Her er der en lydafspiller

Men før du kan se den, skal du acceptere cookies fra vores lydleverandør.

Tað stutta av tí langa
Tað er enn stríð um prísin fyri Sandoyartunnilin. Stóra svenska fyritøkan NCC, sum var arbeiðstakari í tunlinum, hevur sent tunnilsfelagnum eitt krav uppá 82 milliónir krónur, sum tunnilsfelagið ikki heldur seg hava skyldu at rinda. 

 

Drúgvar leysasøgur um ósemjur
Tað gekk sum leysasøgur, tá Sandoyartunnilin var um at gerast liðugur, at tað vóru stórar ósemjur millum P/F Eysturoyar og Sandoyartunnil og arbeiðstakaran NCC. 

Hesar leysasøgur vóru so afturvendandi, at í mai 2023 spurdi Jacob Vestergaard, tingmaður fyri Fólkaflokkin, Aksel V. Johannesen, løgmann, á tingið, um tað var nøkur ósemja ímillum tunnilsfelagið og NCC um at gera Sandoyartunnilin lidnan?

Ein partur av hesum leysasøgum, sum Jacob Vestergaard vísti á, snúðu seg um, at NCC drálaði við at gera tunnilin lidnan, og at undirarbeiðstakarar ikki kundu gera sítt arbeiði, fyrr enn NCC var liðugt við sítt arbeiði, tí tað var ein ósemja millum NCC og Tunnilsfelagið um eitt møguligt bonus, tí arbeiðið at gera tunnilin hevði gingið skjótari enn tíðarætlanin segði.

Løgmaður vísti tó aftur, at tað var nøkur ósemja um at gera tunnilin liðnan innan sáttmálasettu tíðarfreistina. Tað var ikki óvanligt í sambandi við so stórar verkætlanir, at tað var samskift aftur og fram um ymiskt, og tað var tað eisini í hesum førinum. Einki meir álvarsamt enn tað. 

Og Sandoyartunnilin bleiv eisini liðugur til tíðina, og bleiv tikin í nýstlu í desember 2023. Men tað vóru summi, sum tó løgdu merki til, at NCC ikki møtti upp til formligu avhendanina á Hotel Føroyum dagin fyri opningina.

 

NCC krevur 82 milliónir uttan mvg
At tað eru ósemjur millum NCC og tunnilsfelagið sæst í roknskapinum hjá tunnilsfelagnum fyri 2023. Undir “eventualpostar” — altso møguligar útreiðslur — stendur, at tunnilsfelagið hevur móttikið eitt krav frá NCC uppá 82 milliónir krónur uttan mvg. 

Tunnilsfelagið skrivar tó í roknskapin, at felagið ikki heldur, at kravið er í samsvar við avtaluna við NCC, og tí hevur tunnilsfelagið ikki bókað hetta kravið sum part av sínum roknskapi. Tunnilsfelagið viðmerkir tó, at ein partur av hesum kann koma til gjaldingar. 

Upprunaliga gjørdu P/F Eystur- og Sandoyartunlar og NCC sáttmála í 2016 um at byggja undirsjóvartunlarnar fyri 2 milliardir og 73 milliónir krónur. Sambært tunnilsfelagnum endaðu Eystur- og Sandoyartunlarnir við at kosta 2,6 milliardir. Teir báðir tunlarnir kostaðu umleið líka nógv, tó at Eysturoyartunnilin var nakað dýrari. Prísurin fyri Sandoyartunnilin liggur um 1,2–1,3 milliardir. Kemur ein eykarokning á ein part av teimum 82 miliiónunum afturat, kann prísurin fyri tunnilin tí økjast við eini fimm prosentum. 

 

 

Enn eingin stevning frá NCC
Frihedsbrevet hevur tosað við bæði Teit Samuelsen, stjóra í tunnilsfelagnum, og Alf Helge Tollefsen, sum var stjóri í NCC Føroyar. Hvørgin teirra vil viðmerkja, hvat ósemjurnar snúgva seg um, men siga, at enn er ongin stevning í málinum, men verður enn samráðst um møguligar semjur. 

Ósemjan millum tunnilsfelagið og NCC er ikki fyrsta ósemjan í sambandi við Sandoyartunnilin. Frihedsbrevet skrivaði í fjør, at NCC var í ósemjum við fleiri føroysk feløg í sambandi við tunnilin, og tí høvdu bæði J&K Betong, Løvubetong og Sp/f Thomsen reist sakir móti felagnum.

 

Les eisini: NCC rigga av — Eftir eru fleiri sakarmál