“Tað er cringe at spæla konsert.”
Nakað soleiðis segði lítlibeiggin hjá einum vinmanni fyri nøkrum árum síðani. Ja. Vorherre bevares. Vit flentu eftir absurditetinum í útsøgnini, men idéin klepraði. Eg gekk leingi og tugdi henda tankan, meðan eg gramlaði innantanna sum ein hálvgamal maður: Hvat fanin sker fyri teimum ungu?