Útblakingin á Nærabergi: Gjørdu eftir boðum úr Hollandi
Tað stutta av tí langa
Tað var hollendski partaeigarin, Parlevliet & van der Plaas (P&P), sum ráddi fyri, at fiskur regluliga bleiv blakaður fyri borð umborð á Nærabergi. Tað siga fleiri keldur í politiskjølunum í málinum. Sambært politikanningunum kundi talan vera um, at fleiri tons av fiski blivu blakað fyri borð um dagin. Tað vísir innlit, sum Frihedsbrevet hevur fingið.
“Hann sigur, at kravið frá PP er, at allur brotin fiskur og fiskur sum er gamal (táknirnar eru hvítar) bleiv kasserað”.
Hetta skrivar eftirlitsmaðurin hjá Vørn, sum var við Nærabergi í juli 2018, aftaná at hann hevði tosað við stjóran á verksmiðjuni á Nærabergi. Eftirlitsmaðurin tosaði við stjóran á verksmiðjuni (fabrikkstjóran), tí á túrinum hevði eftirlitsmaðurin sæð, at fiskur regluliga og miðvíst bleiv blakaður fyri borð. Tí fór eftirlitsmaðurin at kanna málið nærri.
Tað var hollendski partaeigarin í Nærabergi, Parlevliet & van der Plaas (P&P), sum kravdi, at fiskur bleiv blakaður fyri borð, segði stjórin á verksmiðjuni við eftirlitsmannin: “Hollendski eigarin vildi ikki loyva teimum at taka skaddan fisk”.
Og stjórin á verksemiðjuni burdi vitað, hvussu arbeiðið umborð á Nærabergi var skipað, tí hann hevði silgt fyri reiðaríið síðan 2009.
Lógin ásetir annars, at útlendingar ikki kunna ráða yvir føroyskum reiðaríum. Men sambært útsøgnunum hjá verksmiðjustjóranum er tað nógv, sum bendir á, at júst tað hendi í Nærabergi: Tað vóru hollendarar, sum ráddu. Harímillum vóru tað hollendararnir, sum stóðu aftan fyri mannagongdina, sum gjørdi, at føroyska lógin um útblak regluliga skuldi brótast.
Eftirlitsmaðurin boðaði sínum stjórum á Vørn frá brotsverkunum umborð á Nærabergi, og hareftir bleiv málið meldað til løgregluna.
Maskinur vóru stillaðar til útblaking
Løgreglan tók tí ímóti Nærabergi, tá skipið kom á Fuglafjørð. Har blivu fimm av manningini, sum arbeiddu á verksmiðjuni, avhoyrdir.
Í síni avhoyring greiddi ein frá, at tá trolið varð tóvað, varð mett um, um tað var nokk av sild og makreli í trolinum til at frysta fongin: “Er der ikke nok sild og makrel til at dette kan fryses til blokke, bliver denne mængde skubbet på gulvet sammen med den skadede fisk, for derefter at blive skyllet i havet igen”, stendur í vitnisavhoyringini hjá løgregluni.
Arbeiðið umborð var skipað soleiðis, at veiðan bleiv flutt eftir skiljibondum inn á verksmiðjuna. Í frágreiðingini hjá løgregluni stendur, at ein partur av skiljibandinum, sum var á leið 25 sentimetrar, kundi flytast út frá maskinuni, soleiðis at fiskur, sum var minni enn eitt ávíst, fór beint niður á dekkið. Haðani bleiv fiskurin skolaður víðari gjøgnum eina opna rist í stýriborðsmegin og víðari út í havið.
“Fíntstillingin er manningin”
Harumframt høvdu fleiri av manningini til uppgávu at eygleiða skiljibondini og blaka fisk fyri borð. Ein annar (sum hevði siglt við Nærabergi í níggju ár) greiddi frá, at “skiljimaskinan kann stilllast eftir stødd, men fínstillingin er manningin”.
Tað vil siga, at skiljimaskinan sorteraði bara ov lítlar fiskar frá, men manningin vrakaði eisini annan fisk. Tað vil siga fisk, sum hevði fingið skaða, ella fiskasløg, sum Næraberg ikki hevði kvotu til.
Hendan mannagongdin tóktist vera ein føst mannagongd, sum serliga teir royndastu sjómenninir tóku sær av. Ein av manningini segði, at “teir gomlu plaga at standa við skiljaran”.
Ein av teimum yngru segði, at tá hann byrjaði á verksmiðjuni, var hann blivin “vejledt angående at sortere fisken, som blev pumpet i havet, fra begge arbejdsformænd, fabrikschef og erfarne sømænd, som stod ved skillebåndet”.
“Teirra arbeiði við skiljiborðið var at sortera millum annað upsa, rognkelsi og annan fisk, ið ikki er svartkjaftur, frá. Eisini sortera teir skaddan fisk frá, alt hetta verður koyrt út aftur. Fiskurin, ið ikki kann nýtast, verður koyrdur niður á dekkið, fyri síðani at verða skolaður aftur í havið. Fiskurin verður skolaður út í gjøgnum dekkspumpuna”.
“Spurdur um hjáveiðu, greiddi hann frá, at tað er ikki ofta, at tað kemur annar fiskur í trolið. Men tá tað ger, verður hesin eisini koyrdur út aftur”.
Fleiri tons út um dagin
Tað er ógjørligt at siga, hvussu nógvur fiskur bleiv blakaður fyri borð, tí tað verður jú ikki skrásett, men á túrinum hevði eftirlitsmaðurin roynt at gera eitt skikkað boð: “Havi eisini talt, hvussu nógv verður tveitt á dekkið. Eg taldi fiskarnar, hvør maður blakar í 1 minutt. Talið er tað sama sum í gjár, um 20 pr mann í 1 minutt, ella 60 fiskar um minuttin, tá bandið koyrir”, skrivaði eftirlitsmaðurin í sína frágreiðing.
Um vit brúka hetta talið hjá eftirlitsmanninum (60 fiskar um minuttin), so gevur tað 3.600 fiskar um tíman. 86.400 fiskar um dagin. Nøkur tons. Og so kann ein eisini falda hetta talið upp við, hvussu nógvar dagar Næraberg fiskaði um árið, og hvussu nógv ár Næraberg fiskaði. Úrslitið gevur nógvar milliónir.
Hetta samsvarar eisini við avhoyringina av einum sjómanni, sum bleiv spurdur, um nógvur fiskur bleiv blakaður aftur í havið.
“Tað kann gott vera. Onkuntíð var tað betri enn aðrar tíðir. Spurdur hví hetta var, visti hann ikki, men fiskurin var bleytari til tíðir. Talan kann vera um fleiri tons, ið fara út aftur á einum túri”.
Og í avhoyringunum av manningini verður eisini sagt, hví Næraberg so miðvíst breyt lógina: “Tað er eitt krav frá keyparanum, sum er PP, at fiskurin verður sorteraður”.
Hví var Hanus Hansen bangin fyri vitnisavhoyringum?
Sum Frihedsbrevet skrivaði 5. juni, so var nógv rok, tá Næraberg var tikin, tí Hanus Hansen, reiðari og stjóri í P/f Næraberg, møtti upp, tá løgreglan royndi at gera sínar avhoyringar. Reiðarin skeldaði og legði stórt trýst á fleiri politistar, og stóð hann eisini uttan fyri avhoyringarhølini og rópti, soleiðis at øll hoyrdu tað, at avhoyringarnar skuldu steðga (les meir her).
Tað er ivaleyst nógv, sum Hanus Hansen hevði orsøk til at vera bangin fyri, um løgreglan avhoyrdi manningina á Næraberg, tí stórur partur av virkseminum var grundað á, at føroysk lóggávu skuldi regluliga brótast.
Harímillum var reiðarin kanska eisini bangin fyri, at føroyskir myndugleikar fóru at hoyra, at tað vóru holllendsku partaeigararnir, sum ráddi yvir, hvussu virkemið umborð á Nærabergi var skipað? Tí sambært føroyskari lóg kunnu útlendingar gaman í eiga í føroyskum reiðaríum, men tað eru føroyingar, sum altíð skula ráða — hava ræðisrættin — í reiðaríunum.
Ivasamt avrik hjá løgregluni
Hóast fleiri keldur í politiskjølunum siga, at tað var P&P, sum ráddi fyri, at fiskur regluliga bleiv blakaður fyri borð umborð á Nærabergi, er einki, sum bendir á, at løgreglan gav hesum serligan ans. Tað sæst einki til, at hetta varð kunnað víðari til nakran føroyskan myndugleika, og verður leikluturin hjá PP í óregluseminum á Nærabergi ikki kannaður nærri. Í síðsta enda verður tað einans skiparin á Nærabergi, sum verður revsaður fyri brotsverkini umborð.
At tað eru eigarar á landi, sum ráða yvir, hvussu brotsverk úti á havi vera lagt til rættis, er annars eitt eyðkenni fyri skipað brotsverk innan fiskivinnuna. Tað søgdu bæði Pål Lønseth, stjóri á norsku løgregluni Økokrim, og Alistair McDonnel, fyrrverandi kanningarfólk hjá Interpol, fyri Frihedsbrevet í fjør (lurta her).
Hóast brotsverk í Føroyum eisini kunnu revsast serliga hart, um talan er um brotsverk, sum eru serliga skipað — eitt nú lagt til rættis og framd av fleiri persónum í samstarvi — so var tað heldur ikki nakað, sum løgreglan gjørdi nakað við í sambandi við Næraberg-málið.
Tað hevur ikki eydnast at fáa eina viðmerking frá Hanusi Hansen, stjóra í Nærabergi, til hesa greinina.
Rita Inn
Tú skalt rita inn fyri at lesa og lurta eftir Frihedsbrevet.