3. partur í røðini Gev mær tínar pengar — Sesong II er komin út. Hoyr hann — og alla røðina — undir Poddvarp.

 

Hesa ferð hoyra vit um eina kvinnu í Danmark, sum er í døpurhuga, tí henni manglar eitt stað at búgva. Hon skrivar eini boð á Facebook, og brádliga ger ein ungur føroyingur vart við seg. Hann hevur, sigur hann, eina íbúð á Frederiksberg, sum hon kann leiga. Hon flytir honum depositum, tilsamans 27.500 krónur, men har er eingin íbúð.