Ein 26 ára gamal maður  bleiv í Føroya rætti í dag dømdur tvey ár og seks mánaða fongsuls-revsing fyri eina hending, tá hann hevði verið orsøk til, at tríggjar mánaðar gamli sonur hansara fekk skallabrot og fleiri heilabløðingar.

Jan Lamhauge hevur fylgt málinum í Føroya rætti teir báðar seinastu dagarnar. Hann greiðir frá málinum og dóminum í parti nummar 67 av Brotsvarpinum.

 

Tú kanst hoyra meiri um málið í nýggjasta partinum av Brotsvarpinum.

Ert tú í appini, finnir tú tað Brotsvarpið undir PoddvarpErt tú á heimasíðuni, kanst tú trýsta her, um tú vilt lurta.