Her er der en lydafspiller

Men før du kan se den, skal du acceptere cookies fra vores lydleverandør.

Tað stutta av tí langa
Síðani Guðrið Hovsgarð segði søguna um demens-sjúku ommu sína í februar, er støðan hjá ommuni bara blivin verri. Omman er eftir øllum at døma ov sjúk og krevjandi til tilboðini, sum Almannaverkið hevur. 

 

Eingin letur við seg koma
“Støðan hjá ommu er bara blivin verri, síðan vit tosaðu saman seinast”. 

Tað sigur Guðrið Hovsgarð, ommudóttir Gudny Hovsgarð, sum í 2019 fekk staðfest sjúkuna “vaskulær demens”. Hetta er ein sjúka, sum hoyrir til sama bólk av sjúkum sum Alzheimer. Líka síðani omman bleiv sjúk, hevur familjan fingið at vita, at omman skuldi skrivast upp til eitt alment búpláss, tí hon var so røktarkrevjandi. Men enn hevur hon einki búpláss fingið. 

Og tað er ein stórur trupulleiki, tí omman hevur stórar likamligar og sálarligar trupulleikar: Hon er hálvsíðulammað, liggur mest í songini, klárar ikki altíð at fara á vesi, dettur javnan, klárar ikki fáa sær mat og heilivág, kennir ikki mun á degi og nátt, og kann bæði vera tung í huga og aggressiv. 

Hetta er ikki fyrstu ferð, at Frihedsbrevet hevur skrivað um støðuna hjá Gudny Hovsgarð. Frihedsbrevet skrivaði eisini um hennara støðu 6. februar 2024, tá Guðrið Hovsgarð segði, at tað kendist sum um, at omma hennara var uppgivin av almennu skipanunum og var lagd at doyggja. 

Naina Túgvustein, forkvinna í Alzheimerfelagnum, hevur á Facebook funnist harðliga at, at Gudny Hovsgarð ikki fær nøktandi røkt.

 

Sat einsamøll í tveir dagar
Og síðani tá er støðan bara blivin verri sambært Guðrið Hovsgarð. 

“Fyri trimum vikum síðani megnaðu vit at fáa ommu inn á Suðuroyar sjúkrahús. Tá var støðan blivin so ring, at hon var ikki blivin vaskað í langa tíð. Vit ringdu til læknan á Tvøroyri, og hann fekk hana inn á sjúkrahúsið. Men á sjúkrahúsinum søgdu tey, at eitt sjúkrahús er ikki rætt stað at koyra ein persón til umlættingar. So har kundi omma ikki vera verandi”.

Aftaná nakrar dagar var omman koyrd heim aftur. Abbi Guðrið, sum er 80 ára gamal, var tá fluttur úr húsinum, har tey høvdu búð saman, tí hann orkaði ikki passa ommuna. Men hóast ongin var heima, bleiv omman koyrd til hús. 

“So sat hon einsamøll. Altso púra einsamøll. Uttan at fáa hjálp til at fáa mat og heilivág, at vera vaskað, o.s.fr. Aftaná tveir dagar mátti abbi fara heim aftur. Hann mátti geva seg, tí annars fekk omma onga hjálp”.

 

Ov sjúk til hjálp
Gudny Hovsgarð er 66 ára gomul, og tí er tað Almannaverkið, sum hevur ábyrgd av at veita henni ta hjálp, sum hon hevur tørv á. Hon er tí ein av teimum mongu, sum dettur ímillum tvær skipanir, tí nógvar av teimum veitingum, sum hon hevur tørv á, koma frá eldrarøktini, sum kommunurnar hava ábyrgd av. 

Tað er tó eitt sindur fløktari enn so, tí verður tað staðfest hjá Almannaverkinum, at ein hevur tørv á heimahjálp, so hava kommunurnar skyldu at veita hesa tænastuna. Í Suðuroynni er tað Bú- og Heimatænastan, sum kommunurnar í oynni samstarva um, sum hevur ábyrgd av hesari tænastuni. 

Umframt álvarsomu trupulleikarnar, sum eru ein beinleiðis avleiðing av sjúkuni hjá ommuni, er ein óbeinleiðis avleiðing av sjúkuni sambært ommudóttrini, at Gudny Hovsgarð ikki altíð fær tað røkt, henni tørvar. Tí omman kann vera sera aggressiv, og tí er komið fyri, at heimahjálpir nokta at fara inn til hennara.

Frihedsbrevet hevur tosað við Daimi Kjærbo, eindarleiðara fyri Bú- og Heimatænastuna í Suðuroynni, men hon sigur seg ikki kunna viðmerkja nakað, sum hevur við brúkarar í oynni at gera, og tí sigur hon seg hvørki kunna vátta ella avsanna, um heimahjálpir ikki vilja fara inn til nakran brúkara í oynni.

 

Spurningurin um, hvør hevur ábyrgd av fólki undir 67 við demens, er blivin umrøddur, síðani eldraøki var lagt út til kommunurnar í 2015.

 

 

Umstøðurnar eru ikki tær røttu til sjúklingin
Hóast eitt nýtt heim undir Almannaverkinum opnaði í Suðuroynni 8. februar — Bú- og umlættingardepilin við Sílá á Tvøroyri — sum skuldi vera fyri fólk, sum eru yngri enn 67 ár, fekk Gudny Hovsgarð einki búpláss á hesum heiminum. 

Frihedsbrevet hevur fyrr tosað við Edvard Heen, stjóra í Almannaverkinum, og hann sigur, at tey, sum fingu búpláss á nýggja heiminum, vóru vald út frá einari fakligari meting, har hædd eitt nú var tikin fyri, at fólkini riggaðu við umhvørvinum. 

“Depilin við Sílá hevur lítil økir, har búfólkini kunnu vera fyri seg sjálvan, og so eru stór felagsøkir, har búfólkini eru saman. Vit hava onnur heim, har tað eru betri umstøður fyri borgarar, sum hava tørv á at kunna vera fyri seg sjálvar. Trupulleikin er bara, at tað eru fult allastaðni”, segði Edvard Heen við Frihedsbrevet í februar.

Her kann tað sostatt vera ein trupulleiki fyri Gudny Hovsgarð, at ein partur av hennara sjúku er, at hon hevur mist førleikarnar at stýra sínum aggressiónum, og tí kann hon sum sjúklingur koma til at órógva umstøðurnar rundan um seg. 

 

  

Almanna- og mentamálaráðið læt væl at, tá nýtt heim fyri fólk, sum eru yngri enn 67, læt upp á Tvøroyri í februar.

 

 

Ongar ætlanir um at gera búpláss
Sambært Alzheimerfelagnum eru tað umleið 30 fólk, sum hava demenssjúkur, sum eru yngri enn 67 ár. Talið er vaksandi. 

Edvard Heen, stjóri í Almannaverkinum, hevur fyrr váttað fyri Frihedsbrevet, at Almannaverkið hevur ongar ætlanir um at gera búpláss til hendan bólkin. 

 

Frihedsbrevet hevur fleiri ferðir roynt at fáa eina samrøðu við Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu í almannamálum, men tað hevur enn ikki ligið fyri hjá landsstýriskvinnuni. 

 

Les eisini: “Omma er løgd at doyggja”

Les eisini: ““Kastibløka” í skipanini í fleiri ár”