“Veljarin hevur talað”
Tað stutta av tí langa
“Eitt valskeið er fýra ár, og at senda veljararnar aftur í valhølini longu nú, er at halda bæði tey, ið skulu velja, og tey, ið vórðu vald, fyri gjøldur”, sigur Tóri Højgaard, sum er ein av fimm býráðslimum, sum hevur valt at stevna Fíggjarmálaráðið fyri avgerðina um, at tað skal vera umval í Runavíkar kommunu.
Løgfrøðiliga veik avgerð hjá landsstýrinum
“Vit fimm mettu tað vera rættast, at bæði býðráðið og einstøku býráðslimirnir stevndu. Tað fekst ikki undirtøka fyri tí, og tí valdu vit hesa loysnina”.
Tað sigur Tóri Højgaard, varaborgarstjóri í Runavíkar kommunu, sum er ein av fimm býráðslimum, sum hava stevnt Fíggjarmálaráðið fyri avgerðina, at tað skal vera umval í Runavíkar kommunu týsdagin 13. januar 2026. Hinir býráðslimirnir, sum hava stevnt, eru Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri, Sigrun Jónsveinsdóttir, Petur Hansen og Jóhan Vest.
Hetta er eitt mál, sum er blivið viðgjørt á afturlatnum fundi í Runavíkar býráði 22. desember 2025, men har var ikki meirluti fyri at stevna Fíggjarmálaráðið. Tá tað málið fall, valdu teir fimm býráðslimirnir sjálvir at stevna.
“Vit meta, at tað er ein sera prinsippiellur trupulleiki at landsstýrið bara soleiðs uttan víðari ógildar valið í Runavík — serliga tá avgerðin er so løgfrøðiliga veik”, sigur Tóri Højgaard, sum sjálvur er løgfrøðingur.
Hann hevur sjálvur skrivað eitt lesarabræv, har hann finst at løgfrøðisliga grundarlagnum fyri avgerðini, at tað skal vera umval — og eru tað í stóran mun somu grundgevingar, sum standa í stevningini hjá teimum fimm býráðslimunum (les meir her).
Skandala at landsstýrið ikki vil greiða frá
Hetta er ikki fyrsta royndin hjá sitandi meirlutanum í Runavíkar býráði at fáa landsstýrið at broyta sína avgerð. Tórbjørn Jacobsen hevur skrivað fleiri almen brøv til bæði Aksel V. Johannesen, løgmann, og Ruth Vang, landsstýriskvinnu í Fíggjarmálum, sum nú varar av málinum, men hvørgin teirra hava viljað broytt avgerðina hjá Løgmálaráðnum frá 21. november í fjør.
Tóri Højgaard, varaborgarstjóri í Runavíkar kommunu, finst eisini at, hvussu landsstýrið hevur viðgjørt brøvini frá Runavíkar kommunu:
“Harumframt er tað ein skandala í sær sjálvum, at mann ferð eftir ferð hevur biðið landsstýrið um eina nærri frágreiðing — uttan úrslit. Tí hava vit valt at stevna, og okkara pástandur er, at avgerðin hjá Løgmálaráðnum eigur at verða ógildað”, sigur Tóri Højgaard.
Halda veljaran fyri gjøldur
Eftir ætlan skal umval vera í Runavíkar kommunu týsdagin 13. januar. Í morgin skal Føroya rættur tó taka støðu til, um stevningin hjá teimum fimm býráðslimunum skal hava steðgandi virkna, soleiðis at umval ikki verður í Runavíkar kommunu 13. januar.
Frihedsbrevet spyr tí Tóra Højgaard, hví teir fimm býráðslimirnir ikki bara lata veljarnar í Runavíkar kommunu tala og sleppa á val um eina viku?
“Veljarin hevur talað. Tað gjørdi hann á kommunuvalinum tann 12. november 2024. Eitt valskeið er fýra ár, og at senda veljararnar aftur í valhølini longu nú er at halda bæði tey, ið skulu velja, og tey, ið vórðu vald, fyri gjøldur, umframt at tað er at gera seg inn á fólkaræðið í kommununi”, sigur Tóri Højgaard, varaborgarstjóri í Runavíkar kommunu.
Les eisini: Vilja hava Føroya rætt at steðga valinum í Runavík
Les eisini: Afturum málið um valsvik í Oyndarfirði
Rita Inn
Tú skalt rita inn fyri at lesa og lurta eftir Frihedsbrevet.