Nýggjasti parturin av Frí Mikrofon snýr seg eisini um stríðið millum Ísrael og Hamas, men hesa ferð fara vit at tosa um føroyska tíðindaflutningin og hvussu føroyskir miðlar hava dekkað stríðið. Í Frí Mikrofon hesa ferð vóru Eirikur Lindenskov, blaðstjóri í Miðlahúsinum, og Katrin Petersen, tíðindaleiðari hjá Kringvarpi Føroya.

 

Tú finnur Frí Mikrofon og øll hini poddvørpini, um tú trýstir á knøttin “poddvarp” ovast í vinstra horni á heimasíðuni ella niðast, mitt í appini.

 

Kjakið hesa vikuna er grundað á stórt greiningararbeiði, sum Frihedsbrevet byrjaði fyri hálvumøðrum mánaði síðani. Í greiningararbeiðinum varð hugt at 153 døgum, frá 7. oktober 2023, tá ið Hamas gjørdi innrás í Ísrael, til og við 7. mars 2024. Talan er um omanfyri túsund tíðindasendingar hjá Kringvarpinum, sum eru kannaðar, umframt hundratals søgur hjá In.fo, Vp.fo, portal.fo og FM1.

Les greinarnar: Stór greining: 773 ferðir hava føroyskir miðlar umrøtt kríggið ímillum Ísrael og Hamas