Føroya politi er aftur í andglettinum. Fyrr í vikuni kom Føroya rættur til ta niðurstøðu, at málið hjá Ákæruvaldinum móti Bakkafrosti var fyrnað og kundi tí ikki viðgerast í rættarskipanini. Samstundis hevur Frihedsbrevet avdúkað, at starvsfólk hjá politinum eru ovurbyrðað av málum, sum snúgva seg um ágang móti børnum á netinum.
Oman á hetta liggur eitt uppskot hjá Tjóðveldi í uttanlandsnevndini, sum mælir til, at løgreglan skal á føroyskar hendur. Men hevði støðan verið betri, um soleiðis var? Ella eru størri fyrimunir við at vera partur av donsku løgregluni?
Tað er evnið í hesum partinum av Klubb33, har Høgni Hoydal, tingmaður fyri Tjóðveldi, og Helgi Abrahamsen, tingmaður fyri Sambandsflokkin, hittust til kjak.
Vertur er Jan Lamhauge.