Her er der en lydafspiller

Men før du kan se den, skal du acceptere cookies fra vores lydleverandør.

Síðstu tveir partarnir av poddvarpinum “Tey bæði á Nesi” eru nú tøkir. Hetta er ein poddvarpsrøð í seks pørtum um eitt dupultlív, har vanlig fólk verða sett í støður, sum gera tey til hetjur ella svíkjarar, og har loyndarmálini gerast ein tyngri byrða enn sjálvt kríggið.

Fimti partur snýr seg um ta seinstu og strævnu tíðina hjá Ruth Smith í Føroyum, har trýstið frá fortíðini, serliga tann átrúnaðarliga byrðan frá mammuni, sum flytir inn í húsið á Nesi í 1952, tyngir sálarligu støðuna hjá Ruth. Hon stríðist við at sameina stranga, fundamentalistiska heimin hjá mammuni við sín egna frælsa og listarliga heim. Poul Morell Nielsen er tann einasti, ið fult og heilt stuðlar og viðurkennir Ruth sum listakvinnu, men hennara innaru stríð verða ov stór. Parturin endar í einum sorgarleiki, tá Ruth Smith druknaði í mai 1958, bert 45 ára gomul. Hon letur eftir seg ein ómetaligan listarligan arv, men eisini eitt tómrúm hjá Morell og teirra synum.

Síðsta listaverki eftir Ruth Smith, 1958
Síðsta listaverki eftir Ruth Smith, 1958

Í sætti og seinasta parti situr Poul Morell Nielsen eftir sum einkjumaður við tveimum smádreingjum. Samstundis fer listin hjá Ruth at liva sítt egna lív og fær viðurkenning, bæði í Danmark og Føroyum, við stórum framsýningum.

Níggju ár aftaná, at Ruth Smith doyði, í 1967, flytir Poul Morell aftur til Lemvig í Danmark. Her livir hann eitt friðaligt lív sum arkitektur, inntil søgufrøðingurin Bent Anthonisen í november 1989 alment eftirlýsir tann loyniliga njósnaran við skjaldbøkuni og pípuni. Morell avdúkar seg sjálvan sum “Skjaldbøkunjósnaran”, men eyðmjúkur og vil ikki gerast ein hetja. Hann heldur fast um, at hann bert var ein heppin amatørur, og at hansara avrik ikki áttu at verið glorifiserað.

Hesum var Bent Anthonisen ikki samdur í.

Síðsta upptøka av Poul Morell Nielsen, frá 1990. TV Midtvest
Síðsta upptøka av Poul Morell Nielsen, frá 1990. TV Midtvest

 

Poddvarpið finnur tú við at - trýsta her, um tú ert á heimasíðuni. 

Um tú ert á appini, so kanst tú skjótt og lætt leita undir Poddvarp.