Tað skuldi vera 67 milliónir. Síðani var tað tódnað niður í eina millión av tí, og nú hevur Føroya rættur við nýggjum úrskurði staðfest, at málið um risabótina til Bakkafrost megnaði at fyrna, tí málið lá steindeytt hjá Føroya Politi í meir enn trý ár og sjey mánaðir. “Hetta líkist svartasta ongum”, sigur royndur advokatur, sum heldur, at almenningurin má fáa eina frágreiðing um málið.