
8 mánaðir fyri ógvusligar upptøkur av børnum

Ein maður síðst í 30’unum varð í dag dømdur fyri heili 18 brot á revsilógina. Brotini snúði seg um ógvusligar myndir og upptøkur av børnum, ið vóru kynsliga misnýtt. Eisini snúði brotini seg um blúnisbrot. “Talan um óvanliga stórar mongdir av tilfari av grovasta slag”, segði løgreglumaður í rættinum. Maðurin fekk 8 mánaðir í fongsul.
Durita Fagradal Augustinussen var í Føroya rætti í dag. Hoyr hana greiða frá málinum í nýggjasta partinum av Brotsvarpinum.
Ert tú á appini, finnir tú Brotsvarpið undir “poddvarp”. Ert tú á heimasíðuni, kanst tú trýsta her.
Rita Inn
Tú skalt rita inn fyri at lesa og lurta eftir Frihedsbrevet.