Tað stutta av tí langa
Javnaðarfelagið í Vági er farið í tvíningar, og skal hava kreppufund í dag kl 16, áðrenn skipandi býráðsfundur skal vera hjá Vágs kommunu klokkan 18. Síðani Bjarni Johansen kastaði saman við Tjóðveldi, hevur Levi Mørk bjóðað Tjóðveldinum borgarstjórasessin, tí hann vil hava eina breiða samgongu við øllum býráðslimum — uttan Bjarna Johansen. “Vit eru Javnaðarflokkurin, og tað, sum hann hevur gjørt, kann ikki góðtakast”, sigur Levi Mørk.

 

Broytt støðu til breiðu samgonguna
Politiska stríðið í Vági hevur verið fyri opnari mikrofon seinastu dagarnar. Frá tí, at Levi Mørk kunngjørdi seg sjálvan sum borgarstjóra, til at Bjarni Johansen kastaði saman við Tjóðveldi, og Aksel V. Johannesen, løgmaður, púrt einki segði, tá ið Útvarpið spurdi hann um støðuna í Javnaðarflokkinum í Vági. 

Tjóðveldi og Bjarni Johansen skuldu formliga skipa seg mánamorgun, tá ið kallað varð inn til skipandi býráðsfund. Hetta boykottaðu Levi Mørk, Rakul Nolsøe í Lágabø á Javnaðarlistanum og Erhard Joensen og Marin Gaardlykke Hentze á Sambandslistanum tó, og tí var fundurin ikki viðtøkuførur. Tað varð roynt at kalla varafólk inn, men hesi vildu tó heldur ikki møta. 

Nú gera vágbingar aftur eina roynd í kvøld, har skipandi býráðsfundur aftur er á skránni. 

Hóast bara ein góð vika er farin síðani valið, er nógv farið fram síðani tá. Tí aftaná tíðindini bórust um, at Bjarni Johansen valdi borgarstjórasessin heldur enn sín flokk, hevur Levi Mørk roynt at gera eina samgongu uttan Bjarna Johansen, har Arni Brattaberg, fyrstvaldi á tjóðveldislistanum, kundi gerast borgarstjóri, meðan Leiv Mørk bleiv varaborgarstjóri. Tað siga fleiri keldur fyri Frihedsbrevet.

“Eg vil ikki vátta, at tað var júst so, tí í løtuni er alt til samráðingar. Men eg hoyrdi Arna Brattaberg siga í Degi og viku, at hann vil hava eina breiða samgongu, og tí mátti eg sjálvandi ringja til hann at spyrja, hvat hann vildi. Tað einasta, sum eg tó krevji, er, at tað verður ein breið samgonga, har Sambandsflokkurin er við, og Bjarni Johansen verður hildin uttanfyri. Tí vit eru Javnaðarflokkurin, og tað, sum hann hevur gjørt, kann ikki góðtakast”, sigur Levi Mørk. 

Hendan breiða samgongan, sum Levi Mørk sigur seg nú vilja hava, var tó á borðinum longu valkvøldið og dagin eftir valið, tá ið júst Tjóðveldi ynskti eina breiða samgongu millum Tjóðveldi, Javnaðarflokkin og Sambandsflokkin. Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin ynsktu tó at skipa samgongu uttan um Tjóðveldi, og Levi Mørk segði við útvarpið, at tað var m.a. orsakað av, at tað vóru ov fáir nevndarsessir at býta, um tríggir flokkar skuldu vera við í telvingini. Tí høvdu Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin ætlanir um at skipa samgongu við Levi Mørk á odda — líka til, at tey mistu meirilutan orsakað av Bjarna Johansen.

Alt bendir á, at Tjóðveldi ikki hevur áhuga í uppskotinum hjá Levi Mørk, tí sambært tí, sum  Frihedsbrevet skilir, skal Tjóðveldi gaman í ikki fáa borgarstjóran saman við Bjarna Johansen, men hinvegin forfólkasætið í øllum nevndum í Vági.

 

Familjusambond í báðum legum
Aksel V. Johannesen, formaður  í Javnaðarflokkinum, var í útvarpinum mánakvøldið konfronteraður við støðuna í Vági. Hann var spurdur um, hvørji ráð hann hevur, hvat hann sigur um støðuna o.s.fr. Hann var fámæltur, men gav lurtarunum eina fatan av, at hevði Bjarni Johansen handlað í sjálvdrátti, so kundi tað fáa avleiðingar, og hann fór at stuðla lokalfelagnum, um tey valdu at revsa Johansen. 

Men so einføld er søgan tó ikki. Tí Javnaðarfelagið í Vági, Suðuroyar Syðra Javnaðarfelag, er sum skilst farið í tvíningar í hesum málinum. 

Hyggja vit eftir nevndini hjá Suðuroyar Syðra Javnaðarfelag, so er formaðurin Arni Georg Johansen. Hann er beiggi Bjarna Johansen og eisini ímillum hansara størstu stuðlar. Kassameistari í felagnum er Anita Ryggshamar Nysted. Hon er systkinabarn Levi Mørk og ein av hansara størstu stuðlum.

Tað er tí lítið at ivast í, at tey í nevndini í lokalfelagnum ikki eru á einum máli um, hvat eigur at henda og hvør á lista C skal vera borgarstjórakandidatur. 

 

Mótstøðan móti Levi og Bjarna
Tað eru summi javnaðarfólk, sum eru ímóti, at Levi Mørk skal koma uppá tal sum borgarstjóri. Tey vísa eitt nú á, at Levi Mørk var dømdur fyri heimildarsvik í 2015, tí hann hevði flutt kvinnuni, sum hann livdi og arbeiddi saman við á Frítíðarskúlanum í Hoyvík, 109.000 krónur ov nógv í løn. Hetta skal sambært summum vera prógv um, at Levi Mørk ikki er skikkaður at hava stóra ábyrgd, og tey tí heldur vilja hava, at Bjarni Johansen skal halda fram, hóast Levi Mørk er toppskorari á lista C. 

Hinvegin er øll heldur ikki nøgd við Bjarna Johansen. Orsøkin er tó minni litrík enn tann við Levi Mørk. Summi halda heilt einfalt, at tað er komið lítið av skafti seinastu fýra árini, og í hesum tíðarskeiðnum hevur Levi Mørk verið lættari at dansa við enn Bjarni Johansen. “Levi fær okkurt at henda, um ikki annað”, er ein setningur, sum er sagdur umaftur og umaftur.

At øll í Javnaðarflokkinum kanska ikki vóru ovurfegin um evnini hjá Bjarna Johansen, kom kanska eisini til sjóndar til løgtingsvalið í 2022, tá Bjarni Johansen ætlaði at stilla upp fyri Javnaðarflokkin, men tá lokalfelagið vrakaði borgarstjóran til fyrimuns fyri Henrik Old.

Bjarni Johansen váttaði í tí sambandi fyri Frihedsbrevet, at hann var vónbrotin av lokalfelagnum, tí hann var farin á uppstillingarfund hjá Suðuroyar Syðra Javnaðarfelag, tí hann ætlaði at stilla upp. 

 

Væntar at Bjarni Johansen verður koyrdur úr flokkinum
Hvørja støðu Javnaðarflokkurin fer at hava til innanhýsis stríðið og til eina møguleika samgongu í Vágs býráð, skal umrøðast á fundi í Javnaðarfelagnum klokkan 16, áðrenn tað verður skipandi býráðsfundur klokkan 18. 

Sambært Levi Mørk er hann sinnaður at lurta eftir, hvat Bjarni Johansen hevur at siga.

“Bjarni (Johansen, red.) hevur fingið ein møguleiki afturat, men um hann hoppar yvir (í samgongu við Tjóðveldi), so gangi eg út frá, at hann verður koyrdur úr flokkinum”, sigur Levi Mørk.

Spurningurin er so, um umboðini fyri Javnaðarflokkin fara á býráðsfund klokkan 18?

“Tað trúgvi eg ikki, at tú skalt rokna við”, sigur Levi Mørk við Frihedsbrevet. 

“Tað sær út til, at Tjóðveldi vil nakað annað enn tí breiðu samgonguna, sum vit vilja hava”. 

 

Frihedsbrevet hevur roynt at fáa samband við Bjarna Johansen, Rakul Nolsøe í Lágabø og Marina Gaardlykke Hentze, men tíverri hevur tað ikki eydnast til hesa greinina.

 

Les eisini: Javnaðarfelag vrakaði Javnaðar-borgarstjóra – Vildu heldur hava Old