Vil banna statsstuðlaðum missiónsvirksemi — uttan tá vit gera tað
Tað stutta av tí langa
Í sambandi við kjakið um óttan fyri islam hevur Aksel V. Johannesen, løgmaður, boðað frá, at hann heldur, at øll útlendsk statsfígging av virksemi í Føroyum eigur at forbjóðast. Samstundis stuðlar landsstýrið hjá Akseli V. Johannesen einari kristiligari sjónvarpsrás í Miðeystri og Norðurafrika.
“Nei” til statsstuðlað virksemi, tá onnur gera tað
“Vit skulu hava eina lóg í Føroyum, har tað verður ásett, hvat ymisk trúarsamfeløg hava loyvi til og ikki”.
Tað heldur Aksel V. Johannesen, løgmaður. Hesa niðurstøðuna er hann komin til, eftir at muslimar í Føroyum hava stovnað felagsskapin Center for muslimsk meditationshus.
Hetta hevur elvt til mikla øsing millum føroyingar á Facebook, og fleiri politikarar — eitt nú Bárður á Lakjuni úr Fólkaflokkinum, Jenis av Rana úr Miðflokkinum og Sjúrður Skaale úr Javnaðarflokkinum — hava ávarað ímóti islam í Føroyum.
Í tí sambandi hevur Jenis av Rana spurt løgmann, um landsstýrið fer at seta lóggávu í verk um trúarsamfeløg í Føroyum?
Í svarinum til tingmannin sigur Aksel V. Johannesen, at spurningurin um lógir fyri trúarsamfeløg er viðkomandi, men løgmaður heldur ikki, at ein slík lóggáva bara eigur at fevna um trúarsamfeløg, men um alt virksemi, sum er fíggjað uttanlands, tí sambært løgmanni er lætt “at fjala trúarsamfeløg sum okkurt annað virksemi”.
Júst pengar til felagsskapir í Føroyum, sum koma út øðrum londum, hevur Sjúrður Skaale úr Javnaðarflokkinum eisini ávarað ímóti, tí hann heldur, at tað kann vera ein háttur hjá einaræðum í Miðeystri at breiða islamismu til Norðurlond.
Hesum óttanum tykist løgmaður vera samdur í, tí í sínum svari til løgtingi skrivar løgmaður eisini, at hann heldur, at vit eiga at heilt banna útlendska statsfígging av virksemi í Føroyum.

“Ja” til statsstuðlað virksemi, tá vit gera tað
Men meðan Føroyar skal banna statsstuðlaðum religiøsum virksemi, stuðlar landsstýrið hjá Akseli V. Johannesen sjálvt kristnum missiónsarbeiði í øðrum londum.
Landsstýrið stuðlar nevniliga felagsskapinum SAT‑7, sum sendur sjónvarp við kristiligum innihaldi í Miðeystri og Norðurafrika. Í 2026 er stuðulin til SAT‑7 300.000 krónur, og verður játtaður grundað á eina umsókn frá Kirkjuligu Heimamissiónini. Í 2024 var stuðulin 481.000 krónur.
Sambært heimasíðuni hjá SAT‑7 er hugsjónin hjá felagsskapinum: “At síggja eina vaksandi kirkju í Miðeystri og Norðurafrika, sannførd um kristnu trúnna og vitnisburðin, tænandi samfelagnum og gevandi eitt íkast til tað besta fyri samfelagi og mentanina”. SAT- 7 skrivar eisini, at teirra missión er: “At geva kirkjunum og kristnum í Miðeystri og Norðurafrika ein møguleika at vitna til Jesus Kristus gjøgnum íblástur, kunning og útbúgvandi sjónvarp og talgildar miðlar”.
SAT‑7 rekur fýra sjónvarpsrásir: SAT‑7 Arabic, sum sendur á arabiskum til 21 lond; SAT‑7 Pars, sum sendur á persiskum í Iran, Afghanistan og Tajikistan; SAT‑7 Turk, sum sendur til Turkalands; og SAT‑7 Kids, sum sendur tilfar til børn og ung.
Løgmaður: Sirið eigur at svara
Frihedsbrevet hevur seinastu dagarnar roynt at fáa svar frá Akseli V. Johannesen, løgmanni, uppá tveir spurningar:
1) Um løgmaður heldur, at tað er dupultmoralskt at forbjóða útlendskari fígging í Føroyum, tá landsstýrið um somu tíð stuðlar kristiligum missiónsarbeiði í øðrum londum, og 2) um løgmaður ætlar at steðga hesum stuðlinum?
Løgmaður vil tó ikki svarað uppá hesar spurningarnar, men hevur Løgmansskrivstovan heldur sent Frihedsbrevet hesar skrivligu viðmerkingina:
“Fyrst er at siga, at Uttanríkis- og mentamálaráðið umsitur málsøkið, og tí má landsstýriskvinnan svara nærri um verkætlanirnar sjálvar. Men eg kann siga yvirskipað, at játtanin til altjóða menningarsamstarv verður latin sambært løgtingslóg og kunngerð um altjóða menningarsamstarv og leiðreglum, sum eru tøkar á heimasíðuni hjá Uttanríkis- og mentamálaráðnum. Játtanin stuðlar ikki verkætlanum, sum hava til endamáls at breiða politiskan ella átrúnaðarligan boðskap. Allir felagsskapir, ið fáa stuðul frá játtanini, skriva undir sáttmála um samstarv. Í sáttmálanum verður leiðreglan endurtikin, at játtanin stuðlar ikki virksemi, sum hevur til endamáls at breiða út politiskan ella átrúnaðarligan boðskap. Verður sáttmálin brotin, hevur landsstýrið sambært § 5, stk. 4 í kunngerðini um altjóða menningarsamstarv heimild at krevja stuðulin afturgoldnan”.
Rita Inn
Tú skalt rita inn fyri at lesa og lurta eftir Frihedsbrevet.