Svarta holið hjá fútanum broytti málið: Skiparin skuldi í fongsul, men so hvarv málið
Tað stutta av tí langa
Trý ár. So stórt er holið í málinum hjá løgregluni um útblakingini á Nærabergi. Málið var annars klárt at koyra í rættin í 2019, og tá ætlaði ákæruvaldið at ákæra skiparan á Nærabergi fyri brot á bæði fleiri fiskiveiðukunngerðir og brot á revsilógina, og var ætlanin tá, at skiparin skuldi bæði dømast eina herda sekt og fongsulsrevsing. Men so hvarv málið. Tað vísir innlit, sum Frihedsbrevet hevur fingið. Hvat hendi hesi trý árini, dugir ongin at siga, men trý ár seinni kom málið úr svarta holinum, og tá var málið grundleggjandi broytt. Málið bleiv afturkallað úr rættinum, eins og ákærurnar um brot á revsilógina, møgulig fongsulsrevsing og herda sekt vórðu droppað. Heldur blivu meir enn ein millión krónur fluttar aftur til advokatin hjá P/f Næraberg
Byrjanin av málinum sær annars røtt út.
14. juli 2018 tók løgreglan móti Nærabergi í Fuglafirði, tí Vørn hevði boðað løgregluni frá, at Næraberg kastaði fisk aftur í havið. Fimm av manningini og skiparin blivu tí avhoyrdir í Fuglafirði. Ja, gaman í meðan reiðarin Hanus Hansen ein part av tíðini stóð uttan fyri hølið, har vitnisavhoyringarnar blivu gjørdar, og rópti, men hetta steðgaði ikki politistunum á staðnum at gera sítt arbeiði.
Soleiðis var eisini komandi tíðina. Tað var gongd í málinum. Í august 2018 var eitt nú ein fundur millum ákæruvaldið og Vørn um málið, sum hevði við sær enn meir teldupostsamskifti, tí tað var blivið greitt, at málið ikki bara snúði seg um útblaking, men at skiparin á Nærabergi eisini hevði fráboðað Vørn skeiv veiðutøl. (Hetta er rættiliga vanligt í málum um útblaking, tí blaka skip fisk aftur í havið, vilja tey ikki, at hendan veiða verður skrásett hjá myndugleikunum.)
Fyrra ákæruritið, september 2019
Aftaná at hava arbeitt við málinum í fleiri mánaðir, var eitt ákærurit sent til Føroya Rætt 12. september 2019. Skiparin á Nærabergi skuldi ákærast við einum kravi um fongsulsrevsing og eini herdari sekt. Í ákæruritinum stendur enntá undirstrikað, at talan skal vera um “frihedsstraf og skærpet bødestraf” við striku undir orðinum “frihedsstraf”.
Orsøkin til tess var, at skiparin tá skuldi ákærast fyri fýra ymisk lógarbrot: 1) Brot á kunngerðina um svartkjaftafiskiskap, tí skiparin hevði ábyrgd av, at “der ombord skete systematisk udsmidning af fanget fisk”. 2) Brot á kunngerðina um veiðidagbøkur, tí skiparin hevði ábyrgd av, at “skibets fangst/fiskeridagbog ikke blev ført i henhold til retningslinjerne for registrering af fangsten”. 3) og 4) Tvey brot á § 162 í revsilógini, sum snýr seg um, at tað kann geva upp til fýra mánaðir fongsul at geva almennum myndugleikum skeivar upplýsingar um viðurskiftir, sum ein hevur skyldu at upplýsa um.
Nógv bendi sostatt á, at málið til tá varð tikið í álvara hjá ákæruvaldinum. Í ákæruritinum verður skrivað til Føroya Rætt, at ákæruvaldið roknar við, at tað verður neyðugt við trimum døgum í rættinum.
Svarta holið
Men so hvørvur málið. Tað næsta skjalið í skjalagoymsluni hjá løgregluni um málið verður ikki skrivað fyrr enn trý ár seinni.
Í sambandi við poddvarpið “Uttanfyri lóg og land” tosaði Frihedsbrevet við Michael Boolsen, fúta, og tá segði hann, at hann visti ikki, hvat hendi við málinum, hví tað knappliga hvarv, og hvat var hent við tí?
Og tað er næstan ómøguligt at siga út frá skjølunum, sum Frihedsbrevet hevur fingið innlit í, hvat hendi, tí fyri tað fyrsta er einki skjal skrivað í hesi trý árini, og fyri tað næsta umrøður einki skjal aftaná tað, hví málið hvarv. Og sum sagt, fútin sigur sjálvur, at hann ánar tað ikki.
Ein møgulig frágreiðing kann vera, at málið steðgaði upp av Covid-farsóttini. Ein onnur frágreiðing kann eisini vera, at Linda Hesselberg, sum var ákærin, sum arbeiddi við málinum, gavst hjá ákæruvaldinum í Føroyum og flutti til Danmarkar. Tað gjørdi táverandi fútin, John Kølbæk, eisini. Jógvan Páll Lassen, advokatur, segði við Frihedsbrevet mánadagin, at hann roknar við, at fútin gloymdi málið.
Hvør veruliga frágreiðingin er, er tó ógreitt.
Seinna ákæruritið, juni 2022
Tað, sum tó er greitt, er, at tá málið kom aftur úr “svarta holinum”, var málið broytt.
Tí í seinna ákæruritinum stendur einki um, at skiparin á Nærabergi kann verða fongslaður, ákærurnar um brot á revsilógina eru droppaðar, og er eisini ætlanin um, at hetta málið skal geva eina herda sekt, droppað.
Upprunaliga bótin var nú eisini minkað niður úr 1,55 milliónir krónur til 260.000 krónur. Men av tí, at P/f Næraberg longu hevði rindað 1,55 milliónir — tað mátti reiðaríið gera, um skipið skuldi fáa síni siglingarloyvi aftur í 2018 — so mátti løgreglan syrgja fyri, at 1.290.000 krónur blivu afturgoldnar til P/f Næraberg.
Hvat leiddi til, at ákæruvaldið broytti sína hugsan so nógv um málið, er ikki felt á blað hjá løgregluni. Frihedsbrevet hevur, sum sagt, fingið innlit í málið, men vit hava ikki sæð nakað samskifti millum ákæruvaldið og Vørn ella nakran annan stovn ella persón, har tað verður grundgivið fyri, hví ákæruritið mátti broytast og hví ákærurnar um brot á revsilógina blivu droppaðar.
Í sambandi við poddvarpið “Uttanfyri lóg og land” segði Michael Boolsen, fúti, tó, at Næraberg slapp so lætt, tí málið dró so nógv út, tí tað er siðvenja innan rættarskipanina fyri, at eldri mál gerast, linari verður revsingin.
Í øllum førum var endaliga úrslitið, at so stór semja var um seinna ákæruritið, at tað var als ikki neyðugt at fara í rættin við málinum. Skiparin viðgekk seg sekan, og blivu 1.290.000 fluttar til Óla Jákup Kristoffersen, advokat hjá P/f Nærabergi og skiparanum í málinum.
Og harvið endaði málið.
Rita Inn
Tú skalt rita inn fyri at lesa og lurta eftir Frihedsbrevet.