Javnaðarflokkurin hevur kúvent í málinum um fiskirættindi til stóru reiðaríini. Men formaðurin í flokkinum, Aksel V. Johannesen, hevur ikki svarað spurningum frá miðlunum og atfinningunum frá sínum egna baklandi. “Vit hava boðað leiðsluni frá, at vit taka ikki undir við at longja fiskiloyvini,” sigur Barbara Apol, forkvinna í Suðurstreymoyar Javnaðarfelag.