Her er der en lydafspiller

Men før du kan se den, skal du acceptere cookies fra vores lydleverandør.

Tað stutta av tí langa
Kringvarpið hevur víst tí størst áhuga við 336 greinum og innsløgum, meðan Norðlýsið, Dimmalætting og Suðuroyaportalurin als ongan áhuga hava víst fyri krígnum í Gasa millum Ísrael og Hamas. Áhugin fyri krígnum er dalaður hvønn mánað síðani álopið á Ísrael 7. oktober, tó fáa nakrar søgur rúm kortini.

 “Tíðindaflutningurin um altjóða hendingar er ofta ov tilvildarligur”, heldur Brynhild Thomsen, journalistur. Í dag eru seks mánaðir síðani, Hamas framdi álop á Ísrael, og Frihedsbrevet markerar dagin við at seta hol á stórt greiningararbeiði av føroyska dekninginum av krígnum. 

Les meira um, hvussu vit hava gjørt kanningararbeiðið niðast í greinini. 

 

Sterkar reaktiónir báðar vegir
Lat okkum fyrst seta pallin. Kríggj í sjálvum sær fyllir altíð nógv í hugaheiminum hjá fólki, og tí er tað heldur ikki nakað óvanligt í, at kríggið millum Ísrael og Hamas hevur fylgt nógv í prátinum her heima í Føroyum. Men eitt, sum hevur fylgt serliga nógv, kanska óvanliga nógv seinastu tíðina, er, at fólk á báðum síðum, altso tey, sum stuðla Ísrael, og tey, sum stuðla Palestina, finnast at føroysku miðlunum fyri partískan tíðindaflutning. Hetta bæði við lesarabrøvum og almennum áheitanum og við hundraðtals viðmerkingum á sosialu miðlunum.

Men konfliktin millum Ísrael og Palestina er ikki nýggj, um enn hon er eksploderað seinastu seks mánaðirnar. Og sterku kenslurnar hjá føroyingum mótvegis bæði ísraelum og palestinum er heldur ikki nakað nýtt.

“Tað er ein ekstrem polarisering í ávísum pørtum av samfelagnum, tá ið umræður kríggið millum Ísrael og Hamas. Tað síggja vit t.d. á Facebook, tá ið Kringvarpið dittar sær at deila eitt innslag, har vit síggja ógvusligar reaktiónir frá báðum pørtum. Tað eru hampiliga sjónligir og larmandi bólkar í samfelagnum, sum eru rættiliga víðgongdir bæði øðrumegin og hinumegin”, greiðir Brynhild Thomsen, journalistur, frá.

Hon sipar til nýggjasta dømi á Facebook hjá Kringvarpinum, har orðini “hildið verður” settu eld á viðmerkjarateigin. 

“Eg øtaðist av hasum viðmerkjarateiginum”, sigur Brynhild Thomsen. Men hví er tað so?

“Ein heimabryggjað diagnosa hjá mær er, at tey eru nógv í Føroyum, sum eru uppald við bíbliusøgum um Ísrael og Guds útvalda fólk. Tað er tí eitt átrúnaðarligt eyga og oyra, sum fylgir við. Á hinari síðuni hava vit eisini eitt hampiliga stórt politiskt segment í Føroyum, sum eru ídnir stuðlar av palestinum og søguni um tað statsleysa fólki”, greiðir Brynhild Thomsen frá.

Hon vísir á, at við hesum fáa vit eisini serliga eldhugaðar lesarar og lurtarar, og tí størri trýst á journalistar fyri søgurnar tey velja til og frá, fyri orðaval o.s.fr.

“Teir einstaki journalistarnir og redaktiónirnar merkja uttan iva tað økta trýstið við hesum málinum, sum er sum at ganga á eggjaskølum”, sigur Brynhild Thomsen.

Men er nakað hald í nógvu pástandunum um partískan tíðindaflutning, ella síggja vit nú bara trøll á alljósum degi? Tað var spurningurin, Frihedsbrevet setti sær fyri nøkrum mánaðum síðani og tí setti gongd á stórt greininararbeiði av dekninginum hjá føroysku miðlunum, har vit m.a. hava lisið, lurtað og hugt eftir oman fyri 1.000 greinum og innsløgum fyri síðani at eyðmerkja 773 greinar og innsløg um kríggið í Gasa.

Hetta er tí fyrsta greinin av nógvum. 

 

Kringvarpið hevur dekkað stríðið mest
Kanningararbeiðið vísir, at Kringvarpið eigur flestu tíðindasøgur um kríggið ímillum Ísrael og Hamas í tíðarskeiðnum frá 7. oktober til 7. mars. Tað er, um vit rokna greinar á heimasíðuni, innsløg í sjónvarpinum og í útvarpinum saman. Fyrstu tíðina vóru tað tó In.fo og Vágaportalurin, sum áttu flest søgur. 

Fyrsta mánaðin hevði Kringvarpið samanlagt 90 søgur um málið, her er talan um sjónvarp, útvarp og heimasíðu. Men orsakað av, at redaktiónirnar í útvarpinum og sjónvarpinum ikki arbeiða saman, ella í øllum førum skulu eitast at ikki arbeiða saman, so vera redaktiónirnar taldar upp hvør sær. 

In.fo hevði 73 søgur og var tann miðilin, sum skrivaði mest um stríðið fyrsta mánaðin, við vp.fo í hølunum við 67 søgum. Portalurin hevði til samanberingar einans 24. 

Síðsta mánaðin, vit hava kannað — sum er 7. februar til 7. mars — hevði Kringvarpið samanlagt 12 søgur, meðan In.fo hevði tvær, Vp.fo eina, og Portalurin og FM1.fo onga søgur hava havt. 

 

Ymisk evni eru serliga áhugaverd
Hyggja vit at stabbamyndini omanfyri, er púra greitt, at journalistiski áhugin dalar hjá øllum miðlunum, kanska ikki óvæntað. Men hóast tað, eru tað ávísir hendingar, sum føroyski miðlarnir reagera uppá, vísir greiningin. 

 

Vápnahvíld og søgur um einstaklinar — 27. november 2023
Um hetta tíðarskeiðið er ein stutt vápnahvíld millum Ísrael og Hamas við at ganga út, og tað viðførir, at fleiri statsleiðarar og politikarar kring knøttin úttala seg um, at tey ynskja, at vápnahvíldin verður longd. Tað sæst eisini í tíðindaflutninginum í Føroyum.

Her síggja vit talið av greinum/innsløgum býtt á miðlar í novembur í fjør.

27. novembur leggja In.fo, Portalurin og Dagur og vika størstan dentin á vápnahvíldina. Hinvegin skrivar Vágaportalurin tvær greinar um gíslar. Har ein snýr seg um, at 11 ísraelskir gíslar verða leyslatnir og hin um ein einstakan drong, sum Hamas letur leysan eftir 50 dagar, og sum nú er foreldraleysur, sambært greinini. 

Yvirlit yvir yvirskriftir hjá miðlunum og navnið á journalisti ið hevur skrivað greinina

 

Útvarpið ber tíðindi um eitt annað barn, ið hevur verið hildið sum gísli, og vísir samstundis á stórar politiskar avbjóðingar við vápnahvíldini.

Tað er altso ikki júst sama fokus hjá føroysku miðlunum hendan dagin, og tí ymiskt, hvat verður mett sum viðkomandi tíðindi. 

Um hugt verður eftir yvirlitinum niðanfyri, so sæst, at á einari hond eru persónstengd tíðindi, sum trekkja á hjartastreingirnar — t.d. søgur um ávís børn, ið hava sitið sum gíslar. Á hinari hondini berast stórpolitiskt tíðindi um ST og uttanríkisráharran í Kina, sum tala at stríðnum millum Ísrael og Hamas.

Øll evnini eru dagsaktuel, men fokusið hjá miðlunum er ymiskt.

 

Samráðingar millum partarnar og serlig álop — 22. januar 2024
Hyggja vit eftir januarmánaði í ár, er 22. januar serstakur í talið av søgum, gjørdar um stríðið í Gasa. 

Um hetta tíðarskeiðið hevur heilsuráðið í Gasa boðað frá, at 210 fólk eru dripin og 386 onnur særd vegna áhaldandi IDF-atgerðir í Gasa i vikuni. Í samband við samráðingar millum Ísrael og Hamas, hevði ein ísraelskur embætismaður sagt við CNN, at einki uppskot um avtalu var komið á samráðingarborðið, og avvíst var, at ein avtala var nær við at verða gjørd. Kríggið millum Ísrael og Hamas hevði nú breitt seg til størri partar av Miðeystri. 

Her síggja vit talið av greinum/innsløgum býtt á miðlar í januar í ár.

 

Hendan dagin, tann 22. januar 2024, letur til, at størri semja var millum føroysku miðlarnar, um hugt verður eftir yvirlitinum frá greiningini hjá Frihedsbrevet omanfyri. 

 

Yvirlit yvir yvirskriftir hjá miðlunum og navnið á journalisti ið hevur skrivað greinina

 

Fleiri mánaðir aftaná álopið hjá Hamas, eru tað framvegis tíðindi um gíslar, sum fylla nógv hjá øllum miðlunum. Í tíðindunum hjá Vágaportalinum og In.fo síggjast tíðindini um hermenn í Ísrael og desperatar familjulimir hjá gíslum. 

Meðan Krinvarpið vísti á hungursneyð nú valdar í Gasa og á politiskt missáliti á Netanyahu í Ísrael, sum nú prutlar undir grýtulokinum.

 

Sama hending, tvey sjónarmið — 12. februar 2024
12. februar ávarar Philippe Lazzarini, leiðarin á ST stovninum fyri humanitera hjálp, UNRWA um, at stovnurin, sum stuðlar palestinskum flóttum, er komin til eitt kritiskt vegamót orsaka av minkandi fígging frá vesturlendskum londum, og hetta ger støðuna verri mitt í eini álvarsamari humaniterari kreppu í Gasa. 

Samstundis framja ísraelskar styrkir atgerðir tvørtur um Vestara Áarbakka eftir eitt skotálop nær við ísraelsku búsetingina Maale Adumim, harímillum eitt álop í Jenin, sum førdi til í minsta lagi eina deyðan og umleið 15 særd. 

Benjamin Gantz, ísraelskur politikari sigur, at eina herferð verður í Rafah undir komandi Ramadan, um Hamas ikki leysgevur ísraelsku gíslarnar í Gasa.

Her síggja vit talið av greinum/innsløgum býtt á miðlar í februar í ár.

 

Her síggja vit, at føroysku miðlarnar hava framvegis nógv fokus á gíslarnar, sum vórðu tiknir tann 7.oktobur í 2023, men hesuferð er talan um tveir bjargaðar gíslar, sum Vp.fo og Kringvarpið vísa á. Gíslarnir vóru bjargaðir úr býnum Rafah. 

In.fo nevnir eisini býin Rafah, men frá einum øðrum sjónarhornið. Her er talan nevniliga um, hvussu nógv eru deyð í Rafah, orsakað av einum ísraelskum álopi. 

 

Yvirlit yvir yvirskriftir hjá miðlunum og navnið á journalisti ið hevur skrivað greinina

Sum sæst á yvirlitinum omanfyri, so er In.fo tann mest virkni føroyski miðilin hendan dagin, við fýra øðrum søgum, sum hinir miðlarnar ikki taka upp. 

 

Tilvildarligur dekningur
Hjá størri miðlum í londunum kring okkum er púra vanligt, at miðlarnir hava egnar korrespondentar — altso journalistar, sum siga altjóða søgur frá teimum londunum, har hendingarnar fara fram. Í hesum førinum vildi tað verið journalistar á staðnum í Ísrael og Gasa (hóast altjóða journalistar at kalla ikki sleppa inn í Gasa).

Tað er tó eingin siðvenja fyri hesum í Føroyum, men hóast tað heldur Brynhild Thomsen, journalistur, at hetta kortini ikki frátekur redaktiónini ábyrgd í at skipa uttanlands tilfar á sama støði sum annað tilfar.

“Altjóða journalistikkur er ikki rótfestur sum fakøki á nøkrum føroyskum miðli, og tí verður altjóða dekningurin meira tilvildarligur og góðskan meira knýtt at førleikunum hjá einstøkum journalistum, sum tilvildarliga eru á vakt. Altjóða journalistikkur tykist meira sum hjáputur í innihaldinum enn annar journalistikkur um føroysk viðurskifti”, sigur Brynhild Thomsen.

Ein nýggjur Public Service sáttmáli er fyri kortum samtyktur fyri Kringvarpið, og í honum verður m.a. víst á týdningin av tíðindaflutningi um altjóða hendingar. Har stendur m.a.:

“Tíðindadeildin í Kringvarpinum hevur serliga eyguni eftir føroyska samfelagnum, men skal eisnini, tá ið hetta er viðkomandi, verða ein gluggi út í heim. Týdningarmiklar hendingar ella rembingar av ymiskum slag í øðrum londum skulu eisini varpast á føroyskum máli. Um tað er viðkomandi, eiga hesar frásagnir eisini at hava eitt føroyskt sjónarhorn.” - galdandi Public Service sáttmálin.

Brynhild Thomsen vísur á, at við Public Service sáttmálanum í hondini, kundi nýggja tíðindaleiðslan í Kringvarpinum sett sær fyri at ment uttanlandsdekningin.  “Útlendsk tíðindi og tilfar annars eigur at hava eitt definerað pláss í skránni, har mann ger sær nakrar tankar um framleiðsluna og góðskutrygging av tí, sum mann nú velur at taka fram”

“Tá uttanlandshendingar standa nevndar í nýggja Public Service sáttmálanum, má tað merkja, at hetta eisini kann fíggjast. Og hóast man ikki hevur korrespondentar í fleiri londum, so ber tað til at gera avtalur við lokalar journalistar á staðnum, sum mugu lønast fyri sítt arbeiði. Tað eigur Kringvarpið at raðfesta”, heldur Brynhild Thomsen. 

 

Soleiðis er greiningin gjørd
Sum nevnt eru 773 greinar/tíðindainnsløg grundarlagið fyri hesari greiningini. Fyri at finna tilfarð, hava fleiri leitiorð verið nýtt á ymsu miðlapallunum. Tey eru: Ísrael, ísraelar, ísralittar, 7. oktobur, Hamas, Palestina, palestinar, palestinesar, Gasa/Gaza, Gasa/Gaza-geirin og Gaza/Gasa-býur. 

Vit hava eisni avmarkað til tilfarið fyrstu fimm mánaðirnar av krígnum, frá 07. oktobur 2023 til og við 7.mars 2024. 

Miðlarnar eru : Vp.fo, FM1.fo, FM1 útvarp, In.fo, Portal.fo, KVF.fo, KVF útvarp, KVF sjónvarp, Dimma.fo, Norlysid.fo, JN.fo, Eyp.fo og Suduroyaportalurin.fo.

Ofta verður sama søga lisin tværferð í útvarpinum, men í hesi greiningini verður søgan tald sum tvær einstakar hóast tað, tí hvør tíðindasending er ein redaktionel avgerð sum er tikin, um at bera fram eina og hvørja søgu. 

Lesararbrøv eru ikki tald við í samlaða talið av umrøðum. Vit hava einans tað við, sum journalisturin sjálvur hevur skrivað. Harumframt var FM1 útvarps-umrøða ikki tikin við, tí at ov fáa tíðindasendingar eru tøkur á lurta eftur á netinum í tí tíðarskeiðnum, sum kannað verður.  Tí kann tilfarið ikki sigast at vera umboðandi fyri tíðindaflutningin hjá Fm1 útvarp.

Vit avvísa ikki, at einstakar søgur kunnu vera aftrat okkara yvirlitið.