Her er der en lydafspiller

Men før du kan se den, skal du acceptere cookies fra vores lydleverandør.

Tað stutta av tí langa
Í 2021 var ein maður dømdur harðastu fongsulsrevsing nakrantíð í Føroyum fyri neyðtøku og neyðtøkuroynd av børnum. Tá Absalon Hansen, táverandi hjálparfólk á frítíðarskúla, fyrstu ferð arbeiddi saman við nú dømda Kim Anders Olai Nielsen, fekk hann eina keðiliga kenslu, og Absalon valdi at fráboða mannin til Tórshavnar Kommunu, tí hann helt, at maðurin hevði løgnan atburð við børnum. Hetta var síðst í 90’unum. Í 2021 var Kim Anders Olai Nielsen dømdur harðasta dóm í Føroya søgu fyri neyðtøku og neyðtøkuroynd móti børnum. “Hetta kundi verið fyribyrgt”, sigur Absalon Hansen í dag.

 

Øll søgan
Í 2016 skrivaði høvundurin á hesari grein, Barbara Holm, eina greinarøð í Sosialinum um slatur, sum hevði oyðilagt lívið hjá Kim Anders Olai Nielsen. Slatrið segði, at maðurin var pedofilur; nakað, sum hann tó ikki var meldaður ella dømdur fyri. Men í 2021 var greinin gjørd til skammar, tí maðurin varð dømdur fýra ára fongsulsrevsing fyri neyðtøku og neyðtøkuroynd av børnum. Og tað hevur Frihedsbrevet nú byrjað eina poddvarpsrøð um.

Í dag er næsti partur í poddvarpsrøðini Forførd av einum pedofili komin út á Frihedsbrevet og á appina. Hesin parturin snýr seg um tað slatur, sum nú dømdi Kim Anders Olai Nielsen í 2016 segði hevði ávirkað seg nógv.

Maðurin, sum byrjaði hetta “slatrið”, sum fólk kundu lesa um í Sosialinum í 2016, er Absalon Hansen, sum arbeiddi saman við Kim Anders í 90’unum, og sum hitti hann aftur í 2012. Absalon Hansen og Kim Anders Olai Nielsen arbeiddu saman í frítíðarskúlanum í Badmintonhøllini í 90’unum.

Absalon Hansen greiðir í poddvarpinum frá, hvat tað var, sum gjørdi, at hann helt tað vera neyðugt at fráboða Kim Anders Olai Nielsen til kommununa.

 

“Honum dámdi væl at kela børnum undir troyggjuni”, greiðir Absalon Hansen millum annað frá í poddvarpinum.

 

Og tað vísir seg, nú maðurin er dømdur, at ikki einans Absalon hevði illgruna til Kim Anders Olai Nielsen. Trý onnur fólk luttaka í hesum poddvarpinum og siga frá sínum royndum, har av tann eina ringdi til løgregluna um støðuna.

 

Stevndur fyri ærumeiðing
Absalon Hansen var fyrstu ferð stevndur fyri ærumeiðing av Kim Anders Olai Nielsen í 2012. Tá fór hann til kommununa, tí hann helt, at kommunan átti at stuðla sær, nú hann einans var sekur í at geva eina fráboðan til sín arbeiðsgevara um sín illgruna um hendan mannin.

Tú hevur fráboðanarskyldu, um tú hevur illgruna um, at børn av onkrari orsøk eru fyri vanrøkt, og tí skuldi Absalon í roynd og veru gera, sum hann gjørdi.

Men tað fekk Kim Anders Olai Nielsen at vita, og hann stevndi fyri ærumeiðing. Tórshavnar Kommuna vildi kortini ikki hjálpa Absaloni í fyrstu atløgu, tí tey meintu, at hann hevði forbrotið seg, tá hann kunnaði skúlan, sum barnið gekk í, um sín illgruna.

Tórshavnar kommuna bakkaði tó seinni og tók um endan, tá ið sakin var liðug og Absalon var fríkendur.

Men hóast tógvið stríð við stevningum og øðrum, so hevur Absalon Hansen í dag reina samvitsku, hóast hann fleiri ferðir gjøgnum árini hevur ivast í tí, sum hann helt seg síggja. Í dag vísir tað seg tó, at Absalon als ikki hevur verið einsamallur í sínum illgruna um mannin, tí fleiri ferðir í 00’unum og 10’unum ringja fólk til løgregluna, tí tey hava sama illgruna sum Absalon — tey halda, maðurin hevur løgnan atburð við børnum.

Tú kanst hoyra nógv meira um søguna við at lurta eftir poddvarpinum Forførd av einum pedofili, sum kemur út hvønn mánamorgun her á Frihedsbrevet.

GG! Vit skulu gera greitt, at einki av tí, sum Absalon Hansen greiðir frá, er annað enn illgrunar. Vit hava einki prógv fyri, at Kim Anders Olai Nielsen hevur gjørt annað enn tað, sum hann er dømdur av Eystara Landsrætti fyri. 

https://frihedsbrevet.fo/podcasts/forford-av-einum-pedofili/