
Sjórænaramálið: “Hevnd frá skiparanum”

Ein nýggjur partur av Brotsvarpinum er komin út.
Fleiri av nolsoyingunum, sum eru ákærdir í Sjórænaramálinum, hildu, at tað mátti vera skemt, tá løgreglan ringdi til teir fleiri mánaðir aftaná hendingina, tá ferðafólk ikki sluppu av Ternuni í september 2019.
Karlot Hergeirson, tingmaður fyri Framsókn, var avhoyrdur sum vitni, tí hann var umborð á Ternuni hendan dagin sum ferðafólk. Hann helt, at málið var merkt av, at skiparin bar agg móti nolsoyingum, tí teir høvdu meldað hann í sambandi við eitt mál um at sigla við ov nógvum ferðafólkum.
Durita Fagradal Augustinussen var í rættinum.
Um tú ert á heimasíðuni, kanst tú finn poddvarpið her: https://frihedsbrevet.fo/podcasts/brotsvarpid/
Ert tú á appini, finnir tú Brotsvarpið undir “poddvarp” niðast á appini.
Rita Inn
Tú skalt rita inn fyri at lesa og lurta eftir Frihedsbrevet.