ungecenter
Frammanundan hesum hevur Barnaverndin fyrireikað seg upp á hesa støðuna. Tey hava leitað eftir stovni í Danmark. Fleiri verða spurdir av Barnaverndini, men bara ein sigur ja — Fårupgaard Ungecenter. 



Tað skal so ikki nógv leiting til fyri at finna útav, at júst hesin stovnurin hevur eitt ivasamt umdømi. Og tað ikki uttan orsøk. 

Danskir miðlar skriva í januar 2023 um eina hvassa niðurstøðu frá donskum eftirlitsstovni, sum helt fyri, at tað er “avmarkaður kvalitetur í umstøðunum kring trivna, kropsligu og mentalu heilsuna hjá borgarunum”, og “tað verður ikki gjørt nóg mikið fyri at sleppa undan valdsnýtslu”, sigur eftirlitsstovnur í frágreiðing.

Hyggja vit nærri, so er hesin sami stovnurin áður raktur av gølusøgum, tá ið eitt starvsfólk varð dømt í rættinum fyri at hava tikið ein 15 ára gamlan næming heim við sær, og havt samlegu og oralsex við hesum næmingunum. Hetta hendi fyri góðum tveimum árum síðani. 

Men tað er so bara har, til Fårupgård Ungecenter, sum tað ber til at senda Andrew, sum støðan er júst nú. 

Ivasama umdømið gevur tó at síggja til ikki nakran avsláttur í prísinum, tí fyri hetta plássið rindar føroyska samfelagið um 250.000 um mánaðin. 

 

“Mátti borið til at keypt okkurt í Føroyum fyri hasar pengarnar”
“Tá víst verður á, at kostnaðurin av viðgerðarplássinum í Danmark er kr. 250.000,-, um mánaðin, og at tað átti at borið til at gjørt nakað munagott fyri slíka upphædd, verður víst á, at talan er ikki um somu konto”. Tað skrivar Katrin Dam, leiðari á Barnaverndartænastuni í Skálafjørðinum eisini í skrivinum til Kommunufelagið og landsstýrismannin. Hon heitir tí á landsstýrismannin um at geva loyvi til at flyta pengar millum kontur, um tað altso er so. 

Hon endar skrivið við, at “vit ynskja, at tit innkalla viðkomandi partar til ein fund um málið skjótast gjørligt, so til ber at finna eina loysn, sum ikki inniber, at barnið verður sent av landinum”. 

Landsstýrismaðurin hevur síðani kallað inn til fund. Hann verður seinni í hesari vikuni. 

Men nú skal okkurt serstakt til, fyri at Andrew ikki skal tvingast av landinum. Sama Katrin Dam, sum má metast at hava varskógvað um støðuna hjá Andrew, boðaði foreldrunum frá í vikuni, at tey fara við Andrew av landinum 30. september. Kanska tí tey hava ongan annan møguleika, nú Andrew ikki longur sleppur at búgva hjá Almannaverkinum, og tað ikki verður mett sum ein møguleiki, at Andrew fer heim til annað av foreldrunum at búgva. 

Fráboðanin um ferðina 30. september hevur fingið Christian F. Andreasen, advokat hjá mammuni Mariann Rasmussen, at senda skriv til allar partarnar í málinum, og Føroya kærustovn og sorinskrivaran Henrik Møller, við ynski um ein bráðfeingisfund her og nú. 

Hann skrivar: 

“At senda Andrew av landinum móti hansara vilja er í stríð við barnarættindarsáttmálan hjá ST og Europeisku mannarættindakonventiónina”. 

Men tíðin er av álvara farin at renna undan hjá Andrew og teimum, sum standa honum nær. Hann hevur nú minni enn 14 dagar eftir í Føroyum. Uttan so, at landsstýrismaðurin ella onkur annar valdsmikil stovnur ella persónur blandar seg og letur unga mannin sleppa at búgva í Føroyum og ganga í Gulaskúla, sum hann so fegin vil. 

 

Tú skalt vænta tær fleiri søgur um hetta málið, tí Frihedsbrevet fylgir málinum.